Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
30. desember 2025 Nr. 237
Kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2026, sum seinast broytt við kunngerð nr. 10 frá 30. januar 2026
Kapittul 1 Virkisøki
Kapittul 2 Kvotur, fiskiloyvi o.a.
Kapittul 3 Hjáveiða, hámark fyri íblanding av ungfiski og undirmálsfiskur
Kapittul 4 Reiðskapur
Kapittul 5 Ymiskar ásetingar
Kapittul 6 Revsireglur og gildistíð
Við heimild í í § 22, stk. 1, § 23, stk. 1, 2. pkt. og stk. 2, § 34, stk. 1, nr. 1-4, stk. 2, nr. 2-4, 6, 9 og 10, stk. 3 og 4, § 38, stk. 3, § 39, stk. 2, § 50, stk. 4 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021, løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2023 og løgtingslóg nr. 91 frá 7. mai 2025, verður ásett:
Kapittul 1
Virkisøki
Kapittul 1 Virkisøki
Kunngerðin skipar fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2026. Kapittul 2 Kvotur, fiskiloyvi o.a. Føroysk kvota
Kapittul 2 Kvotur, fiskiloyvi o.a.
1) Føroyska kvotan av norðhavssild í 2026 er 53.391 tons. Stk. 2. 1) Afturat kvotuni í stk. 1 verða 2.927 tons av norðhavssild, ið ikki vórðu fiskað í 2025, flutt til at verða fiskað í 2026.
1) Av kvotuni sambært § 2 verða 43.704 tons sett av til fiskifør undir føroyskum flaggi at fiska. Stk. 2. 1) Føroyska heildarkvotan av norðhavssild í 2026 er 38.917 tons. Býti av føroysku kvotuni
1) Av kvotuni sambært § 3, stk. 1 verða 30.830 tons latin eigarum av fiskiførum, sum í 2024 høvdu rættindi at fiska av egnari árskvotu av norðhavssild, undantikið kvota sambært § 5, kvota keypt á uppboði og kvotur umlagdar sambært § 10, stk. 3 ella § 49, stk. 4 í løgtingslógini. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu. Stk. 2. Kvota sambært stk. 1 kann fiskast í føroyskum sjógvi, í íslendskum sjógvi, í NEAFC-skipanarøkinum og í norskum sjógvi sambært §§10 og 11.
1) Av kvotuni sambært § 3, stk. 1 verða 2.249 tons latin øðrum enn teimum í § 4 nevndu, sum í 2009 høvdu rætt til at fiska uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi, ella teimum, sum hesin rættur seinni er fluttur til, og sum var í gildi 31. desember 2024. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu. Stk. 2. Kvota sambært stk. 1 kann fiskast í føroyskum sjógvi, í íslendskum sjógvi, í NEAFC-skipanarøkinum og í norskum sjógvi sambært §§ 10 og 11.
Eigari av ávísum fiskifari við kvotu sambært §§ 4 ella 5 kann, sambært § 34, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini, flyta kvotu, sum ikki er fiskað í 2026 til 2027, tó í mesta lagi eina nøgd, ið er 10% av egnu árskvotuni í 2026. Stk. 2. Eigari av ávísum fiskifari kann, sambært § 34, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini, fiska upp um egnu árskvotuna í 2026, tó í mesta lagi eina nøgd, ið samsvarar við 10% av egnu árskvotuni í 2026. Ov nógv fiskað í 2026 verður sambært § 34, stk. 4, 2. pkt. í løgtingslógini mótroknað av egnari árskvotu í 2027.
1) Av kvotuni sambært § 3, stk. 1 verða 2.452 tons sett av til rættindi keypt á uppboðssølu eftir ásetingunum í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi, íroknað tær nøgdir, sum eru lagdar um til egnar árskvotur sambært § 9 í løgtingslógini. Fiskiskapurin eftir hesi kvotu kann fara fram í føroyskum sjógvi, í íslendskum sjógvi, í NEAFC-skipanarøkinum og í norskum sjógvi sambært §§ 10 og 11. Stk. 2. Eigari av ávísum fiskifari við kvotu av nøgdini í stk. 1, har gildistíðarskeiðið er runnið, og kvotan er útlutað sum egin árskvota, kann sambært § 34, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini flyta kvotu, sum ikki er fiskað í 2026 til 2027, tó í mesta lagi eina nøgd, ið samsvarar við 10% av egnu árskvotuni í 2026. Stk. 3. Eigari av fiskifari við kvotu av nøgdini í stk. 1, har gildistíðarskeiðið er runnið, og kvotan er útlutað sum egin árskvota, kann sambært § 34, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini fiska upp um egnu árskvotuna í 2026, tó í mesta lagi eina nøgd, ið samsvarar við 10% av egnu árskvotuni í 2026. Ov nógv fiskað í 2026 verður sambært § 34, stk. 4, 2. pkt. í løgtingslógini mótroknað av egnari árskvotu í 2027.
1) 2) Av kvotuni sambært § 3, stk. 1 verða 4.787 tons sett av til vinnuligar royndir og verkætlanir samsvarandi § 14 í løgtingslógini. Menningarkvotur, sum eru lagdar um til egnar árskvotur sambært § 10, stk. 3 í løgtingslógini, verða roknaðar av hesi nøgdini sambært § 10, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini. Kvotur av teimum 4.787 tonsunum kunnu fiskast í føroyskum sjógvi, í íslendskum sjógvi, í NEAFC-skipanarøkinum og í norskum sjógvi sambært §§ 10 og 11. Stk. 2. Eigari av ávísum fiskifari, sum hevur kvotu eftir stk. 1, kann sambært § 34, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini flyta kvotu, sum ikki er fiskað í 2026 til 2027, tó í mesta lagi eina nøgd, ið samsvarar við 10% av egnari árskvotu í 2026. Stk. 3. Eigari av ávísum fiskifari, sum hevur kvotu eftir stk. 1, kann sambært § 34, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini fiska upp um egnu árskvotuna í 2026, tó í mesta lagi við eini nøgd, ið samsvarar við 10% av egnari árskvotu í 2026. Ov nógv fiskað í 2026 verður sambært § 34, stk. 4, 2. pkt. í løgtingslógini mótroknað av tillutaðari eginkvotu í 2027.
1) Av kvotuni sambært § 3, stk. 1 verða 3.386 tons sett av til vinnuligar royndir og verkætlanir samsvarandi § 16, stk. 2 og 3 í løgtingslógini. Kvotur av teimum 3.386 tonsunum kunnu fiskast í føroyskum sjógvi, í íslendskum sjógvi, í NEAFC-skipanarøkinum og í norskum sjógvi sambært §§ 10 og 11. Stk. 2. Eigari av ávísum fiskifari, sum hevur kvotu av nøgdini í stk. 1, og sum er løgd um til egna árskvotu sambært § 49, stk. 4 í løgtingslógini, kann sambært § 34, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini flyta kvotu, sum ikki er fiskað í 2026 til 2027, tó í mesta lagi eina nøgd, ið samsvarar við 10% av egnu árskvotuni í 2026. Stk. 3. Eigari av ávísum fiskifari, sum hevur kvotu av nøgdini í stk. 1, og sum er løgd um til egna árskvotu sambært § 49, stk. 4 í løgtingslógini, kann sambært § 34, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini fiska upp um egnu árskvotuna í 2026, tó í mesta lagi eina nøgd, ið samsvarar við 10% av egnu árskvotuni í 2026. Ov nógv fiskað í 2026 verður sambært § 34, stk. 4, 2. pkt. í løgtingslógini mótroknað av egnari árskvotu í 2027. Atgongd at fiska norðhavssild í norskum sjógvi
1) 2) Eigarar av fiskiførum við fiskiloyvi sambært hesi kunngerð kunnu fiska alla sína kvotu norðan fyri 62°N í norskum sjógvi í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 1. mars og í tíðarskeiðinum frá 1. september til 31. desember. Stk. 2. 1) Veiða í norskum sjógvi verður roknað av kvotuni, sum fiskifarið eigur lut í sambært §§ 4 og 5 og §§ 7-9. Stk. 3. 1) Eru líkindi fyri, at atgongdin at fiska kvotuna sambært stk. 1 ikki verður fullnýtt, kann landsstýrisfólkið við fráboðan umskipa rættin til atgongd til norskan sjógv. Stk. 4. 1) (Strikað). Stk. 5. 1) (Strikað). Stk. 6. 1) (Strikað). Stk. 7. 1) (Strikað). Stk. 8. 1) (Strikað). Stk. 9. 1) (Strikað). Stk. 10. 1) (Strikað). Stk. 11. 1) (Strikað).
Sambært avtalu við Noreg kunnu í mesta lagi 12 skip fiska norðhavssild í norskum sjógvi í senn. Stk. 2. Skip, sum ætla sær í norskan sjógv at fiska sambært hesi kunngerð, skulu søkja Vørn um loyvi fyri ein túr í senn. Ein túrur verður roknaðar frá tí, fiskifarið byrjar fiskiskap, til fiskifarið fer inn at landa. Stk. 3. Fiskifør, sum fiska norðhavssild í norskum sjógvi, hava ikki loyvi at fiska aðrastaðni á sama túri. Stk. 4. Sambært avtaluni við Noreg skal øll norðhavssild, sum føroysk skip veiða í norskum sjógvi ella við Jan Mayen, seljast ígjøgnum ella við góðkenning frá Norges Sildesalgslag. Stk. 5. Skiparin skal fylgja teimum reglum, sum galda fyri fiskiskap eftir norðhavssild fyri fiskifør undir føroyskum flaggi í norskum sjógvi. Fiskiloyvi
Fiskiskapur eftir norðhavssild sambært hesi kunngerð kann bert fara fram við fiskiførum, sum hava veiðiloyvi, og sum eftir umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn. Tó krevst ikki veiðiloyvi til fiskiskap av kvotum sambært § 7, sum ikki eru lagdar um eftir § 9 í løgtingslógini. Stk. 2. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu bert byrja fiskiskap í íslendskum sjógvi, í NEAFC-skipanarøkinum ella í norskum sjógvi, um Vørn hevur váttað, at tey eru á lista yvir fiskifør, sum Ísland ella Noreg hava givið loyvi at fiska í teirra sjóøki, ella eru fráboðað NEAFC at fiska í NEAFC-skipanarøkinum. Stk. 3. Tá søkt verður um fiskiloyvi til fiskiskap eftir norðhavssild sambært §§ 4 og 5 skal umsóknarblað nýtast, ið er tøkt á www.torvan.fo. Fiskileiðir
Í føroyskum sjógvi kann kvota sambært hesi kunngerð bert fiskast uttan fyri linjur drignar 12 fjórðingar úr grundlinjunum, ið eru ásettar í bekendtgørelse om afgrænsningen af søterritoriet ved Færøerne, og norðan fyri 62˚30’N. Partroling
Partroling er bert loyvd millum fiskifør í sama bólki. Bólkarnir eru hesir: 1) Fiskifør 1.000 bruttotons, BT, og størri sambært málibrævi skipsins. 2) Fiskifør minni enn 1.000 bruttotons, BT, sambært málibrævi skipsins. Stk. 2. Áðrenn fiskifar fer at partrola, skal fráboðan sendast Vørn um, hvørjum trolað verður saman við. Eisini skal fráboðan sendast Vørn, tá partrolingin, saman við fráboðaða fiskifarinum, endar. Stk. 3. Fiskifør, sum hava veiðu umborð, sum ikki er farin um eina góðkenda innvigingarskipan, kunnu ikki partrola við øðrum skipi. Landing og innviging
Hóast ásetingarnar í kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum og kunngerð um avreiðing av feskum uppsjóvarfiski at frysta ella meirvirka í Føroyum skal allur fiskur og øll fiskavøra vigast, tá veiða sambært hesi kunngerð fer um eina innvigingarskipan, undantikið, tá veiðan verður goymd í kørum ella kassum umborð og undantikið, tá veiðan verður fryst og pakkað umborð. Kapittul 3 Hjáveiða, hámark fyri íblanding av ungfiski og undirmálsfiskur Hjáveiða
Kapittul 3 Hjáveiða, hámark fyri íblanding av ungfiski og undirmálsfiskur
Hjá fiskiførum, ið hava loyvi at fiska uppsjóvarfisk, sum er undir kvotuskipan, er hjáveiða av hesum uppsjóvarfiskasløgum loyvd í beinleiðis fiskiskapi eftir norðhavssild. Hjáveiðan verður roknað av eginkvotuni hjá viðkomandi fiskifari ella av felagskvotuni hjá viðkomandi fiskiførum. Stk. 2. Hjá fiskiførum sambært stk. 1, har kvotan av uppsjóvarfiski er uppfiskað, og hjá fiskiførum, sum ikki eru fevnd av stk. 1, kann hjáveiða av uppsjóvarfiski, sum er undir kvotuskipan, í mesta lagi vera 10% av samlaðu vektini fyri hvørja avreiðing, lating, uppskiping ella umskiping.
Samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur í føroyskum sjógvi skal ikki vera meir enn 2% av samlaðu veiðuni fyri túrin, hálið ella kastið. Stk. 2. Skiparin hevur skyldu at boða Vørn frá, um íblandingin av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur er meir enn 2% av vektini í hvørjum háli ella kasti. Bráðfeingis veiðibann
Sambært § 59, stk. 1 í løgtingslógini kann Vørn lýsa bráðfeingis veiðibann fyri ávísan fiskiskap á ávísum leiðum í føroyskum sjógvi, har hjáveiða er meira enn ásetta hámarkið. Bráðfeingis veiðibann verður ásett fyri upp til 4 vikur hvørja ferð. Undirmálsfiskur
Veiðan av undirmálssild skal ikki vera meir enn 5% av samlaðu vektini av veiðuni fyri túrin. Stk. 2. Sild, ið er undir 22 cm, mátað fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, tá hon er strekt, er undirmálssild.
Tá fiskað verður í føroyskum sjógvi sambært hesi kunngerð, skulu fiskifør halda seg til ásetingarnar um ungfisk, ásettar í kunngerð um vernd av ungfiski og hámark fyri íblanding av ungfiski. Kapittul 4 Reiðskapur Meskar í uppsjóvartroli
Kapittul 4 Reiðskapur
Tá norðhavssild verður fiskað við uppsjóvartroli í føroyskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum, skulu meskarnir ikki fara niður um 35 mm. Stk. 2. Ásetingarnar um trolposan í § 8, stk. 1-3 í kunngerð um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, eru ikki galdandi í beinleiðis fiskiskapi eftir norðhavssild. Gørn
Beinleiðis veiða eftir norðhavssild við gørnum í føroyskum sjógvi er ikki loyvd. Kapittul 5 Ymiskar ásetingar Umrokningarfaktorar
Kapittul 5 Ymiskar ásetingar
Við umrokning av sild og sildaúrdrátti til runda vekt í sambandi við uppgerð av veiðu skulu hesir umrokningarfaktorar nýtast: 1) Kruvd, við høvdi 1,00. 2) Kruvd, avhøvdað 1,00. 3) Flak við skræðu og beinum 2,00. 4) Flak, skrædlað, við beinum 2,00. 5) Flak, skrædlað, uttan bein 2,00. 6) Fiskamjøl 5,11. Ymiskar ásetingar um útgerð umborð
Gloppið millum rimarnar í pumpukassanum kann í mesta lagi vera 10 mm. Rimarnar skulu vera sveisaðar fastar. Um pumpukassin hevur hol í staðin fyri rimar, skal tvørmátið á holunum ikki fara upp um 10 mm. Hol í sliskuni, áðrenn pumpukassan, skulu ikki vera meiri enn 15 mm í tvørmát.
Vørn kann krevja at fáa tekningar frá skipum, sum vísa, hvussu fongurin verður hagreiddur umborð og um tømingarmøguleikar. Skip skulu til einhvørja tíð hava avrit av hesum tekningum umborð.
Fiskifør, sum ikki frysta veiðuna umborð, hava ikki loyvi at hava ella brúka sjálvvirkandi støddarskiljarar umborð. Um veiðan verður fryst ella virkað umborð, skal hetta gerast beint eftir støddarskiljing. Umskiping, virking o.a.
Fiskifør, og onnur før, undir føroyskum flaggi kunnu eftir umsókn fáa loyvi frá Vørn til at umskipa, lata og taka ímóti veiðu, sum er fiskað sambært hesi kunngerð. Sama er galdandi fyri før undir fremmandum flaggi í føroyskum sjógvi, sum eru limir í NEAFC ella hava støðu sum samstarvandi land í NEAFC. Stk. 2. Í 2026 er loyvt at virka veiðu sambært hesi kunngerð umborð eftir treytum, sum Vørn ásetir. Virking umborð er eftir hesi kunngerð, tá fiskurin er meiri viðgjørdur enn sløgdur ella avhøvdaður, sama hvussu hann er goymdur. Stk. 3. Í loyvið, sambært stk. 1, verða settar treytir um innvigingarskipan, fráboðanir í sambandi við landing til móttøkuskip ella flutningsskip og umskiping, eygleiðara o.a. Stk. 4. Umskiping frá skipum, sum taka ímóti og frysta norðhavssild í føroyskum sjógvi, kann bert fara fram við bryggju í føroyskari havn og við loyvi frá Vørn. Vørn kann í serligum førum geva undantak frá hesum kravi treytað av, at eftirlitið í sambandi við umskiping verður mett nøktandi. Stk. 5. Vørn kann áleggja skipum, sum taka ímóti og frysta norðhavssild í føroyskum sjógvi, at koma í føroyska havn til eftirlit, áðrenn tey fara úr føroyskum sjógvi. Stk. 6. Treytað av, at eftirlitið verður mett nøktandi, kann Vørn eftir umsókn geva skipum, sum taka ímóti veiðu frá øðrum skipi í føroyskum sjógvi og flyta veiðuna til innvigingarstað í Føroyum, undantak frá kravinum um at hava góðkenda innvigingarskipan sambært kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum. Eygleiðari
Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð, og førum, sum umskipa, taka ímóti frá øðrum fari ella lata øðrum fari veiðu ella úrdrátt úr veiðu. Fiskifarið ber allar útreiðslur av at hava eygleiðara umborð. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar. Sýni
Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at taka sýni av veiðuni.
Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at gera kanningar av veiðuni, harundir av stødd, vekt og dygd. Fráboðanir
Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir elektroniskt til Vørn sambært skjali 1: 1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Tá farið verður í íslendskan sjógv, í norskan sjógv ella í NEAFC-skipanarøkið, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í íslendskan sjógv, norskan sjógv ella í NEAFC-skipanarøkið. 2) Veiðifráboðan hvønn dag. Skipið skal, hvønn fyrrapart áðrenn kl. 12 UTC, boða frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin. 3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Tá farið verður úr íslendskum sjógvi, norskum sjógvi ella NEAFC-skipanarøkinum, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr íslendskum sjógvi, norskum sjógvi ella NEAFC-skipanarøkinum. Stk. 2. Fiskifarið skal somuleiðis senda norskum myndugleikum elektroniskar fráboðanir samsvarandi teimum reglum, sum galda fyri fiskiskap í norskum sjógvi. Kapittul 6 Revsireglur og gildistíð Revsing o.a.
Kapittul 6 Revsireglur og gildistíð
Brot á § 12, stk. 2, §§ 13-15, § 16, stk. 2, § 17, § 19, stk. 1, § 21, stk. 1, §§ 22-24, § 25, 2. pkt., § 26, § 27, stk. 4, 1. pkt. og § 31 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður við sekt, sum virkar, umskipar, letur ella tekur ímóti veiðu uttan loyvi sambært § 27, stk. 1, sum ikki fylgir treytum sambært § 27, stk. 2, 1. pkt., sum ikki fylgir boðum sambært § 25, 1. pkt., § 27, stk. 5 og §§ 29 og 30, ella forðar Vørn í at útinna sínar uppgávur sambært § 28. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini. Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð. Gildistíð
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026 og fer úr gildi 1. januar 2027. Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 30. desember 2025 Eirikur í Jákupsstovu (sign.) landsstýrismaður / Pól E. Egholm (sign.) Skjal 1 Fráboðanir til Vørn Niðan fyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “Veiðifráboðanir”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis Elektronisku veiðidagbókina, sum er góðkend av Vørn. 1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í íslendskan sjógv, norskan sjógv ella í NEAFC-skipanarøkið. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Loyvisnummar LC Nummar á fiskiloyvi Beinleiðis veiða DS Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum (um tøkt) Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið hagar skipið fer til fiskiskap Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða umborð OB Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) Viðmerkingar RE Viðmerkingar 2) CAT - Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Loyvisnummar LC Nummar á fiskiloyvi Beinleiðis veiða DS Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum (um tøkt) Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið har skipið er til fiskiskap Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða CA Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Samlað veiða umborð TC Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) Viðmerkingar RE Viðmerkingar 3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr íslendskum sjógvi, norskum sjógvi ella NEAFC-skipanarøkinum. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Loyvisnummar LC Nummar á fiskiloyvi Beinleiðis veiða DS Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum (um tøkt) Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða CA Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Samlað veiða umborð TC Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. Móttøkuhavn PO Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður Landað ella umskipað TR Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað PD Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað PT Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) Viðmerking RE Viðmerking 1) Broytt við kunngerð nr. 9 frá 20. januar 2026. 2) Broytt við kunngerð nr. 10 frá 30. januar 2026.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(3)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
3 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.