Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Innihald

§ 1Í kunngerð nr. 49 frá 2. apríl 1990 um umhvørvisgóðkenning av brennistøðum og tyrvingarplássum…§ 2Í kunngerð nr. 40 frá 9. apríl 1992 um lívrunnið burturkast frá alivinnuni verða gjørdar hesar…§ 3Í kunngerð nr. 186 frá 5. november 1993 um spillvatnsevju verða gjørdar hesar broytingar§ 4Í kunngerð nr. 53 frá 3. mars 1994 um umhvørvisreglur verða gjørdar hesar broytingar§ 5Í kunngerð nr. 54 frá 3. mai 1994 um at leggja eftirlits- og umsitingaruppgávur eftir…§ 6Í kunngerð nr. 147 frá 19. oktober 1995 um burturkast verða gjørdar hesar broytingar§ 7Í kunngerð nr. 30 frá 8. mars 2001 um at senda inn fráboðan sambært havumhvørvislógini verður…§ 8Í kunngerð nr. 31 frá 8. mars 2001 um gjøld eftir havumhvørvislógini verða gjørdar hesar broytingar§ 9Í kunngerð nr. 33 frá 8. mars 2001 um móttøkuskipanir í føroyskum havnum fyri leivdir og…§ 10Í kunngerð nr. 36 frá 8. mars 2001 um umhvørvisgóðkenning av snarferjuleiðum verða gjørdar hesar…§ 11Í kunngerð nr. 37 frá 8. mars 2001 um nýtslu og burturbeining av evnum og tilfari frá havstøðum…§ 12Í kunngerð nr. 38 frá 8. mars 2001 um aftursøkking av tilfari, sum er tikið upp av havbotninum…§ 13Í kunngerð nr. 122 frá 25. november 2005 um burturbeining av burturkasti frá skipum o.ø. verður í…§ 14Í kunngerð nr. 124 frá 25. november 2005 um burturbeining av olju frá skipum o.ø. verður…§ 15Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2007

Lógtekstur

28. september 2007 Nr. 90

Kunngerð um broyting í ymiskum kunngerðum í sambandi við Umhvørvisstovuna

§ 1 Í kunngerð nr. 49 frá 2. apríl 1990 um umhvørvisgóðkenning av brennistøðum og tyrvingarplássum…

Í kunngerð nr. 49 frá 2. apríl 1990 um umhvørvisgóðkenning av brennistøðum og tyrvingarplássum verður í § 4 ”Heilsufrøðiliga Starvsstovan” broytt til: ”Umhvørvisstovan”.

§ 2 Í kunngerð nr. 40 frá 9. apríl 1992 um lívrunnið burturkast frá alivinnuni verða gjørdar hesar…

Í kunngerð nr. 40 frá 9. apríl 1992 um lívrunnið burturkast frá alivinnuni verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 8, 1. pkt. verður ”Heilsufrøðiliga Starvsstovan” broytt til: ”Umhvørvisstovan”. 2) Í § 9 verður ”Heilsufrøðiligu Starvsstovuni” broytt til: ”Umhvørvisstovuni”.

§ 3 Í kunngerð nr. 186 frá 5. november 1993 um spillvatnsevju verða gjørdar hesar broytingar

Í kunngerð nr. 186 frá 5. november 1993 um spillvatnsevju verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 2, stk. 2, § 7, § 9, stk. 2, § 10 og § 12, stk. 2, 1. og 2. pkt. verður ”Heilsufrøðiligu Starvsstovuni” broytt til: ”Umhvørvisstovuni”. 2) Í § 6, stk. 3 og § 12, stk. 1 verður ”Heilsufrøðiliga Starvsstovan” broytt til: ”Umhvørvisstovan”.

§ 4 Í kunngerð nr. 53 frá 3. mars 1994 um umhvørvisreglur verða gjørdar hesar broytingar

Í kunngerð nr. 53 frá 3. mars 1994 um umhvørvisreglur verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 13, stk. 2, 2. pkt., § 32 og § 40 verður ”Heilsufrøðiliga Starvsstovan” broytt til: ”Umhvørvisstovan”. 2) Í § 20, stk. 2 og § 38, stk. 2 verður ”Heilsufrøðiligu Starvsstovuni” broytt til: ”Umhvørvisstovuni”. 3) § 31 verður orðað soleiðis: ”§ 31. Eftirlit hjá kommunufelagsskapi ella Umhvørvisstovuni. Kommunustýrum er, eftir at hava boðað landsstýrismanninum frá hesum, heimilað at leggja eftirlitsuppgávur sínar eftir hesi kunngerð til kommunufelagsskap ella Umhvørvisstovuna. Stk. 2. Umhvørvisstovan hevur eftirlit við fyritøkum, virkjum og útbúnaði, sum kommunustýri eigur í ella rekur. Stk. 3. Um kommunustýri ella kommunufelagsskapur ikki røkir tær eftirlitsuppgávur, sum eru álagdar kommunustýrinum eftir hesi kunngerð, kann Umhvørvisstovan geva kommunustýrinum boð um, hvussu viðurskiftini skulu fáast í rættlag, ella landsstýrismaðurin kann geva boð um, at eftirlitið heilt ella partvíst skal verða framt av Umhvørvisstovuni. Stk. 4. Um illgruni er um álvarsligt brot á hesa kunngerð, kann Umhvørvisstovan fremja beinleiðis eftirlit uttan um eftirlitsmyndugleikan á staðnum. Stk. 5. Eftirlit hjá Umhvørvisstovuni eftir stk. 1 og 3 verður útint fyri rokning kommunustýrisins .” 4) Í § 38, stk. 1 verður ”Heilsufrøðiligu Starvsstovuna” broytt til: ”Umhvørvisstovuna”.

§ 5 Í kunngerð nr. 54 frá 3. mai 1994 um at leggja eftirlits- og umsitingaruppgávur eftir…

Í kunngerð nr. 54 frá 3. mai 1994 um at leggja eftirlits- og umsitingaruppgávur eftir umhvørvisverndarlógini til Heilsufrøðiligu starvstovuna verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í heitinum og í § 1 verður ”Heilsufrøðiligu Starvsstovuna” broytt til: ”Umhvørvisstovuna”. 2) Í § 2, stk. 1 verður ”Heilsufrøðiligu Starvsstovu” broytt til: ”Umhvørvisstovuni”. 3) Í § 2, stk. 2 verður ”Heilsufrøðiligu Starvstovuni” broytt til: ”Umhvørvisstovuni”. 4) Aftaná § 1, nr. 4 verður sett: “4a) hava eftirlit við treytum í loyvum og góðkenningum sambært § 36, nr. 3,”

§ 6 Í kunngerð nr. 147 frá 19. oktober 1995 um burturkast verða gjørdar hesar broytingar

Í kunngerð nr. 147 frá 19. oktober 1995 um burturkast verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1, stk. 2, § 4, stk. 2 og § 18, stk. 2 og 3 verður ”Heilsufrøðiliga Starvsstovan” broytt til: ”Umhvørvisstovan”. 2) Í § 1, stk. 2, § 18, stk. 1 og § 20, 1. pkt. verður ”Heilsufrøðiligu Starvsstovuna” broytt til: ”Umhvørvisstovuna”. 3) Í § 12, stk. 1, § 18, stk. 2 og 4 og § 20, 2. pkt. verður ”Heilsufrøðiligu Starvsstovuni” broytt til: ”Umhvørvisstovuni”.

§ 7 Í kunngerð nr. 30 frá 8. mars 2001 um at senda inn fráboðan sambært havumhvørvislógini verður…

Í kunngerð nr. 30 frá 8. mars 2001 um at senda inn fráboðan sambært havumhvørvislógini verður gjørd henda broyting: Í § 3, stk. 3 og § 4, stk. 2 verður ”Heilsufrøðiligu Starvsstovuni” broytt til: ”Umhvørvisstovuni”.

§ 8 Í kunngerð nr. 31 frá 8. mars 2001 um gjøld eftir havumhvørvislógini verða gjørdar hesar broytingar

Í kunngerð nr. 31 frá 8. mars 2001 um gjøld eftir havumhvørvislógini verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1 og í pkt. I í fylgiskjalinum verður ”Heilsufrøðiligu Starvsstovuni” broytt til: ”Umhvørvisstovuni”. 2) Í § 3 og í pkt. II og III í fylgiskjalinum verður ”Heilsufrøðiliga Starvsstovan” broytt til: ”Umhvørvisstovan”.

§ 9 Í kunngerð nr. 33 frá 8. mars 2001 um móttøkuskipanir í føroyskum havnum fyri leivdir og…

Í kunngerð nr. 33 frá 8. mars 2001 um móttøkuskipanir í føroyskum havnum fyri leivdir og blandingar av skaðiligum flótandi evnum, ið verða flutt sum leysafarmur (í bulk) verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í §§ 7 og 8 verður ”Heilsufrøðiliga Starvsstovan” broytt til: ”Umhvørvisstovan”. 2) Í § 9, stk. 1 verður ”Heilsufrøðiligu Starvsstovuni” broytt til: ”Umhvørvisstovuni”.

§ 10 Í kunngerð nr. 36 frá 8. mars 2001 um umhvørvisgóðkenning av snarferjuleiðum verða gjørdar hesar…

Í kunngerð nr. 36 frá 8. mars 2001 um umhvørvisgóðkenning av snarferjuleiðum verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 3, stk. 3, 1. pkt., § 4, stk. 2, nr. 3, § 5, 1. pkt., § 6 og § 7, stk. 1, nr. 3 verður ”Heilsufrøðiliga Starvsstovan” broytt til: ”Umhvørvisstovan”. 2) Í § 4, stk. 1 og § 5, 2. pkt. verður ”Heilsufrøðiligu Starvsstovuni” broytt til: ”Umhvørvisstovuni”.

§ 11 Í kunngerð nr. 37 frá 8. mars 2001 um nýtslu og burturbeining av evnum og tilfari frá havstøðum…

Í kunngerð nr. 37 frá 8. mars 2001 um nýtslu og burturbeining av evnum og tilfari frá havstøðum verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 3, stk. 1 og 2, § 8, § 11, stk. 1 og § 12, nr. 1 verður ”Heilsufrøðiligu Starvsstovuni” broytt til: ”Umhvørvisstovuni”. 2) Í § 4, stk. 4, § 5, stk. 1, § 6, stk. 1, 1. og 2. pkt., § 6, stk. 2, § 7, stk. 1, § 9, § 10, 1. og 2. pkt. og § 11, stk. 2 verður ”Heilsufrøðiliga Starvsstovan” broytt til: ”Umhvørvisstovan”.

§ 12 Í kunngerð nr. 38 frá 8. mars 2001 um aftursøkking av tilfari, sum er tikið upp av havbotninum…

Í kunngerð nr. 38 frá 8. mars 2001 um aftursøkking av tilfari, sum er tikið upp av havbotninum verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 2, stk. 2 og § 11, stk. 1, 1. og 2. pkt. verður ”Heilsufrøðiligu Starvsstovuni” broytt til: ”Umhvørvisstovuni”. 2) Í § 3, stk. 1, § 3, stk. 2, 1. og 2. pkt., § 4, § 5, stk. 2, § 6, stk. 5 og § 9 verður ”Heilsufrøðiliga Starvsstovan” broytt til: ”Umhvørvisstovan”. 3) Í § 6, stk. 3 verður ”Heilsufrøðiligu Starvsstovuna” broytt til: ”Umhvørvisstovuna”.

§ 13 Í kunngerð nr. 122 frá 25. november 2005 um burturbeining av burturkasti frá skipum o.ø. verður í…

Í kunngerð nr. 122 frá 25. november 2005 um burturbeining av burturkasti frá skipum o.ø. verður í § 11, stk. 2 “Heilsufrøðiliga starvsstovan” broytt til: “Umhvørvisstovan”.

§ 14 Í kunngerð nr. 124 frá 25. november 2005 um burturbeining av olju frá skipum o.ø. verður…

Í kunngerð nr. 124 frá 25. november 2005 um burturbeining av olju frá skipum o.ø. verður “Heilsufrøðiliga starvsstovan” broytt til: “Umhvørvisstovan”.

§ 15 Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2007

Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2007. Innlendismálaráðið, 28. september 2007 Jacob Vestergaard (sign.) landsstýrismaður / Rúni Joensen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
burturkast, sum broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007 · innanhýsis
Galdandi · 19. oktober 1995
Broytingar
spillvatnsevju, sum broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007 · innanhýsis
Galdandi · 5. november 1993

Lógir, sum verða broyttar

(14)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

14 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙