Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. januar 2026 Nr. 9

Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2026

(Dagførd kvotutøl og ófiskað kvota í 2025 flutt til 2026)

§ 1 Í kunngerð nr. 237 frá 30. desember 2025 um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild við…

Í kunngerð nr. 237 frá 30. desember 2025 um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2026 verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 2 verður “40.000 tons” broytt til: “53.391 tons”. 2. Í § 2 verður sum stk. 2 sett: “Stk. 2. Afturat kvotuni í stk. 1 verða 2.927 tons av norðhavssild, ið ikki vórðu fiskað í 2025, flutt til at verða fiskað í 2026.” 3. Í § 3, stk. 1 verður “29.300 tons” broytt til: “43.704 tons”. 4. Í § 3, stk. 2 verður “25.900 tons” broytt til: “38.917 tons”. 5. Í § 4, stk. 1, 1. pkt. verður “20.518 tons” broytt til: “30.830 tons”. 6. Í § 5, stk. 1, 1. pkt. verður “1.497 tons” broytt til: “2.249 tons”. 7. Í § 7, stk. 1, 1. pkt. verður “1.632 tons” broytt til: “2.452 tons”. 8. Í § 8, stk. 1, 1. pkt. verður “2.952 tons” broytt til: “6.439 tons”. 9. Í § 8, stk. 1, 3. pkt. verður “2.952 tonsunum” broytt til: “4.156 tonsunum”. 10. Í § 9, stk. 1, 1. pkt. verður “2.253 tons” broytt til: “3.386 tons”. 11. Í § 9, stk. 1, 2. pkt. verður “2.253 tonsunum” broytt til: “3.386 tonsunum”. 12. § 10 verður orðað soleiðis: “§ 10. Eigarar av fiskiførum við fiskiloyvi sambært hesi kunngerð kunnu fiska alla sína kvotu norðan fyri 62°N í norskum sjógvi í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 1. februar og í tíðarskeiðinum frá 1. september til 31. desember. Stk. 2. Veiða í norskum sjógvi verður roknað av kvotuni, sum fiskifarið eigur lut í sambært §§ 4 og 5 og §§ 7-9. Stk. 3. Eru líkindi fyri, at atgongdin at fiska kvotuna sambært stk. 1 ikki verður fullnýtt, kann landsstýrisfólkið við fráboðan umskipa rættin til atgongd til norskan sjógv.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 20. januar 2026 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður / Pól E. Egholm (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙