Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

18. desember 2020 Nr. 203

Kunngerð um ALS-gjald, sum seinast broytt við kunngerð nr. 69 frá 21. juli 2026

1) Við heimild í § 9, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 25. mai 2009, løgtingslóg nr. 177 frá 17. desember 2020 og løgtingslóg nr. 42 frá 25. mars 2025, og í samráð við stýrið fyri ALS, verður ásett:

§ 1 2) 3) Tað í § 9, stk. 1 í løgtingslógini nevnda ALS-gjald er 0,6%

2) 3) Tað í § 9, stk. 1 í løgtingslógini nevnda ALS-gjald er 0,6%.

§ 2 1) Inntøkur sambært § 8, stk. 1, nr. 2 og 3 í løgtingslógini sleppa undan gjaldskyldu frá tí…

1) Inntøkur sambært § 8, stk. 1, nr. 2 og 3 í løgtingslógini sleppa undan gjaldskyldu frá tí degi, Arbeiðsloysisskipanin hevur fingið skrivliga fráboðan um hesar. Stk. 2. 1) (Strikað).

§ 3 1) Tá inntøka sambært § 2, nr. 1, litra a, í løgtingslógini verður rindað av gjaldskyldugum…

1) Tá inntøka sambært § 2, nr. 1, litra a, í løgtingslógini verður rindað av gjaldskyldugum sambært § 7, stk. 1, nr. 2 í løgtingslógini, skulu hesi avrokna sín part av ALS-gjaldinum til Arbeiðsloysisskipanina sambært stk. 3. Stk. 2. 1) Tá inntøka sambært sambært § 2, nr. 1, litra b og c í løgtingslógini verður rindað ella móttikin av gjaldskyldugum sambært § 7, stk. 1, nr. 1 og nr. 2 í løgtingslógini, skulu hesi avrokna sín part av ALS-gjaldinum til Arbeiðsloysisskipanina sambært stk. 3. Stk. 3. 1) Tá ALS-gjald sambært stk. 1 og 2 verður avroknað til Arbeiðsloysisskipanina, skal annar av fylgjandi inngjaldingarháttum verða brúktur: 1) Við at geva Arbeiðsloysisskipanini fulltrú til at taka ALS-gjaldið av peningastovnskonto hjá viðkomandi. 2) Við at rinda ALS-gjaldið eftir rokning frá Arbeiðsloysisskipanini. Rokning fyri ALS-gjald frá Arbeiðsloysisskipanini skal gjaldast innan leypandi mánað og sjey arbeiðsdagar eftir, at Arbeiðsloysisskipanin hevur sent rokningina. Stk. 4. 1) Tey gjaldsskyldugu, sum velja at rinda eftir rokning sambært hesi grein, skulu rinda eitt avgreiðslugjald á kr. 100 fyri hvørja rokning.

§ 4 Hendan kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 136 frá 3.…

Hendan kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 136 frá 3. november 2009 um ALS-gjald. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 18. desember 2020 Helgi Abrahamsen (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 69 frá 21. juli 2026. 2) Broytt við kunngerð nr. 107 frá 6. oktober 2023, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2024.” 3) Broytt við kunngerð nr. 176 frá 18. november 2025, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
ALS-gjald, sum broytt við kunngerð nr. 165 frá 20. desember 2011 · innanhýsis
Áður galdandi · 3. november 2009
Broytingar
broyting í kunngerð um ALS-gjald · innanhýsis
Galdandi · 21. juli 2026
Broytingar
broyting í kunngerð um ALS-gjald · innanhýsis
Galdandi · 18. november 2025
Broytingar
broyting í kunngerð um ALS-gjald · innanhýsis
Galdandi · 6. oktober 2023
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙