Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

5. september 2011 Nr. 113

Kunngerð um gjøld fyri umsiting og eftirlit sambært lógini um umhvørvisvernd v.m.

Við heimild í § 35 a í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 22. desember 2008, § 36, stk. 1 í løgtingslóg nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum og § 3, stk. 8 í løgtingslóg nr. 73 frá 10. mai 1994 um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 47 frá 15. mai 2007, verður ásett:

§ 1 Almennar og privatar fyritøkur, herundir kommunur, skulu endurrinda útreiðslur, sum…

Almennar og privatar fyritøkur, herundir kommunur, skulu endurrinda útreiðslur, sum Umhvørvisstovan hevur í sambandi við viðgerð av málum um loyvi og góðkenning v.m., og av eftirlitinum við, at ásetingarnar í hesum lógum verða hildnar, herundir treytir ásettar í loyvum og góðkenningum. Stk. 2. Almennar og privatar fyritøkur, herundir kommunur, skulu endurrinda tær útreiðslur, ið Umhvørvisstovan hevur í tí einstaka málinum, herundir brúk av uttanhýsis ráðgevum, starvsstovukanningum, brúk av tænastum frá øðrum myndugleikum, tænastuferðum uttanlands o.t.

§ 2 Gjaldið, ið skal rindast Umhvørvisstovuni eftir § 1, stk. 1, verður roknað við støði í tímanýtslu…

Gjaldið, ið skal rindast Umhvørvisstovuni eftir § 1, stk. 1, verður roknað við støði í tímanýtslu og tímakostnaði ella sum eitt fast ásett gjald fyri viðgerð av ávísum umsóknum um loyvi og góðkenning, sum ásett í fylgiskjali til hesa kunngerð. Stk. 2. Útreiðslur, sum Umhvørvisstovan hevur eftir § 1, stk. 2, skulu endurrindast eftir rokning.

§ 3 Umhvørvisstovan fyriskipar uppkrevjingina av gjøldunum

Umhvørvisstovan fyriskipar uppkrevjingina av gjøldunum. Stk. 2. Í uppkravinum skal útgreinast, hvussu komið er fram til upphæddina. Stk. 3. Gjøldini skulu rindast í seinasta lagi tann 25. í mánaðinum eftir, at tey eru uppkravd. Stk. 4. Verða gjøld eftir § 1 ikki goldin, kunnu hesi krevjast inn við panting, sambært ásetingunum um hetta í skattalógini. Stk. 5. Tey í fylgiskjalinum ásettu gjøld verða árliga javnað við 3 % og rundað til nærmasta heila krónutal. Landsstýrismaðurin ásetur við kunngerð javnaðu gjøldini í seinasta lagi 1. januar á hvørjum ári.

§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis verður kunngerð nr.…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis verður kunngerð nr. 31 frá 8. mars 2001 um gjøld eftir havumhvørvisverndarlógini, sum broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007, sett úr gildi. Innlendismálaráðið, 5. september 2011 John Johannessen (sign.) landsstýrismaður / Rúni Joensen (sign.) Fylgiskjal A. Gjøld, roknað við støði í tímanýtslu og tímakostnaði Tíðarbil Teknikari Akademikari 07:00 - 17:00 350 kr. um tíman 500 kr. um tíman 17:00 - 24:00 525 kr. um tíman 750 kr. um tíman 24:00 - 07:00 leygar-, sunnu- og halgidagar 750 kr. um tíman 1.000 kr. um tíman B. Eftirlitsgjøld fyri svimjihylar 4.000 krónur fyri hvørja høll, umframt 1.000 krónur fyri hvønn hyl ella bað.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙