Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

2. apríl 1990 Nr. 49

Kunngerð um umhvørvisgókenning av brennistøðum og tyrvingarplássum, sum broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007

Við heimild í § 27 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd hevur Føroya Landsstýri fyrisett:

§ 1 Brennistøðir og tyrvingarpláss skulu góðkennast sambært § 26 í løgtingslóg nr. 134 frá 29.…

Brennistøðir og tyrvingarpláss skulu góðkennast sambært § 26 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd sum dálkandi virkir.

§ 2 Brennistøðir og tyrvingarpláss, hvørs virksemi er byrjað áðrenn umhvørvisverndarlógin kom í gildi…

Brennistøðir og tyrvingarpláss, hvørs virksemi er byrjað áðrenn umhvørvisverndarlógin kom í gildi tann 1. januar 1989, skulu umhvørvisgóðkennast av landsstýrinum, sjálvt um góðkenning frá øðrum myndugleika er givin. Stk. 2. Umsókn um umhvørvisgóðkenning skal vera latin landsstýrinum inn eitt hálvt ár eftir, at henda kunngerðin er komin í gildi.

§ 3 Saman við umsókn um góðkenning skulu verða hjálagdar neyðugar ætlanir, tekningar og…

Saman við umsókn um góðkenning skulu verða hjálagdar neyðugar ætlanir, tekningar og frágreiðingar, ið gera verkætlanina skilliga, umframt ein tilskilan av slagnum og nøgdini av væntaðu ella verandi dálkingini. Tilskilast skal, hvørjar atgerðir verða framdar við tí endamáli at minka um hesa dálking. Stk. 2. Saman við umhvørvisgóðkenning verður eisini reglugerð góðkend, sum í minsta lagi ásetir: 1) hvør hevur ábyrgd av rakstrinum, 2) nærri reglur um rakstur, innrætting og regluligt eftirlit, 3) hvør eftirlitsmyndugleikin er.

§ 4 1) Inntil umhvørvisgóðkenning er fingin, hevur Umhvørvisstovan eftirlit við brennistøðum og…

1) Inntil umhvørvisgóðkenning er fingin, hevur Umhvørvisstovan eftirlit við brennistøðum og tyrvingarplássum. Stk. 2. Eftirlitið verður útinnt sambært kap. 7 í umhvørvisverndarlógini.

§ 5 Brot á reglurnar í hesari kunngerð verða revsað við bót sambært § 72, stk. 1, nr. 4 og 5, smb.…

Brot á reglurnar í hesari kunngerð verða revsað við bót sambært § 72, stk. 1, nr. 4 og 5, smb. stk. 2 og § 72, stk. 4, 5 og 6 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd.

§ 6 Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 1) Broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007, har § 15 ljóðar soleiðis: “Hendan kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2007.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
broyting í ymiskum kunngerðum í sambandi við Umhvørvisstovuna · innanhýsis
Galdandi · 28. september 2007

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙