Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

19. februar 2003 Nr. 25

Kunngerð um meirvirðisgjald hjá kommunum

Við heimild í § 3, stk. 2 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirviðisgjald við seinni broytingum verður fyrisett:

§ 1 Henda kunngerð fevnir um kommunur, kommunal virkir og stovnar

Henda kunngerð fevnir um kommunur, kommunal virkir og stovnar. Stk. 2. Kommunur, kommunal virkir og stovnar skulu rinda meirvirðisgjald til landskassan av virksemi sínum samsvarandi galdandi reglum í løgtingslóg um meirvirðisgjald.

§ 2 Meirvirðisgjald verður afturgoldið til kommunur og kommunal virkir og stovnar við 75% av…

Meirvirðisgjald verður afturgoldið til kommunur og kommunal virkir og stovnar við 75% av inngangandi meirvirðisgjaldi teirra.

§ 3 Bókhaldið hjá kommunum skal lúka krøvini í kap. 8 í løgtingslóg um meirvirðisgjald og kunngerð um…

Bókhaldið hjá kommunum skal lúka krøvini í kap. 8 í løgtingslóg um meirvirðisgjald og kunngerð um minstukrøv til bókhald og roknskap.

§ 4 Meirvirðisgjaldið verður endurrindað eftir umsókn, sum verður send Toll- og Skattstovu Føroya.…

Meirvirðisgjaldið verður endurrindað eftir umsókn, sum verður send Toll- og Skattstovu Føroya. Toll- og Skattstova Føroya útflýggjar umsóknarbløð at nýta viðvíkjandi endurrindanini.

§ 5 Tíðarfreist at lati inn uppgerðina ávikavist avgjaldstíðarskeiðið er samsvarandi § 20, stk. 1 og…

Tíðarfreist at lati inn uppgerðina ávikavist avgjaldstíðarskeiðið er samsvarandi § 20, stk. 1 og 2 í løgtingslóg um meirvirðisgjald. Stk. 2. Er uppgerðin saman við umsókn rættstundis móttikin, fer útgjaldingin fram í seinasta lagi 3 vikur eftir, at avgjaldsupphæddin fyri viðkomandi tíðarskeið er móttikin. Kann Toll- og Skattstova Føroya vegna viðurskiftini hjá einari kommunu ikki hava eftirlit við uppgerðini, verður útgjaldingarfreistin avbrotin, til viðurskiftini hjá kommununi ikki forða fyri eftirliti.

§ 6 Endurgjaldið kann ikki vera hægri enn 75% av tí goldna meirvirðisgjaldinum. Er ivi um støddina á…

Endurgjaldið kann ikki vera hægri enn 75% av tí goldna meirvirðisgjaldinum. Er ivi um støddina á upphæddini ella um, hvussu komið er fram til upphæddina, sum skal endurgjaldast, kann Toll- og Skattstova Føroya gera eina metta áseting av upphæddini. Stk. 2. Avgerðin hjá Toll- og Skattstovu Føroya kann kærast til Skatta- og Avgjaldskærunevndina.

§ 7 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi frá 1. januar 2003.…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi frá 1. januar 2003. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 77 frá 19. apríl 1993 frá Føroya Landsstýrið um meirvirðisgjald hjá kommunum. Fíggjarmálaráðið, 19. februar 2003 Karsten Hansen (sign.) landsstýrismaður / Petur Alberg Lamhauge (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
meirvirðisgjald hjá kommunum v.m. · innanhýsis
Áður galdandi · 31. august 2009
Avtøkur
meirvirðisgjald hjá kommunum · innanhýsis
Áður galdandi · 19. apríl 1993

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙