Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
16. mars 2005 Nr. 22
Kunngerð um broyting í kunngerð nr. 20 frá 14. mars 2005 um koppseting fyri ILA (Infectious salmon anaemia, ISA)
§ 1 Í kunngerð nr. 20 frá 14. mars 2005 um koppseting fyri ILA (Infectious salmon anaemia, ISA) vera…
Í kunngerð nr. 20 frá 14. mars 2005 um koppseting fyri ILA (Infectious salmon anaemia, ISA) vera hesar broytingar gjørdar: 1) § 7, stk. 4 verður orðað soleiðis: “Í serligum føri kann Heilsufrøðiliga starvsstovan geva loyvi til, at fiskur, sum er fluttur til smoltstøð á vatni ella nýliga er fluttur í/á sjógv, verður koppsettur fyri ILA, og til at fiskur verður fluttur í/á sjógv innan 600 samdøgurstig (døgngrader) eftir koppseting.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 16. mars 2005 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.