Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
21. juli 2026 Nr. 69
Kunngerð um broyting í kunngerð um ALS-gjald
(Avrokning av B-inntøku o.a.)
§ 1 Í kunngerð nr. 203 frá 18. desember 2020 um ALS-gjald, sum broytt við kunngerð nr. 107 frá 6.…
Í kunngerð nr. 203 frá 18. desember 2020 um ALS-gjald, sum broytt við kunngerð nr. 107 frá 6. oktober 2023 og kunngerð nr. 176 frá 18. november 2025, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 9, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 25. mai 2009, løgtingslóg nr. 177 frá 17. desember 2020 og løgtingslóg nr. 42 frá 25. mars 2025, og í samráð við stýrið fyri ALS, verður ásett:” 2. § 2, stk. 1 verður strikað. Stk. 2 verður eftir hetta stk. 1. 3. § 3 verður orðað soleiðis: “§ 3. Tá inntøka sambært § 2, nr. 1, litra a, í løgtingslógini verður rindað av gjaldskyldugum sambært § 7, stk. 1, nr. 2 í løgtingslógini, skulu hesi avrokna sín part av ALS-gjaldinum til Arbeiðsloysisskipanina sambært stk. 3. Stk. 2. Tá inntøka sambært sambært § 2, nr. 1, litra b og c í løgtingslógini verður rindað ella móttikin av gjaldskyldugum sambært § 7, stk. 1, nr. 1 og nr. 2 í løgtingslógini, skulu hesi avrokna sín part av ALS-gjaldinum til Arbeiðsloysisskipanina sambært stk. 3. Stk. 3. Tá ALS-gjald sambært stk. 1 og 2 verður avroknað til Arbeiðsloysisskipanina, skal annar av fylgjandi inngjaldingarháttum verða brúktur: 1) Við at geva Arbeiðsloysisskipanini fulltrú til at taka ALS-gjaldið av peningastovnskonto hjá viðkomandi. 2) Við at rinda ALS-gjaldið eftir rokning frá Arbeiðsloysisskipanini. Rokning fyri ALS-gjald frá Arbeiðsloysisskipanini skal gjaldast innan leypandi mánað og sjey arbeiðsdagar eftir, at Arbeiðsloysisskipanin hevur sent rokningina. Stk. 4. Tey gjaldsskyldugu, sum velja at rinda eftir rokning sambært hesi grein, skulu rinda eitt avgreiðslugjald á kr. 100 fyri hvørja rokning.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Almanna- og bústaðamálaráðið, 21. juli 2026 Margit Stórá (sign.) landsstýriskvinna / Eyðun Mohr Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.