Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

8. mars 2001 Nr. 31

Kunngerð um gjøld eftir havumhvørvislógini, sum broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007

Við heimild í § 48, stk. 3, og § 55, stk. 2, í anordning nr. 646 af 12. august 1999 om ikrafttræden for Færøerne af lov om beskyttelse af havmiljøet, verður ásett:

§ 1 1) Almenn og privat virkir skulu rinda gjald fyri útreiðslur hjá Umhvørvisstovuni til…

1) Almenn og privat virkir skulu rinda gjald fyri útreiðslur hjá Umhvørvisstovuni til góðkenningar- og eftirlitsuppgávur eftir havumhvørvislógini og kunngerðum givnar við heimild í havumhvørvislógini.

§ 2 Gjøldini eru nærri útgreinaði í fylgiskjali til kunngerðina

Gjøldini eru nærri útgreinaði í fylgiskjali til kunngerðina.

§ 3 1) Umhvørvisstovan fyriskipar uppkrevjingina av gjøldunum

1) Umhvørvisstovan fyriskipar uppkrevjingina av gjøldunum. Stk. 2. Gjøldini skulu rindast í seinasta lagi tann 25. í mánaðinum eftir, at gjøldini eru uppkravd. Stk. 3. Verða uppkravd gjøld ikki goldin rættstundis, verður renta roknað samsvarandi § 5 í rentulógini.

§ 4 Avgerðir eftir hesi kunngerð kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika

Avgerðir eftir hesi kunngerð kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.

§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Oljumálastýrið, 8. mars 2001 Eyðun Elttør (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.) Fylgiskjal I. Fyri góðkenningar og eftirlitsuppgávur hjá Umhvørvisstovuni eftir havumhvørvislógini og kunngerðum við heimild í havumhvørvislógini verður gjald roknað við grundarlag í tíðarnýtsluni í tí einstaka málinum eftir niðanfyri standandi takstum: Teknikari/laborantur/eftirlitsfólk í tíðarskeiðinum · 07:00 – 17:00 200 kr. um tíman · 17:00 – 24:00 300 kr. um tíman · 24:00 – 07:00 og leygar-, sunnu- og halgidag 400 kr. um tíman. Akademikari í tíðarskeiðinum · 07:00 – 17:00 400 kr. um tíman · 17:00 – 24:00 600 kr. um tíman · 24:00 – 07:00 og leygar-, sunnu- og halgidag 800 kr. um tíman. II. 1) Haraftrat skulu leggjast útreiðslur, sum Umhvørvisstovan í tí einstaka málinum hevur havt til konsulenthjálp, starvstovuútreiðslur, ferðaútreiðslur o.l. III. 1) Umhvørvisstovan skal miða eftir, at arbeiðið verður gjørt á bíligasta forsvarliga hátt, og skal avvarðandi almenna ella privata virkið altíð eftirspyrjast, áðrenn arbeitt verður uttan fyri vanliga arbeiðstíð. IV. Tað skal í rokningini, sum útskrivað verður, verða greitt tilskilað, hvussu upphæddin kemur fram. 1) Broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007, har § 15 er soljóðandi: “Hendan kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2007.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
gjøld fyri umsiting og eftirlit sambært lógini um umhvørvisvernd v.m. · innanhýsis
Áður galdandi · 5. september 2011
Broytingar
broyting í ymiskum kunngerðum í sambandi við Umhvørvisstovuna · innanhýsis
Galdandi · 28. september 2007

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙