Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

30. januar 2026 Nr. 10

Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2026

(Rætting í kvotutali og longt tíðarskeið fyri atgongd til norskan sjógv)

§ 1 Í kunngerð nr. 237 frá 30. desember 2025 um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild við…

Í kunngerð nr. 237 frá 30. desember 2025 um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2026, sum broytt við kunngerð nr. 9 frá 20. januar 2026, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 8, stk. 1, 1. pkt. verður “6.439 tons” broytt til: “4.787 tons”. 2. Í § 8, stk. 1, 3. pkt. verður “4.156 tonsunum” broytt til: “4.787 tonsunum”. 3. Í § 10, stk. 1 verður “1. januar til 1. februar” broytt til: “1. januar til 1. mars”.

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 30. januar 2026 Eirikur í Jákupsstovu (sign.) landsstýrismaður / Pól E. Egholm (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙