Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
22. apríl 2008 Nr. 13
Kunngerð um broyting í kunngerð um koppseting fyri ILA (Infectious salmon anaemia, ISA)
§ 1 Í kunngerð nr. 20 frá 14. mars 2005 um koppseting fyri ILA (Infectious salmon anaemia, ISA)…
Í kunngerð nr. 20 frá 14. mars 2005 um koppseting fyri ILA (Infectious salmon anaemia, ISA) verður § 12 orðað soleiðis: “§ 12. Tá ILA-koppsettur kommersiellur fiskur verður settur út í einum aliøki, skal royndarfiskur, bæði sentinel fiskur og kontrolfiskur, verða settur út í sama øki. Stk. 2. Setast skulu út tveir bólkar av sentinel fiski og, fyri hvørt ISA-koppingarevni, sum er nýtt til kommersiella fiskin í alibrúkinum, tveir bólkar av kontrolfiski. Stk. 3. Í hvørjum einstøkum alibrúki skulu royndareindirnar vera av sama slagi og stødd. Talið av royndarfiskum, ið skal vera í minsta lagi 5000, skal vera tað sama í øllum royndareindunum. Stk. 4. Eftir loyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni kann royndarfiskur verða settur út í eindum, sum eru av sama slagi og stødd sum kommersiellu eindirnar í alibrúkinum. Tættleikin av royndarfiski skal tá vera tann sami, sum í kommersiellu eindunum. Stk. 5. Hóast ásetingina í stk. 4 skal talið av sentinel fiski ongantíð verða størri partur enn 20% av samlaða talinum av útsettum fiski í alibrúkinum.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 22. apríl 2008 Bjørt Samuelsen (sign.) landsstýriskvinna / Arne Poulsen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.