Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
14. februar 2023 Nr. 17
Kunngerð um sáttmálaskylduga yrkisútbúgving, upptøku í skúla og floksbýtistal, sum seinast broytt við kunngerð nr. 164 frá 3. november 2025
Við heimild í § 5, stk. 1 og 2 og § 6, stk. 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar verður ásett:
§ 1 Tær yrkisútbúgvingar, ið eru nevndar í skjali 1, koma undir sáttmálaskyldu
Tær yrkisútbúgvingar, ið eru nevndar í skjali 1, koma undir sáttmálaskyldu. Stk. 2. Tær yrkisútbúgvingar, ið eru nevndar í skjali 2, hevur landsstýrismaðurin stovnsett. Stk. 3. Teir skúlar, ið eru nevndir í skjali 2, eru góðkendir at hava undirvísing í teimum yrkisútbúgvingum, sum teir í sama skjali eru knýttir at. Stk. 4. Landsstýrismaðurin hevur umsjón við, at fyrisitingarligu viðurskiftini við atliti at góðkenning eftir stk. 2 eru í lagi og í samsvari við fakliga og námsfrøðiliga førleikan, ið krevst.
§ 2 Landsstýrismaðurin setir býtisnevnd, sum skal gera tilmæli um
Landsstýrismaðurin setir býtisnevnd, sum skal gera tilmæli um: 1) upptøku av lærlingum til yrkisútbúgvingar, 2) býti av flokkum millum skúlar, og 3) nær upptøka fer fram. Stk. 2. Nevndin er sett saman soleiðis: 1) Skúlastjórarnir, sum varða av yrkisskúlum, ið hava undirvísing innan somu útbúgvingar, 2) umboð fyri Yrkisútbúgvingarráðið, og 3) umboð fyri Undirvísingarstýrið.
§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 26 frá 23. apríl 2010 um sáttmálaskylduga útbúgving, upptøku í skúla og floksbýtistal. Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 14. februar 2023 Djóni Nolsøe Joensen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.) Skjal 1 1) 2) 3) 4) 5) Yvirlit yvir sáttmálaskyldugar yrkisútbúgvingar Samsvarandi § 1, stk. 1 í hesi kunngerð, koma hesar yrkisútbúgvingar undir sáttmálaskyldu: DISCED Útbúgvingarlykil - yvirskipað Útbúgvingarlykil - audd Heimild: “Hevur staðið útbúgving sum…” Bygging 30351510 4269 Anlegssmiður 30351510 4288 Byggismiður 30353510 4279 Bygningssnikkari 30354010 4497 Gólvleggjari 30354010 FO Húsasmiður 30352010 4274 Málari 30353515 4277 Maskinsnikkari 30353010 4278 Múrari 30355510 4512 Møplapolstrari 30355525 4281 Steinhøggari 30354510 4367 Ventilatiónstøkningur Flutningur og logistikkur 30653010 4575 Ambulansuviðgeri Heilsa og umsorgan 30103010 4511 Tannatstøðingur Matur 30201010 4440 Bakari 30203010 4431 Føðsluatstøðingur 30203010 FO Føðsluhjálpari 30201510 4425 Gourmetslaktari við ella uttan sergrein 30203510 4448 Kokkahjálpari 30203510 4424 Kokkur 30201010 4441 Kondittari 30202510 4432 Meiaristur 30204510 4442 Móttøkufólk 30204010 4422 Tænari Skrivstova, handil og tænasta 30151510 4991 Advokatskrivari 30152510 4923 Blómubindari (sølufólk við sergrein) 30153010 4965 Handilsfólk við ella uttan sergrein 30155510 4557/4558 Húsavørður við ella uttan sergrein 30153010 4963 Logistikkatstøðingur 30151510 4978/FO Skrivstovufólk við ella uttan sergrein 30152510 4938/FO Sølufólk við ella uttan sergrein Tilfeingi og náttúra 30902510 FO Alari 30251510 4622 Anlegsgartnari, við ella uttan sergrein 30251010 4617 Yrkislærdur bóndi við sergrein innan húsdjórahald 30253510 4640 Djórasjúkrarøktari 30251527 3302 Gartnari við sergrein innan gróðurstøðir 30251528 3303 Gartnari við sergrein innan havamiðstøðir 30251520 3301 Gartnari við sergrein innan vakstrarhús Tøkni – el og kt 30401510 4242 Automatikktøkningur 30102010 4755/4757 Dátutøkningur við sergrein 30402510 FO Elektrikari 30403510 4250 Elektronikkfaktøkningur 30402010 4218 KT-supportari 30403510 4212 Medikotøkningur 30404020 4310/4316 Tiltakstøkningur við ella uttan sergrein Tøkni – flutningsfør 30502510 4276 Billakkerari 30502010 4379/4319/4252 Bilplátusmiður við ella uttan sergrein 30501515 FO Bilsmiður 30501520 4262 Entreprenørmaskinmekanikari 30501525 4247/4573/3275/4582 Flogtøkningur við ella uttan sergrein 30501515 4215 Lastbilmekanikari 30501510 4255 Súkklumekanikari Tøkni – grafikkur og miðling 30451510 4479 Films- og sjónvarpsframleiðslutøkningur 30452010 4461 Fotografur 30453010 4469 Grafiskur tøkningur 30452520 4460 Miðlagrafikari 30453510 4275 Skeltatøkningur Tøkni – maskin og framleiðsla 30555510 4335 Bátasmiður 30553525 4251 Fínstálsmiður 30553525 4326 Fínstálsmiður í rustfríum tilfari 30553515 4342 Gullsmiður 30553010 4259 Kølitøkningur 30551510 FO Maskinsmiður 30555010 4548 Plastmakari 30553525 FO Rør- og blikksmiður 30553525 FO Rørsmiður 30555510 4530 Seglmakari 30553525 FO Sveisari Uppliving og tænasta 30302010 FO Hárfríðkari 30302510 4524 Kosmetikari 30301010 4197 Tiltakssamskipari Skjal 2 Yvirlit yvir góðkendar skúlar í Føroyum Samsvarandi § 1, stk. 2 í hesi kunngerð, eru nevndu skúlar góðkendir at hava undirvísing í teimum í skjali 1 nevndu útbúgvingunum, sum koma undir sáttmálaskyldu: Yrkir Skúlar Bygging: Húsasmiður (broyta útbúgvingarkunngerð) Glasir og TSK Tøkni - El og kt: Elektrikari Glasir og TSK Tøkni - Flutningsfør: Bilsmiður Glasir Tøkni - Maskin- og framleiðsla: Fínstálsmiður Maskinsmiður Rørsmiður Rør- og blikksmiður Sveisari Glasir Glasir og TSK Glasir Glasir Glasir Uppliving og tænasta: Hárfríðkari Glasir Matur: Føðsluatstøðingur Føðsluhjálpari Kokkahjálpari Kokkur TSK TSK TSK TSK Skrivstova, handil- og tænasta: Skrivstovufólk Sølufólk Glasir Glasir Tilfeingi og náttúra: Alari Miðnám í Vestmanna Harumframt eru skúlarnir góðkendir at hava undirvísing í ávísum skúlaskeiðum í hesum útbúgvingum: Yrkir Skúlar Skúlaskeið/vikur Bygging: Bygningssnikkari Glasir og TSK 1. Tøkni - El og kt: Automatiktøkningur Elektronikfaktøkningur Glasir og TSK Glasir og TSK 1. 1. Tøkni – Flutningsfør: Bilplátusmiður Glasir 1. Tøkni - Maskin- og framleiðsla: Fínstálsmiður í rustfríum tilfari Rørsmiður Rør- og blikksmiður Glasir TSK TSK 40 vikur 1. 1. Skrivstova, handil og tænasta: Skrivstovufólk Sølufólk Miðnám á Kambsdali Miðnám í Suðuroy 40 vikur (FHS) 40 vikur (FHS) 1) Broytt við kunngerð nr. 183 frá 22. desember 2023. 2) Broytt við kunngerð nr. 87 frá 26. august 2024. 3) Broytt við kunngerð nr. 26 frá 3. mars 2025. 4) Broytt við kunngerð nr. 96 frá 14. mai 2025. 5) Broytt við kunngerð nr. 164 frá 3. november 2025.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(7)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
7 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.