Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
13. mai 2002 Nr. 60
Kunngerð um sáttmálaskylduga útbúgving, upptøku í skúla, floksbýtistal og skúlasamstarv
Við heimild í § 5, stk. 1, 2 og 3 og § 6, stk. 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar verður ásett:
§ 1 Tær yrkisútbúgvingar, ið nevndar eru í fylgiskjali 1 til hesa kunngerð, koma undir sáttmálaskyldu
Tær yrkisútbúgvingar, ið nevndar eru í fylgiskjali 1 til hesa kunngerð, koma undir sáttmálaskyldu. Stk. 2. Tær yrkisútbúgvingar, ið nevndar eru í fylgiskjali 2 til hesa kunngerð, eru av landsstýrismanninum stovnsettar. Stk. 3. Teir skúlar, ið nevndir eru í fylgiskjali 2, eru góðkendir at hava undirvísing í teimum yrkisútbúgvingum, sum teir í sama fylgiskjali eru knýttir at. Stk. 4. Landsstýrismaðurin hevur umsjón við, at fyrisitingarligu viðurskiftini við atliti at góðkenning eftir stk. 2 er í lagi og í samsvari við fakliga og námsfrøðiliga førleikan, ið krevst.
§ 2 Skúli skal í seinasta lagi 1. apríl lata Mentamálastýrinum endaligt yvirlit yvir talið av flokkum…
Skúli skal í seinasta lagi 1. apríl lata Mentamálastýrinum endaligt yvirlit yvir talið av flokkum komandi fíggjarár. Stk. 2. Aftaná 1. mai í hvørjum einstøkum fíggjarári kunnu lærlingar einans verða tiknir inn á skúla, um pláss er fyri teimum sambært tí í stk. 1 upplýsta flokkatalinum.
§ 3 Við støði í yvirlitinum í fylgiskjali 2, skulu teir skúlar, ið hava undirvísing innan somu…
Við støði í yvirlitinum í fylgiskjali 2, skulu teir skúlar, ið hava undirvísing innan somu yrkisútbúgvingar, gera eina sínámillum samstarvsavtalu um upptøku av lærlingum og floksbýtistal í sambandi við skyldugu skúlagongdina. Stk. 2. Avtalan skal góðkennast av landstýrismanninum, áðrenn skúli tekur lærlingar inn á skúla. Stk. 3. Broytingar í samstarvsavtaluni skulu góðkennast av landsstýrismanninum.
§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Mentamálastýrið, 13.mai 2002 Óli Holm (sign.) landsstýrismaður / Petur Petersen (sign.) Fylgiskjal 1 Mai 2002 Samsvarandi § 1, stk. 1 í hesi kunngerð, koma hesar yrkisútbúgvingar undir sáttmálaskyldu: Byggiyrkið Matvøruyrkið: Bygningsmálari Bakari Bygningssnikkari Kokkur Gartnari Kondittari Glarsmiður Køksatstøðari Gólváleggjari Matstovuatstøðari Gróthøggari Meiaristur Maskinsnikkari Reseptiónistur Møbilsnikkari Slaktari Múrari Tænari Skipssnikkari Viðskerafrúgv Timburmaður Træskipasmiður Metallyrkið: Urgubyggjari Edilmálmasmiður (Gullsmiður) HVS-smiður/montørur El- og Samskiftisyrkið: Ídnaðartøkningur Automatikktøkningur (Automatikmekanikari) Kølimontørur Datamekanikari Maskinsmiður Elektrikari Metallsmiður Elektrotøkningur ( Elektromekanikari) Plastbátasmiður Elektronikktøkningur (Elektronikmekanikari) Plátu- & Konstruktiónssmiður Miðlatøkningur (Miðlatøknimekanikari) Rustfastur kleinsmiður Miðlaatstøðari (AV-atstøðari) Rørsmiður IT-supportari (KT-stuðul) Stálskipasmiður Radio- og sjónvarpstólatøkningur (Radiomekanikari) Tænastu- og Tilvirkisyrkið: Fiskaídnaðar- og Havbúnaðaryrkið: Hárfríðkari Alari Klædnavirkari Fiskavirkari Kosmetikari Optikari Flutningsyrkið: Ortopædistur Bilelektromekanikari Skósmiður Bilmálari Skorsteinssópari Bilmekanikari Tannklinikkatstøðari Bilplátusmiður Tanntøkningur Entreprenørmaskinumekanikari Ursmiður Flogmekanikari Veterinærheilsurøktari Lastbilamekanikari Súkklu-/motorsúkklumekanikari Skrivstovuyrkið: Advokatskrivari Grafikara- og Miðlayrkið: Almenn fyrisiting Bókbindari Ferðavinna Fotografur Fyrisiting Miðlagrafikari KT-fyrisiting Prentari Læknaskrivari Serigrafur Roknskap/grannskoðan Skeltimálari Speditión/shipping Trygging Handilsyrkið: Handilsbreyt við sergreinunum Innkeyp Logistikk Søla Tænasta Innkeyp Smásølubreyt við sergreinunum Blómuprýði Dekoratørur Húsbúni & Tilgerð Smásøluatstøðari Fylgiskjal 2 Mai 2002 Samsvarandi § 1, stk. 2 í hesi kunngerð, eru nevndu skúlar góðkendir at hava undirvísing í teimum í fylgiskjali 1 nevndu útbúgvingunum, sum koma undir sáttmálaskyldu, samanber tó § 3: Yrki Skúlar Byggiyrkið: Bygningssnikkari Teknisku skúlarnir Timburmaður Teknisku skúlarnir El- og Samskiftisyrkið: Elektrikari Teknisku skúlarnir Fiskaídnaðar- & Havbúnaðaryrkið: Alari Fiskivinnuskúlin Fiskavirkari Fiskivinnuskúlin Flutningsyrkið: Bilmekanikari Teknisku skúlarnir Metallyrkið: Maskinsmiður Teknisku skúlarnir Metallsmiður Teknisku skúlarnir Plátu- & Konstruktiónssmiður Teknisku skúlarnir Rustfastur kleinsmiður Teknisku skúlarnir Rørsmiður Teknisku skúlarnir Stálskipasmiður Teknisku skúlarnir Skrivstovuyrkið: Fyrisiting Føroya Handilsskúli KT-fyrisiting Føroya Handilsskúli Tænastu- og Tilvirkisyrkið: Hárfríðkari Teknisku skúlarnir Harumframt eru skúlarnir góðkendir at hava undirvísing í ávísum skúlaskeiðum í hesum útbúgvingum, samanber tó § 3: Yrki: Skúlar: Skúlaskeið: Byggiyrkið: Maskinsnikkari Teknisku skúlarnir 1. Møbilsnikkari Teknisku skúlarnir 1. Skipssnikkari Teknisku skúlarnir 1. Træskipasmiður Teknisku skúlarnir 1. El- & samskiftisyrkið: Automatikktøkningur (Automatikmekanikari) Teknisku skúlarnir 1. Datamekanikari Teknisku skúlarnir 1. Elektrotøkningur (Elektromekanikari) Teknisku skúlarnir 1. Elektronikktøkningur (Elektronikmekanikari) Teknisku skúlarnir 1. Radio- og sjónvarpstólamekanikari (Radiomekanikari) Teknisku skúlarnir 1. Flutningsyrkið: Bilelektromekanikari Teknisku skúlarnir 1. Bilplátusmiður Teknisku skúlarnir 1. Entreprenørmaskinmekanikari Teknisku skúlarnir 1. Lastbilamekanikari Teknisku skúlarnir 1. Súkklu- og motorsúkklumekanikari Teknisku skúlarnir 1. Metallyrkið: Rustfastur kleinsmiður Teknisku skúlarnir 1., 2., 3. og 4. Plátu- og konstruktiónssmiður Teknisku skúlarnir 1. og 2.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.