Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
31. august 2009 Nr. 110
Kunngerð um meirvirðisgjald hjá kommunum v.m.
Við heimild í § 3, stk. 2 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum broytt við løgtingslóg nr. 94 frá 5. desember 2002, og § 3 í løgtingslóg nr. 80 frá 25. mai 2009, og í samráð við skatta- og avgjaldskærunevndina verður ásett:
§ 1 Henda kunngerð fevnir um kommunur, kommunal virkir og stovnar og serstøk lutaíbúðafeløg, sbrt.…
Henda kunngerð fevnir um kommunur, kommunal virkir og stovnar og serstøk lutaíbúðafeløg, sbrt. kap. 3 í løgtingslóg um lutaíbúðafeløg. Stk. 2. Kommunur, kommunal virkir og stovnar og serstøk lutaíbúðafeløg skulu rinda meirvirðisgjald til landskassan av virksemi sínum samsvarandi galdandi reglum í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
§ 2 Meirvirðisgjald verður afturgoldið til kommunur og kommunal virkir og stovnar og serstøk…
Meirvirðisgjald verður afturgoldið til kommunur og kommunal virkir og stovnar og serstøk lutaíbúðafeløg við 75% av inngangandi meirvirðisgjaldi teirra.
§ 3 Bókhaldið hjá kommunum og serstøkum lutaíbúðafeløgum skulu lúka krøvini í kap. 8 í løgtingslóg um…
Bókhaldið hjá kommunum og serstøkum lutaíbúðafeløgum skulu lúka krøvini í kap. 8 í løgtingslóg um meirvirðisgjald. Kommunur skulu harumframt lúka krøvini um roknskaparverk kommunanna o.tíl. Serstøk lutaíbúðarfeløg skulu harumframt lúka krøvini í kunngerð um minstukrøv til bókhald og roknskap.
§ 4 Meirvirðisgjaldið verður endurrindað eftir umsókn, sum verður send TAKS. TAKS útflýggjar…
Meirvirðisgjaldið verður endurrindað eftir umsókn, sum verður send TAKS. TAKS útflýggjar umsóknarbløð at nýta viðvíkjandi endurrindanini.
§ 5 Tíðarfreist at lata inn uppgerðina ávikavist avgjaldstíðarskeiðið er samsvarandi § 20, stk. 1 og…
Tíðarfreist at lata inn uppgerðina ávikavist avgjaldstíðarskeiðið er samsvarandi § 20, stk. 1 og 2 í løgtingslóg um meirvirðisgjald. Stk. 2. Er uppgerð hjá kommunu saman við umsókn og tíðarskeiðsroknskapum, sbrt. kunngerð um roknskaparverk kommunanna o.tíl., rættstundis móttikin, fer útgjaldingin fram í kommunuavrokning frá Føroya Gjaldstova. Stk. 3. Er uppgerð hjá serstøkum lutaíbúðarfelagi saman við umsókn rættstundis móttikin, fer útgjaldingin fram í seinasta lagi 3 vikur eftir, at avgjaldsupphæddin fyri viðkomandi tíðarskeið er móttikin. Stk. 4. Kann TAKS ávíkavist Føroya Gjaldstova vegna viðurskiftini hjá einari kommunu ella serstøkum lutaíbúðarfelag ikki hava eftirlit við uppgerðini, verður útgjaldingarfreistin avbrotin, til viðurskiftini hjá kommununi ella serstaka lutaíbúðarfelagnum ikki longur forða fyri eftirliti.
§ 6 Endurgjaldið kann ikki vera hægri enn 75% av tí goldna meirvirðisgjaldinum. Er ivi um støddina á…
Endurgjaldið kann ikki vera hægri enn 75% av tí goldna meirvirðisgjaldinum. Er ivi um støddina á upphæddini ella um, hvussu komið er fram til upphæddina, sum skal endurgjaldast, kann TAKS gera eina metta áseting av upphæddini. Stk. 2. Avgerðin hjá TAKS kann kærast til Skatta- og Avgjaldskærunevndina.
§ 7 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 25 frá 19. februar 2003 um meirvirðisgjald hjá kommunum. Fíggjarmálaráðið, tann 31. august 2009 Jóannes Eidesgaard (sign.) landsstýrismaður / Petur Alberg Lamhauge (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.