Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. oktober 2012 Nr. 102

Kunngerð um gjøld hjá Umhvørvisstovuni fyri umsiting og eftirlit sambært lóggávuni á umhvørvisøkinum

Við heimild í § 35 a í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 22. desember 2008, § 36, stk. 1 í løgtingslóg nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum, § 3, stk. 8 í løgtingslóg nr. 73 frá 10. mai 1994 um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 47 frá 15. mai 2007, og § 17, stk. 2 í løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni, verður ásett:

§ 1 Almennar og privatar fyritøkur, herundir kommunur, skulu endurrinda útreiðslur, sum…

Almennar og privatar fyritøkur, herundir kommunur, skulu endurrinda útreiðslur, sum Umhvørvisstovan hevur í sambandi við viðgerð av málum um loyvi og góðkenning o.a., og av eftirlitinum við, at ásetingarnar í hesum lógum verða hildnar, herundir treytir, ásettar í loyvum og góðkenningum. Stk. 2. Almennar og privatar fyritøkur, herundir kommunur, skulu endurrinda tær útreiðslur, ið Umhvørvisstovan hevur í tí einstaka málinum.

§ 2 Gjaldið, sbrt. § 1, stk. 1, verður roknað við støði í tímanýtslu og tímakostnaði ella sum eitt…

Gjaldið, sbrt. § 1, stk. 1, verður roknað við støði í tímanýtslu og tímakostnaði ella sum eitt fast ásett gjald sbrt. fylgiskjalinum.

§ 3 Í uppkravinum skal útgreinast, hvussu komið er fram til upphæddina

Í uppkravinum skal útgreinast, hvussu komið er fram til upphæddina. Stk. 2. Verða gjøld eftir § 1 ikki goldin, kunnu hesi krevjast inn við panting, sbrt. skattalógini. Stk. 3. Tey í fylgiskjalinum ásettu gjøld verða árliga javnað við 3 % og rundað til nærmasta heila krónutal.

§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis verður kunngerð nr. 113…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis verður kunngerð nr. 113 frá 5. september 2011 um gjøld fyri umsiting og eftirlit sambært lógini um umhvørvisvernd v.m., sett úr gildi. Innlendismálaráðið, 22. oktober 2012 Kári P Højgaard (sign.) landsstýrismaður / Rúni Joensen (sign.) Fylgiskjal A. Gjøld, roknað við støði í tímanýtslu og tímakostnaði Tíðarbil Teknikari Akademikari 07:00 - 17:00 350 kr. um tíman 500 kr. um tíman 17:00 - 24:00 525 kr. um tíman 750 kr. um tíman 24:00 - 07:00 leygar-, sunnu- og halgidagar 750 kr. um tíman 1.000 kr. um tíman B. Eftirlitsgjøld fyri svimjihylar 4.000 krónur fyri hvørja høll, umframt 1.000 krónur fyri hvønn hyl ella bað.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙