Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

3. november 2009 Nr. 136

Kunngerð um ALS-gjald, sum broytt við kunngerð nr. 165 frá 20. desember 2011

Við heimild í § 9, stk. 2 og 4 og § 11 í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009, verður ásett:

§ 1 1) Tað í § 9, stk. 1 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing nevnda ALS-gjald er…

1) Tað í § 9, stk. 1 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing nevnda ALS-gjald er 1,25%.

§ 2 Undir aðrar skattskyldugar almannaveitingar sambært § 8, nr. 2 í løgtingslóg um…

Undir aðrar skattskyldugar almannaveitingar sambært § 8, nr. 2 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, koma m.a. avlamisveiting og barnapeningur. Stk. 2. Inntøkur sambært § 8, nr. 2 og 3 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sleppa undan gjaldsskyldu frá tí degi, Arbeiðsloysisskipanin hevur fingið skrivliga fráboðan um hesar.

§ 3 Áðrenn inntøka, sum ALS-gjald skal roknast av, sambært § 8 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging…

Áðrenn inntøka, sum ALS-gjald skal roknast av, sambært § 8 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, verður útgoldin persóni, sum er gjaldsskyldugur sambært § 7, nr. 1 í nevndu lóg, skal ALS-gjaldið avroknast gjøgnum eitt av landsstýrinum góðkendum stað til avrokning av lønum. Avrokningarstaðið avroknar ALS-gjaldið til Arbeiðsloysisskipanina. Stk. 2. Tá A-inntøka verður rindað av gjaldsskyldugum sambært § 7, nr. 2 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, skulu hesi avrokna sín part av ALS-gjaldinum til Arbeiðsloysisskipanina sambært øðrum av fylgjandi inngjaldingarháttum: 1) Við at geva Arbeiðsloysisskipanini fulltrú til at taka ALS-gjaldið av peningastovnskonto hjá viðkomandi. 2) Við at rinda ALS-gjaldið eftir rokning frá Arbeiðsloysisskipanini. Rokning fyri ALS-gjald frá Arbeiðsloysisskipanini skal gjaldast innan 7 dagar eftir, at Arbeiðsloysisskipanin hevur sent rokningina. Stk. 3. Teir arbeiðsgevarar, sum velja at rinda eftir rokning sambært stk. 2, nr. 2, skulu rinda eitt avgreiðslugjald á kr. 100 fyri hvørja rokning.

§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð frá stýrinum fyri ALS um gjald til Arbeiðsloysisskipanina, dagfest 26. november 1999, og kunngerð frá stýrinum fyri ALS um broyting av ALS-gjaldinum, dagfest 17. juni 2004. Vinnumálaráðið, tann 3. november 2009 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 165 frá 20. desember 2011, har § 2 ljóðar soleiðis: ”Hendan kunngerð fær gildi 1. januar 2012.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
ALS-gjald, sum seinast broytt við kunngerð nr. 69 frá 21. juli 2026 · innanhýsis
Galdandi · 18. desember 2020
Broytingar
broyting í kunngerð um ALS-gjald · innanhýsis
Áður galdandi · 20. desember 2011

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙