Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
14. mars 2005 Nr. 20
Kunngerð um koppseting fyri ILA (Infectious salmon anaemia, ISA), sum seinast broytt við kunngerð nr. 96 frá 28. oktober 2010
Við heimild í § 5, stk. 5, §§ 6-7, §§ 9-10, §§ 13-14, § 26, stk. 1, § 32, stk. 1-2, § 33, § 39, stk. 1, § 41, § 46, stk. 3 og § 48, stk. 2 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur (um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum) verður ásett:
Øki og allýsingar
§ 1 Kunngerðin fevnir um koppseting av laksafiski (Salmonidae) móti ILA (Infectious salmon anaemia, ISA)
Kunngerðin fevnir um koppseting av laksafiski (Salmonidae) móti ILA (Infectious salmon anaemia, ISA). Stk. 2. Landsdjóralæknin kann gera av, at onnur fiskasløg, sum kunnu vera smittað við ILA virus, eisini skulu verða fevnd av hesi kunngerð við neyðugum tillagingum fyri viðkomandi fiskaslag.
§ 2 Afturat ásetingunum í hesi kunngerð eru alibrúk við fiski, sum er koppsettur móti ILA, eisini…
Afturat ásetingunum í hesi kunngerð eru alibrúk við fiski, sum er koppsettur móti ILA, eisini fevnd av ásetingunum í kunngerð um niðurberjing og eftirlit við ILA (Infectious salmon anaemia, ISA), tá annað ikki er tilskilað í hesi kunngerð.
§ 3 Í hesi kunngerð merkir fiskur: laksafiskur (Salmonidae), um ikki annað er tilskilað
Í hesi kunngerð merkir fiskur: laksafiskur (Salmonidae), um ikki annað er tilskilað. Stk. 2. ILA-koppsettur kommersiellur fiskur er: 1) ILA-koppsettur lívfiskur, sum verður aldur á lívfiskastøð, við aling fyri eyga, 2) ILA-koppsett smolt (matfiskur), sum verður alið á smoltstøð, við útseting í alistøð ella við slátri fyri eygað, ella 3) ILA-koppsettur fiskur (matfiskur), sum verður aldur á alistøð, við slátri fyri eyga Stk. 3. 1) Sentinel fiskur er: fiskur, sum ikki er koppsettur fyri ILA, sum verður settur í alibrúk fyri at spora útbreiðsluna av ILA virus í viðkomandi alibrúki. Stk. 4. 1 Alibrúk er: lívfiskastøð, smoltstøð, alistøð ella onnur støð, har fiskur verður aldur. Stk. 5. 1 ILA er staðfest, um so er, at eitt av hesum trimum krøvum er lokið: 1) Sjúkueyðkenni um ILA, sum er í samsvar við ásetingarnar í OIE Diagnostic Manual for Aquatic Animal Diseases, skulu vera funnin, og ILA virus skal vera staðfest við einum ella fleiri av fylgjandi hættum: a. staðfesting og eyðmerking (identifisering) av ILA virus í kyknukulturi, b. staðfesting av ILA virus við RT-PCR háttinum, c. staðfesting av ILA virus við serstakum andevnum, t.d. IFAT háttinum. 2) Staðfesting og eyðmerking er farin fram av ILA virus í kyknukulturi frá tveimum royndum frá einum ella fleiri fiskum, sum eru tiknir ymisk tíðarbil. 3) Staðfesting og eyðmerking er farin fram av ILA virus í kyknukulturi frá í minsta lagi einari fiskaroynd, og samstundis staðfesting av ILA virus í vevnaðarroyndum frá fiski við RT-PCR ella IFAT hættunum. Stk. 6. 1 Dagligt økt felli er: 1) dagligt felli størri enn 0,05 % hjá fiski, sum er minni enn 500 g, og 2) dagligt felli størri enn 0,025 % hjá fiski, sum er størri enn 500 g. Stk. 7. 1 Fiskaeind við kliniskum ILA er: fiskaeind við øktum felli, sbr. stk. 7, og har ILA er staðfest sbr. stk. 6. Stk. 8. 1 Fiskaeind við subkliniskum ILA er: fiskaeind, sum ikki hevur økt felli sbr. stk. 7, men har ILA er staðfest sbr. stk. 6. Stk. 9. 1 Fiskaeind við latentum ILA er: fiskaeind við ILA-koppsettum fiski, har økt felli ikki er sbr. stk. 7, og har uppskurður, ið bendir á ILA, bert er staðfestur hjá einkultum fiskum, men har ILA virus er staðfest sbr. stk. 6, 2. ella 3. pkt. Stk. 10. 1 Fiskaeind er: fiskur av sama aldri og av sama uppruna, sum verður aldur í somu alieind. Stk. 11. 1 Alieind er: kør, tangar, aliringar, alibúur ella tílíkt, sum verður nýtt til fiskaaling. Stk. 12. 1 Eigari er: tann, sum hevur loyvi til viðkomandi alibrúk ella ábyrgdarhavandi fyri rakstrinum á viðkomandi alibrúki. ILA koppsetingarætlan
§ 4 Koppseting fyri ILA skal fara fram í tráð við koppsetingarætlan, sum skal fevna um øll alibrúk
Koppseting fyri ILA skal fara fram í tráð við koppsetingarætlan, sum skal fevna um øll alibrúk. Stk. 2. Í sambandi við góðkenning av koppsetingarætlanini sbr. stk. 1, skal Heilsufrøðiliga starvsstovan saman við eigaranum og grundað á góðkendar rakstrarætlanir gera eitt ILA koppsetingaryvirlit yvir øll alibrúk. ILA koppsetingaryvirlitið skal fevna um trý framleiðsluumfør (produktionscykluser) fyri hvørt alibrúkið, og innihalda upplýsingarnar í fylgiskjali 1. Stk. 3. Er mangul uppá ILA koppingarevni, býtir Heilsufrøðiliga starvsstovan út tøkt koppingarevni lutfalsliga millum alibrúkini. Tá býtt verður, skal dentur verða lagdur á góðskuna á smoltinum, sum skal koppsetast fyri ILA. Stk. 4. ILA koppsetingarætlanin skal verða góðkend av landsdjóralæknanum, áðrenn hon verður sett í verk. ILA koppingarevni
§ 5 Koppseting fyri ILA skal bert vera við koppingarevni, sum er góðkent av Skrásetingarráðnum sbr.…
Koppseting fyri ILA skal bert vera við koppingarevni, sum er góðkent av Skrásetingarráðnum sbr. galdandi reglum um apoteksverkið og heilivág. Stk. 2. Koppingarevni, har ”livandi” ILA virus er í, skal ikki verða nýtt til koppseting. Stk. 3. Landsdjóralæknin kann gera av, hvat ella hvørji ILA-koppingarevni skulu verða nýtt, íroknað hvørjar aðrar sjúkur viðkomandi koppingarevni skal verða nýtt móti. Bílegging av ILA koppingarevni
§ 6 ILA koppingarevni kann bíleggjast á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, har ein djóralækni skrivar…
ILA koppingarevni kann bíleggjast á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, har ein djóralækni skrivar resept uppá koppingarevnið. Stk. 2. Bíleggingin, ið skal verða send inn av djóralæknanum, sum hevur eftirlitið við viðkomandi alibrúki, skal hava hesar upplýsingar: 1) Navn og bústað á eigaranum av alibrúkinum. 2) Navn á alibrúkinum, og hvar brúkið liggur. 3) Loyvisnummar á alibrúkinum. 4) Fiskaslag. 5) Tal á fiski. 6) Nær koppsett væntandi verður. 7) Nær fiskur væntandi verður fluttur á sjógv. 8) Navn á, og hvar alibrúkið liggur, har ILA-koppsetti fiskurin skal setast út. 9) Loyvisnummar á alibrúkinum og aliøkinum, har ILA-koppsetti fiskurin skal setast út. 10) Dato. 11) Undirskrift eftirlitshavandi djóralæknans. ILA koppseting og aling av ILA koppsettum fiski í vatni
§ 7 Koppseting av fiski fyri ILA skal fara fram, meðan fiskurin verður aldur í vatni á lívfiskastøð á…
Koppseting av fiski fyri ILA skal fara fram, meðan fiskurin verður aldur í vatni á lívfiskastøð á landi ella smoltstøð á landi. Stk. 2. Fiskur skal ikki verða koppsettur fyri ILA, fyrr enn hann hevur eina miðalvekt, sum í minsta lagi er 25 gram. Bert fiskaeindir uttan sjúkutekin kunnu verða koppsettar. Tá koppsett verður fyri ILA, skulu ávísingarnar hjá koppingarevnisframleiðaranum verða fylgdar. Stk. 3. ILA-koppsettur fiskur skal í fyrsta lagi verða fluttur á sjógv 600 samdøgurstig (døgngrader) eftir koppsetingina, um ikki framleiðarin av koppingarevninum hevur ásett annað. Stk. 4. 2) Í serligum førum kann Heilsufrøðiliga starvsstovan geva loyvi til, at fiskur, sum er fluttur til smoltstøð á vatni ella nýliga er fluttur í/á sjógv, verður koppsettur fyri ILA, og til at fiskur verður fluttur í/á sjógv innan 600 samdøgurstig (døgngrader) eftir koppseting.
§ 8 Sentinel fiskur skal verða aldur í alieindum, sum eru atskildar frá alieindum við fiski, sum er…
Sentinel fiskur skal verða aldur í alieindum, sum eru atskildar frá alieindum við fiski, sum er ella skal verða koppsettur fyri ILA. Stk. 2. Alieindir við sentinel fiski skulu ikki hava vatn frá alieindum við ILA-koppsettum fiski, og sama útgerð skal ikki verða nýtt bæði til ILA-koppsettan fisk og sentinel fisk. Stk. 3. Alieindir við ILA-koppsettum fiski skulu hava skelti, sum vísir, nær fiskurin varð koppsettur. Stk. 4. Alieindir við sentinel fiski skulu verða merktar “ikki koppsetur sentinel fiskur”.
§ 9 Áðrenn farið verður undir koppseting fyri ILA, skal eigarin gera eina mannagongd fyri, hvussu…
Áðrenn farið verður undir koppseting fyri ILA, skal eigarin gera eina mannagongd fyri, hvussu tryggjast kann, at ILA-koppsettur fiskur og sentinel fiskur verða hildnir fráskildir undir aling og flutningi eftir koppseting. Stk. 2. Mannagongdin fyri, hvussu ILA-koppsettur fiskur og sentinel fiskur verða hildnir atskildir undir aling og flutningi, skal verða góðkend av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
§ 10 Upplýsingar um koppsetingartíðspunkt, navn á koppingarevni og batch nummar, tal á koppsettum…
Upplýsingar um koppsetingartíðspunkt, navn á koppingarevni og batch nummar, tal á koppsettum fiski, dagligt felli og møgulig onnur viðurskifti, sum hava týdning fyri heilsustøðuna hjá fiski í einkulta alibrúkinum, skulu skrásetast í rakstrardagbókina, sbr. kunngerð um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum. Aling av ILA koppsettum fiski í sjógvi og á sjónum
§ 11 Tá ILA-koppsetingarætlanin er sett í verk, skal allur fiskur, sentinel fiskur undantikin, verða…
Tá ILA-koppsetingarætlanin er sett í verk, skal allur fiskur, sentinel fiskur undantikin, verða koppsettur fyri ILA, áðrenn hann verður fluttur til og aldur í sjógvi og á sjónum, sbr. tó § 16.
§ 12 3) 1 Tá ILA-koppsettur kommersiellur fiskur verður settur út í einum aliøki, skal sentinel fiskur…
3) 1 Tá ILA-koppsettur kommersiellur fiskur verður settur út í einum aliøki, skal sentinel fiskur verða settur út í sama øki. Stk. 2. 1 Setast skulu út tveir bólkar av sentinel fiski. Stk. 3. 1 Talið av sentinel fiski skal ongantíð verða størri partur enn 20% av samlaða talinum av útsettum fiski í alibrúkinum.
§ 13 1 Verður ILA-koppsettur kommersiellur fiskur fluttur til aling í kari ella tanga við sjógvi á…
1 Verður ILA-koppsettur kommersiellur fiskur fluttur til aling í kari ella tanga við sjógvi á alistøð ella lívfiskastøð á landi, ger Heilsufrøðiliga starvsstovan í hvørjum einkultum føri av, hvussu nógvur ILA-koppsettur fiskur og sentinel fiskur skal vera, og hvussu teir skulu verða settir í alieindina.
§ 14 1 Verður ILA-koppsettur kommersiellur fiskur fluttur til aling á lívfiskastøð á sjónum, skal…
1 Verður ILA-koppsettur kommersiellur fiskur fluttur til aling á lívfiskastøð á sjónum, skal sentiel fiskur verða settur út í samsvari við § 12.
§ 15 1 Eigari ella rakstrarleiðari av alibrúki, sum alir ILA-koppsettan kommersiellan fisk, sbr. §§…
1 Eigari ella rakstrarleiðari av alibrúki, sum alir ILA-koppsettan kommersiellan fisk, sbr. §§ 11-14, skal regluliga lata Heilsufrøðiligu starvsstovuni upplýsingar smb. rakstrarkunngerðini. Aling av ælabogasílum, sum ikki eru koppsett fyri ILA
§ 16 Uttan mun til ásetingina í § 11 kann Heilsufrøðiliga starvsstovan geva loyvi til aling av…
Uttan mun til ásetingina í § 11 kann Heilsufrøðiliga starvsstovan geva loyvi til aling av ælabogasílum, sum ikki eru koppsett fyri ILA, í sjógvi og á sjónum, um fylgjandi treytir eru loknar: 1) Alistøðir/aliøki, har ælabogasíl, sum ikki eru koppsett fyri ILA, verða ald, skulu verða løgd í minsta lagi 10 km. frá alistøðum/aliøkjum, har laksur verður aldur. 2) Laksur skal ikki verða aldur á alistøðum/aliøkjum, har ælabogasíl, sum ikki eru koppsett fyri ILA, verða ald. Stk. 2. Eftir eina vandameting í hvørjum einstøkum føri kann Heilsufrøðiliga starvsstovan minka frástøðukrøvini, sbr. stk. 1, 1. pkt. tó ikki til undir 5 km. Nýtsla og slátur av ILA-koppsettum fiski
§ 17 Afturhaldstíðin fyri nýtslu av ILA-koppsettum fiski til matna skal í minsta lagi vera 500…
Afturhaldstíðin fyri nýtslu av ILA-koppsettum fiski til matna skal í minsta lagi vera 500 samdøgurstig (døgngrader) eftir koppseting. Stk. 2. Verður ILA-koppsettur fiskur slátraður, skal innvølur verða tikin burtur, áðrenn fiskurin verður frystur, seldur ella útfluttur til matna. Stk. 3. Slógvburturkast frá ILA-koppsettum fiski, ið stavar frá alibrúki, sum ikki hevur fingið álagt avmarkingar orsakað av illgruna um ella staðfesting av ILA, sbr. kunngerð um niðurberjing og eftirlit við ILA (Infectious salmon anaemia, ISA), kann verða viðgjørt sum kategori III burturkast eftir reglunum um animalska hjáframleiðslu. Illgruni um ILA í koppsettum alibrúki
§ 18 Tá illgruni er um ILA í alibrúki við ILA-koppsettum fiski, skal hetta fráboðast Heilsufrøðiligu…
Tá illgruni er um ILA í alibrúki við ILA-koppsettum fiski, skal hetta fráboðast Heilsufrøðiligu starvsstovuni beinanvegin. Stk. 2. 1 Frá hvørjari fiskaeind við ILA-koppsettum fiski og frá hvørjari fiskaeind við sentinel fiski skulu royndir beinanvegin verða tiknar av 25 fiskum. Stk. 3. Frá hinum fiskaeindunum skulu royndir verða tiknar eftir reglunum í kunngerð um niðurberjing og eftirlit við ILA (Infectious salmon anaemia, ISA). Staðfesting av ILA í koppsettum alibrúki
§ 19 Verður kliniskt ella subkliniskt ILA staðfest, sbr. § 3, stk. 8-9, í alieind við ILA-koppsettum…
Verður kliniskt ella subkliniskt ILA staðfest, sbr. § 3, stk. 8-9, í alieind við ILA-koppsettum fiski, skal beinanvegin farast fram eftir ásetingunum í kunngerð um niðurberjing og eftirlit við ILA (Infectious salmon anaemia, ISA).
§ 20 Verður kliniskt ella subkliniskt ILA staðfest sbr. § 3, stk. 8-9 í alieind við sentinel fiski,…
Verður kliniskt ella subkliniskt ILA staðfest sbr. § 3, stk. 8-9 í alieind við sentinel fiski, skal fiskurin beinast burtur ella slátrast skjótast gjørligt, og farast skal beinanvegin fram eftir ásetingunum í kunngerð um niðurberjing og eftirlit við ILA (Infectious salmon anaemia, ISA), sbr. tó stk. 2. Stk. 2. Eftir eina váðameting kann Heilsufrøðiliga starvsstovan útseta freistina fyri burturbeining ella slátri av ILA-koppsettum fiskaeindum frá viðkomandi alibrúki, til fiskurin hevur nátt kommersiella handilsvekt.
§ 21 Verður latent ILA staðfest, sbr. § 3, stk. 10, í alieindum við ILA-koppsettum fiski ella sentinel…
Verður latent ILA staðfest, sbr. § 3, stk. 10, í alieindum við ILA-koppsettum fiski ella sentinel fiski, skal fiskurin burturbeinast ella slátrast skjótast gjørligt, og farast skal fram eftir ásetingunum í kunngerð um niðurberjing og eftirlit við ILA (Infectious salmon anaemia, ISA), sbr. tó stk. 2. Stk. 2. Eftir eina váðameting kann Heilsufrøðiliga starvsstovan útseta freistina fyri burturbeining ella slátring av ILA-koppsettum fiskaeindum frá viðkomandi alibrúki, til fiskurin hevur nátt kommersiella handilsvekt. Eftirlit og royndartøka
§ 22 Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal regluliga hava eftirlit við alibrúki við ILA-koppsettum fiski…
Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal regluliga hava eftirlit við alibrúki við ILA-koppsettum fiski og alibrúki, sum elur ælabogasíl, ið ikki eru koppsett fyri ILA. Eftirlitið skal verða gjørt: 1. 1 Á lívfiskastøðum og alistøðum, har fiskur verður aldur í sjógvi ella á sjónum: í minsta lagi einaferð annan hvønn mánaða. 2. 1 Á lívfiskastøðum og smoltstøðum, har fiskur verður aldur í vatni: í sambandi við at fiskur skal setast á sjógv. 3. 1 Á alistøðum, sum í sjógvi ella á sjónum ala ælabogasíl, ið ikki eru koppsett fyri ILA: í minsta lagi einaferð hvørt hálva ár. Stk. 2. Fylgjandi tal á royndum skulu verða tiknar til kanning fyri ILA: 1. 1 Frá lívfiskastøðum og alistøðum, har fiskur verður aldur í sjógvi ella á sjónum: 40 royndir tilsamans; 10 úr hvørjum ringi við sentinelfiski og 10 úr tveimum ringum við koppsettum fiski. 2. 1 Frá lívfiskastøðum og smoltstøðum, har fiskur verður aldur í vatni: 40 royndir av fiski, 20 frá ILA-koppsettum fiski og 20 frá sentinel fiski. 3. 1 Frá alistøðum, sum í sjógvi ella á sjónum ala ælabogasíl, ið ikki eru koppsett fyri ILA: 40 royndir av ælabogasílum frá hvørjari alistøð/aliøki. Stk. 3. Royndirnar, nevndar eru í stk. 2, skulu verða tiknar í tráð við fylgiskjal 3. Stk. 4. Aftaná hvørt eftirlitið skal ein eftirlitsrapport verða skrivað. Stk. 5. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann lata privatum djóralækna upp í hendi at hava veterinert eftirlit við alibrúkum við ILA-koppsettum fiski og alibrúkum, har ælabogasíl, sum ikki eru koppsett fyri ILA, verða ald. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur ábyrgdina av hesum. Stk. 6. Um neyðugt, kann Landsdjóralæknin regulera talið av eftirlitum sbr. stk. 1 og talið á royndum sbr. stk. 2. Gjald og endurgjald
§ 23 Eigarin av alibrúki skal, uttan at tað kostar tí almenna nakað, stilla neyðuga manning, alibátar…
Eigarin av alibrúki skal, uttan at tað kostar tí almenna nakað, stilla neyðuga manning, alibátar og aðrar hentleikar til taks í sambandi við veterinert eftirlit og annað eftir hesi kunngerð.
§ 24 Tað almenna letur ikki endurgjald fyri útreiðslur, sum alibrúk kann fáa í sambandi við hesa…
Tað almenna letur ikki endurgjald fyri útreiðslur, sum alibrúk kann fáa í sambandi við hesa kunngerð, íroknað fyri útreiðslur til koppseting av fiski. Stk. 2. 1 Alibrúkið ringar fyri: 1. Eftirlit, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur við ILA-koppsettum fiski og sentinel fiski, sbr. § 22, stk. 1, og 2. tøku og kanning av royndum frá ILA-koppsettum fiski og sentinel fiski, sbr. § 22, stk. 2. Kæra
§ 25 Avgerð tikin av Heilsufrøðiliga starvsstovuni sambært hesi kunngerð kann kærast til…
Avgerð tikin av Heilsufrøðiliga starvsstovuni sambært hesi kunngerð kann kærast til Vinnumálaráðið, Veterinerdeildina. Revsireglur
§ 26 Við bót verður tann revsaður, sum
Við bót verður tann revsaður, sum: 1. Brýtur reglurnar í § 4, stk. 1 og 4, § 5, stk. 1-2, § 7, stk. 1-3, §§ 8-12, §§ 14-15, § 16, stk. 1, §§ 17-19, § 20, stk. 1, § 21, stk. 1 og § 23 2. Ikki fylgir boðunum í § 5, stk. 3, § 7, stk. 4, § 13, § 16, stk. 2, § 20, stk. 2 og § 21, stk. 2. Stk. 2. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu revsast sbr. § 48, stk. 3 í lógini. Gildiskoma
§ 27 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 14. mars 2005 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður /Arne Poulsen (sign.) Fylgiskjal 1 Fyri einstøku alibrúkini skal koppsetingaryvirlitið, nevnt er í § 4, stk. 3, fevna um hesar upplýsingar: I. Lívfiskastøðir á landi: 1. Dato, nær ILA-koppsetingaryvirlitið varð gjørt. 2. Nummar á lívfiskastøðini. 3. Fyri hvørja alieind, sum hoyrir til lívfiskastøðina, skal hetta verða upplýst: a. Nummar á alieindini. b. Slag av kørum ella tangum. c. Tvørmát og dýpi á kørum ella yvirflata og dýpi á tangum. d. Hvussu nógv alieindin tekur av fiski (kapasitetur). e. Fiskaslag. f. Uppruni (nummar á lívfiskastøðini). g. Klekingardato. h. Dato fyri útseting av fiski í alieindini. i. Tal á fiski. j. Biomassi. k. Vekt í miðal. 4. At leggja alieindir stillar (brakkleggja): a. Dato fyri, nær alieindin verður løgd still, um fiskur er í alieindini. b. Dato fyri, nær alieindin varð løgd still seinast, um fiskur er tikin úr eindini. 5. Næsta útseting av fiski í alieindini: a. Dato fyri, nær fiskur aftur verður settur út. b. Fiskaslag. c. Hvaðani fiskur kemur (nummar á lívfiskastøðini). d. Tal á fiski. 6. Eina kortskitsu yvir lívfiskastøðina har merkt er, hvar alieindirnar eru lagdar, hvat nummar tær hava og eina skitsu yvir vatnveitingina til hvørja einkulta alieind. Av skitsuni yvir vatnveitingina skal síggjast, hvørjar alieindir bert fáa reint, ikki resirkulerað vatn, og hvørjar alieindir fáa resirkulerað vatn, íroknað hvørjar alieindir hoyra til somu resirkuleringsgruppu. II. Lívfiskastøðir á sjónum: 1. Dato, nær ILA-koppsetingaryvirlitið varð gjørt. 2. Nummar á lívfiskastøðini. 3. Nummar á lívfiskaøkinum. 4. Fyri hvørt lívfiskaøki, sum hoyrir til lívfiskastøðina, skal hetta verða upplýst fyri hvørja alieind: a. Nummar á alieindini. b. Slag av aliringi ella alibúri. c. Tvørmát og dýpi á aliringum ella yvirflata og dýpi á alibúri. d. Hvussu nógv alieindin tekur (kapasitetur). e. Fiskaslag. f. Uppruni (nummar á lívfiskastøðini). g. Klekingardato. h. Dato fyri útseting av fiski í alieindini. i. Tal á fiski. j. Biomassi. k. Vekt í miðal. 5. At leggja lívfiskaøki still: a. Dato fyri, nær lívfiskaøkið verður lagt stilt, um fiskur er í økinum. b. Dato fyri, nær lívfiskaøkið varð lagt stilt seinast, um fiskur er tikin úr økinum. 6. Næsta útseting av fiski í lívfiskaøkið: a. Dato fyri, nær fiskur aftur verður settur út. b. Fiskaslag. c. Hvaðani fiskur kemur (nummar á lívfiskastøðini). d. Tal á fiski, sum ætlanin er at seta út í lívfiskaøkið. 7. Ein kortskitsa yvir hvørt lívfiskaøki har merkt er, hvar alieindirnar eru lagdar, og hvat nummar tær hava. III. Smoltstøðir á landi: 1. Dato, nær ILA-koppsetingaryvirlitið varð gjørt. 2. Nummar á smoltstøðini. 3. Fyri hvørja alieind, sum hoyrir til smoltstøðina, skal hetta verða upplýst: a. Nummar á alieindini. b. Slag av kørum ella tangum. c. Tvørmát og dýpi á kørum ella yvirflata og dýpi á tangum. d. Hvussu nógv alieindin tekur av fiski (kapasitetur). e. Fiskaslag. f. Uppruni (nummar á lívfiskastøðini) g. Klekingardato. h. Dato fyri útseting av fiski í alieindini. i. Tal á fiski. j. Biomassi. k. Vekt í miðal. 4. At leggja alieindir stillar (brakkleggja): a. Dato fyri, nær alieindin verður løgd still, um fiskur er í alieindini. b. Dato fyri, nær alieindin varð løgd still seinast, um fiskur er tikin úr alieindini. 5. Næsta útseting av fiski í alieindini: a. Dato fyri, nær fiskur aftur verður settur út. b. Fiskaslag. c. Hvaðani fiskur kemur (nummar á lívfiskastøðini). d. Tal á fiski, sum ætlanin er at seta út. 6. Eina kortskitsu yvir smoltstøðina har merkt er, hvar alieindirnar eru lagdar, hvat nummar tær hava og eina skitsu yvir vatnveitingina til hvørja einkulta alieind. Av skitsuni yvir vatnveitingina skal síggjast, hvørjar alieindir bert fáa reint, ikki resirkulerað vatn, og hvørjar alieindir fáa resirkulerað vatn, íroknað hvørjar alieindir hoyra til somu resirkuleringsgruppu. IV. Smoltstøðir á vøtnum 1. Dato, nær ILA-koppsetingaryvirlitið varð gjørt. 2. Nummar á smoltstøðini. 3. Nummar á smoltøkinum. 4. Fyri hvørt smoltøki, sum hoyrir til smoltstøðina, skal hetta verða upplýst fyri hvørja alieind: a. Nummar á alieindini. b. Slag av aliringi ella alibúri. c. Tvørmát og dýpi á aliringum ella yvirflata og dýpi á alibúri. d. Hvussu nógv alieindin tekur (kapasitetur). e. Fiskaslag. f. Uppruni (nummar á lívfiskastøðini ella smoltstøðini). g. Klekingardato. h. Dato fyri útseting av fiski í alieindini. i. Tal á fiski. j. Biomassi. k. Vekt í miðal. 5. At leggja smoltøki still (brakkleggja): a. Dato fyri, nær smoltøkið verður lagt stilt, um fiskur er í økinum. b. Dato fyri, nær smoltøkið varð lagt stilt seinast, um fiskur er tikin úr økinum. 6. Næsta útseting av fiski í smoltøkið: a. Dato fyri, nær fiskur aftur verður settur út. b. Fiskaslag. c. Hvaðani fiskur kemur (nummar á lívfiskastøðini eller smoltstøðini). d. Tal á fiski, sum ætlanin er at seta út í smoltøkið. 7. Eina kortskitsu yvir hvørt smoltøkið har merkt er, hvar alieindirnar eru lagdar, og hvat nummar tær hava. V. Alistøðir á landi: 1. Dato, nær ILA-koppsetingaryvirlitið varð gjørt. 2. Nummar á alistøðini. 3. Fyri hvørja alieind, sum hoyrir til alistøðina, skal hetta verða upplýst: a. Nummar á alieindini. b. Slag av kørum ella tangum. c. Tvørmát og dýpi á kørum ella yvirflata og dýpi á tangum. d. Hvussu nógv alieindin tekur (kapasitetur). e. Fiskaslag. f. Uppruni (nummar á lívfiskastøðini ella smoltstøðini). g. Klekingardato. h. Dato fyri útseting av fiski í alieindini. i. Tal á fiski. j. Biomassi. k. Vekt í miðal. 4. At leggja alieindir stillar (brakkleggja): a. Dato fyri, nær alieindin verður løgd still, um fiskur er í alieindini. b. Dato fyri, nær alieindin varð løgd still seinast, um fiskur er tikin úr alieindini. 5. Næsta útseting av fiski í alieindini: a. Dato fyri, nær fiskur aftur verður settur út. b. Fiskaslag. c. Hvaðani fiskur kemur (nummar á lívfiskastøðini ella smoltstøðini). d. Tal á fiski, sum ætlanin er at seta út í aliøkið. 6. Eina kortskitsu yvir alistøðina, har merkt er, hvar alieindirnar eru lagdar, hvat nummar tær hava, og eina skitsu yvir vatnveitingina til hvørja einkulta alieind. Av skitsuni yvir vatnveitingina skal síggjast, hvørjar alieindir bert fáa reint, ikki resirkulerað vatn, og hvørjar alieindir fáa resirkulerað vatn, íroknað hvørjar alieindir hoyra til somu resirkuleringsgruppu. VI Alistøðir á sjónum: 1. Dato, nær ILA-koppsetingaryvirlitið varð gjørt. 2. Nummar á alistøðini. 3. Nummar á aliøkinum. 4. Fyri hvørt aliøki, sum hoyrir til alistøðina, skal hetta verða upplýst fyri hvørja alieind: a. Nummar á alieindini. b. Slag av aliringi ella alibúri. c. Tvørmát og dýpi á aliringum ella yvirflata og dýpi á alibúri. d. Hvussu nógv alieindin tekur (kapasitetur). e. Fiskaslag. f. Uppruni (nummar á lívfiskastøðini, smoltstøðini ella alistøðini). g. Klekingardato. h. Dato fyri útseting av fiski í alieindini. i. Tal á fiski. j. Biomassi. k. Vekt í miðal. 5. At leggja aliøki still (brakkleggja): a. Dato fyri, nær aliøkið verður lagt stilt, um fiskur er í økinum. b. Dato fyri, nær aliøkið varð lagt stilt seinast, um fiskur er tikin úr økinum. 6. Næsta útseting av fiski í aliøkið: a. Dato fyri, nær fiskur aftur verður settur út. b. Fiskaslag. c. Hvaðani fiskur kemur (nummar á smoltstøð ella lívfiskastøð). d. Tal á fiski, sum ætlanin er at seta út í aliøkið. 7. Eina kortskitsu yvir hvørt aliøki, har merkt er, hvar alieindirnar eru lagdar, og hvat nummar tær hava. Fylgiskjal 2 1 Rapportin yvir fellið, vøkstur og fóðurnýtslu og møgulig sjúkutekin, sum eigarin hvønn mánað skal senda Heilsufrøðiligu starvsstovuni sbr. § 11, skal fyri hvørja alieind við ILA- koppsettum fiski og sentinel fiski hava hesar upplýsingar á elektroniskum rokniarki: 1. Nummar á alistøðini. 2. Nummar á alieindini. 3. Koppsetingarstatus: a. ILA-koppsettur kontrol fiskur ella b. sentinel fiskur. 4. Daglig skráseting: a. dato, b. tal á livandi fiski við dagsbyrjan, c. tal á deyðum fiski, d. tal á slátraðum fiski, e. tal á fiski, sum er slátraður til kanningar, f. tal á livandi fiski við dagssetur, g. møgulig sjúkutekin og h. onnur viðurskifti, sum kunnu hava ávirkan á heilsustøðuna. 5. Skráseting hvørja viku: a. vikunummar, b. biomassi við vikubyrjan, c. biomassi, tá vikan endar, d. miðalvekt við vikubyrjan, e. miðalvekt, tá vikan endar og f. fóðurnýtslu um vikuna. Fylgiskjal 3 1 I.Tøka og kanning av royndum av ILA-koppsettum fiski og sentinel fiski. sbr. § 21, stk. 2, 1. og 2. pkt. Frá 10 ILA-koppsettum og 10 sentinel fiskum skulu hesar royndir verða tiknar: 1. dupullar vevnaðarroyndir av livur, framnýra. hjarta og milt í transportmedium til dyrking í kyknukulturi. 2. dupultar vevnaðarroyndir av fram- og/ella millumnýra í RNA konserveringsløgi til RT-PCR kanning, 3. sýnisfyrireiking (avtrykkspreparat) av millumnýra til IFAT kanning, 4. hepariniserað blóð til kanning av hæmatokrit, 5. ikki stabiliserað blóðroynd til serologiska kanning. 6. vevnaðarroyndir av livur, millumnýra, hjarta og milt í 10 % bufferað formalin til vevnaðarfrøðiliga (histologiska) kanning. II Tøka og kanning av royndum av ikki-koppsettum ælabogasílum, sbr. § 21, slk. 2, 3. pkt. Frá fiskaeindum við ikki ILA-koppsettum ælabogasílum skulu hesar royndir verða tiknar av tilsamans 150 fiskum: 1. dupultar vevnaðarroyndir av fram- og/ella millumnýra í RNA konserveringsløgi til RT-PCR kanning, 2. eru broytingar, sum svara til ILA. sbr. ásetingunum í OIE Diagnostic Manual for Aquatic Animal Diseases, staðfestar við ælabogasílum, skulu eisini royndir verða tiknar frá viðkomandi fiski í tráð við pkt. I, 1 og 3-5. III. Royndir, sum eru tiknar til ILA kanning. sbr. pkt. I-II, skulu verða merktar við: 1. dato, tá royndin varð tikin, 2. fiskaslag, 3. nummar á lívfiskastøð, smoltstøð ella alistøð, 4. nummar á lívfiskaøki. smoltøki ella aliøki, 5. fiskaeindarnummar (nummar á eindini, fiskurin kemur frá), 6. fiskanummar (raðnummar). IV. Fyrireiking, flutningur og kanning av royndum. Fyrireiking, flutningur og kanning av royndum skal verða gjørd í tráð við ásetingarnar í fylgiskjalinum í Kommissións Beslutningi 2003/466/EF. V. Uppskurðarskema til innsending av royndum. Saman við innsendu royndunum skulu úrslit frá uppskurði fyri hvønn einkultan fisk, sum roynd er tikin av, eisini sendast inn. Úrslitini frá uppskurði skulu verða send Heilsufrøðiligu starvsstovuni á einum elektroniskum rokniarki við hesum upplýsingum: 1. dato, tá royndin varð tikin, 2. fiskaslag, 3. nummar á lívfiskastøð, smoltstøð ella alistøð, 4. nummar á lívfiskaøki, smoltøki ella aliøki, 5. fiskaeindarnummar (nummarið á eindini, fiskurin kemur frá), 6. bløðingar í skræðuni, 7. bleikar táknur, 8. myrk livur, 9. svullin livur, 10. myrk milt, 11. svullin milt, 12. veska í búkholu (ascites), 13. punktbløðingar í búkhinnu og í feitthinnu í búkholu, 14. myrkt ella blóðblandað garnainnihald, 15. onnur fund í sambandi við upp skurðin (lýsing/frágreiðing). Punktini 6-14 skulu stigbýtast eftir einum skala frá 0 til 5, har 0 = eingin broyting og 5 = sera nógv broyting. Samsvar skal vera millum royndarmerkingina (III. brot) og uppskurðarskemaðið (V. brot). 1) Broytt við kunngerð nr. 96 frá 28. oktober 2010. 2) Broytt við kunngerð nr. 22 frá 16. mars 2005. 3) Broytt við kunngerð nr. 13 frá 22. apríl 2008.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(4)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
4 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.