Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

19. apríl 1993 Nr. 77

Kunngerð um meirvirðisgjald hjá kommunum

Við heimild í § 3, stk. 2 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1 Henda kunngerð fevnir um kommunur, kommunal virkir og stovnar

Henda kunngerð fevnir um kommunur, kommunal virkir og stovnar. Stk. 2. Kommunur, kommunal virkir og stovnar skulu rinda meirvirðisgjald til landskassan av virksemi sínum samsvarandi galdandi reglum í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald við seinni broytingum.

§ 2 Meirvirðisgjald verður afturgoldið til kommunur og kommunal virkir og stovnar við 75% av…

Meirvirðisgjald verður afturgoldið til kommunur og kommunal virkir og stovnar við 75% av inngangandi meirvirðisgjaldi teirra.

§ 3 Bókhaldið hjá kommununum skal lúka krøvini sambært 8. kap. í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september…

Bókhaldið hjá kommununum skal lúka krøvini sambært 8. kap. í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald við seinni broytingum og kunngerð nr. 22 frá 27. januar 1993 um minstukrøv til bókhald og roknskap.

§ 4 Meirvirðisgjaldið verður endurrindað eftir umsókn, sum verður send Toll- og Skattstovu Føroya,…

Meirvirðisgjaldið verður endurrindað eftir umsókn, sum verður send Toll- og Skattstovu Føroya, sum útflýggjar umsóknarbløð at nýta viðvíkjandi endurrindanini.

§ 5 Avgjaldstíðarskeiðið er sambært § 20, stk. 2 og tíðarfreist at lata inn uppgerðina er sambært §…

Avgjaldstíðarskeiðið er sambært § 20, stk. 2 og tíðarfreist at lata inn uppgerðina er sambært § 20, stk. 1 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald við seinni broytingum. Stk. 2. Er uppgerðin saman við umsókn rættstundis móttikin, fer útgjaldingin fram í seinasta lagi 3 vikur eftir, at avgjaldsupphæddin fyri viðkomandi tíðarskeið er móttikin. Kann Toll- og Skattstova Føroya vegna viðurskiftini hjá einari kommunu ikki hava eftirlit við uppgerðini, verður útgjaldingarfreistin avbrotin, til viðurskiftini hjá kommununi ikki forða eftirliti.

§ 6 Endurgjaldið kann ikki vera hægri enn 75% av tí goldna meirvirðisgjaldinum. Er ivi um støddina á…

Endurgjaldið kann ikki vera hægri enn 75% av tí goldna meirvirðisgjaldinum. Er ivi um støddina á upphæddini ella háttinum, sum komið er fram til upphæddina, sum skal endurgjaldast, kann Toll- og Skattstova Føroya gera eina metta áseting av upphæddini. Stk. 2. Avgerðir hjá Toll- og Skattstovu Føroya kunnu kærast til meirvirðisgjaldsnevndina samsvarandi reglunum í § 32, stk. 3 í løgtingslóg um meirvirðisgjald.

§ 7 Henda kunngerð fær gildi frá 1. jan. at rokna

Henda kunngerð fær gildi frá 1. jan. at rokna.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
meirvirðisgjald hjá kommunum · innanhýsis
Áður galdandi · 19. februar 2003

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙