Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
23. apríl 2010 Nr. 26
Kunngerð um sáttmálaskylduga útbúgving, upptøku í skúla og floksbýtistal
Við heimild í § 5, stk. 1, 2 og 3 og § 6, stk. 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 15 frá 16. mars 2006, verður ásett:
§ 1 Tær yrkisútbúgvingar, ið nevndar eru í fylgiskjali 1 til hesa kunngerð, koma undir sáttmálaskyldu
Tær yrkisútbúgvingar, ið nevndar eru í fylgiskjali 1 til hesa kunngerð, koma undir sáttmálaskyldu. Stk. 2. Tær yrkisútbúgvingar, ið nevndar eru í fylgiskjali 2 til hesa kunngerð, hevur landsstýrismaðurin stovnsett. Stk. 3. Teir skúlar, ið nevndir eru í fylgiskjali 2, eru góðkendir at hava undirvísing í teimum yrkisútbúgvingum, sum teir í sama fylgiskjali eru knýttir at. Stk. 4. Landsstýrismaðurin hevur umsjón við, at fyrisitingarligu viðurskiftini við atliti at góðkenning eftir stk. 2 er í lagi og í samsvari við fakliga og námsfrøðiliga førleikan, ið krevst.
§ 2 Landsstýrismaðurin setir býtisnevnd, sum skal gera tilmæli um
Landsstýrismaðurin setir býtisnevnd, sum skal gera tilmæli um 1) upptøku av lærlingum til yrkisútbúgvingar 2) býti av flokkum millum skúlar 3) nær upptøka fer fram. Stk. 2. Nevndin er sett saman soleiðis: 1) skúlastjórarnir, sum vara av yrkisskúlum, ið hava undirvísing innan somu útbúgvingar 2) umboð fyri Yrkisdepilin 3) umboð fyri Mentamálaráðið, sum er formaður.
§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 60 frá 13. mai 2002 um sáttmálaskylduga útbúgving, upptøku í skúla, floksbýtistal og skúlasamstarv. Mentamálaráðið, tann 23. apríl 2010 Helena Dam á Neystabø (sign.) landsstýriskvinna / Leivur Harryson, (sign.) Fylgiskjal 1 Mai 2002 Samsvarandi § 1, stk. 1 í hesi kunngerð, koma hesar yrkisútbúgvingar undir sáttmálaskyldu: Byggiyrkið: Byggismiður Bygningsmálari Bygningssnikkari Gartnari Glarsmiður Gólváleggjari Gróthøggari Maskinsnikkari Múrari Møbilsnikkari Skipssnikkari Timburmaður Træskipasmiður Urgubyggjari El- og samskiftisyrkið: Automatiktøkningur (Automatikmekanikari) Datamekanikari Elektrikari Elektroniktøkningur (Elektronikmekanikari) Elektrotøkningur (Elektromekanikari) IT-supportari (KT-stuðul) Miðlatøkningur (Miðlatøknimekanikari) Miðlaatstøðari (AV-atstøðari) Radio- og sjónvarpstøkningur (Radiomekanikari) Fiskaídnaðar-, land- og havbúnaðaryrkið: Alari Fiskavirkari Fiskireiðsskapstøkningur Landbúnaðartøkningur Flutningsyrkið: Bilelektromekanikari Bilmálari Bilplátusmiður Bilsmiður Entreprenørmaskinumekanikari Flogmekanikari Lastbilamekanikari Súkklu- /motorsúkklumekanikari Grafiska- og miðlayrkið Fotografur Grafiskur tøkningur Miðlagrafikari Skeltimálari Handils- og skrivstovuyrkið: Handil – smásøla Grein: 1) blómuprýði 2) dekoratør 3) søluatstøðari 4) søluatstøðari v/sergrein Handil - heilsøla Grein: 5) handilsatstøðari, søla 6) handilsatstøðari, tænasta 7) innkeypsatstøðari 8) logistikkatstøðari Skrivstova Grein: 9) advokatskrivari 10) almenn fyrisiting 11) búskapur 12) ferðavinna 13) fyrisiting 14) grannskoðan 15) KT-fyrisiting 16) læknaskrivari 17) speditión/shipping Matvøruyrkið: Bakari Kokkur Kondittari Køksatstøðari Matstovuatstøðari Meiaristur Reseptiónistur Slaktari Tænari Viðskerafrúgv Metallyrkið: Edilmálmasmiður (Gullsmiður) HVS-smiður / montørur Ídnaðartøkningur Kølitøkningur Maskinsmiður Metallsmiður Plastbátasmiður Plátu- og konstruktiónssmiður Rustfastur kleinsmiður Rørsmiður Seglmakari Stálskipasmiður Tænastu- og tilvirkisyrkið: Hárfríðkari Klædnavirkari Kosmetikari Optikari Ortopædistur Skósmiður Skorsteinssópari Tannklinikkatstøðari Tanntøkningur Ursmiður Veterinærheilsurøktari Fylgiskjal 2 Mai 2002 Samsvarandi § 1, stk. 2 í hesi kunngerð, eru nevndu skúlar góðkendir at hava undirvísing í teimum í fylgiskjali 1 nevndu útbúgvingunum, sum koma undir sáttmálaskyldu, sbr. tó § 2: Yrki Skúlar Byggiyrkið: 18) Bygningssnikkari Teknisku skúlarnir 19) Timburmaður Teknisku skúlarnir El- og samskiftisyrkið: Elektrikari Teknisku skúlarnir Fiskaídnaðar-, land- og havbúnaðaryrkið: Alari Fiskivinnuskúlin Fiskavirkari Fiskivinnuskúlin Fiskireiðsskapstøkningur Fiskivinnuskúlin Landbúnaðartøkningur Fiskivinnuskúlin Flutningsyrkið: Bilsmiður Teknisku skúlarnir Handils- og skrivstovuyrkið søluatstøðari Føroya Handilsskúli logistikkatstøðari Føroya Handilsskúli fyrisiting Føroya Handilsskúli KT-fyrisiting Føroya Handilsskúli Metallyrkið Maskinsmiður Teknisku skúlarnir Metallsmiður Teknisku skúlarnir Plátu- og konstruktiónssmiður Teknisku skúlarnir Rustfastur kleinsmiður Teknisku skúlarnir Rørsmiður Teknisku skúlarnir Stálskipasmiður Teknisku skúlarnir Tænastu- og tilvirkisyrkið Hárfríðkari Teknisku skúlarnir Harumframt eru skúlarnir góðkendir at hava undirvísing í ávísum skúlaskeiðum í hesum útbúgvingum, sbr. tó § 2: Yrki Skúlar Skúlaskeið Byggiyrkið: 20) Maskinsnikkari Teknisku skúlarnir 1. 21) Møbilsnikkari Teknisku skúlarnir 1. Skipssnikkari Teknisku skúlarnir 1. Træskipasmiður Teknisku skúlarnir 1. El- og samskiftisyrkið: Automatiktøkningur (Automatikmekanikari) Teknisku skúlarnir 1. Datamekanikari Teknisku skúlarnir 1. Elektroniktøkningur (Elektronikmekanikari) Teknisku skúlarnir 1. Elektrotøkningur (Elektromekanikari) Teknisku skúlarnir 1. Radio- og sjónvarpstøkningur (Radiomekanikari) Teknisku skúlarnir 1. Flutningsyrkið: Bilelektromekanikari Teknisku skúlarnir 1. Bilplátusmiður Teknisku skúlarnir 1. Entreprenørmaskinumekanikari Teknisku skúlarnir 1. Lastbilamekanikari Teknisku skúlarnir 1. Súkklu- /motorsúkklumekanikari Teknisku skúlarnir 1. Metallyrkið Plátu og konstruktiónssmiður Teknisku skúlarnir 1. og 2. Rustfastur kleinsmiður Teknisku skúlarnir 1. 1., 2., 3. og 4.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.