Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
14. mai 2004 Nr. 19
Kunngerð um persónliga viðbót sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við kunngerð nr. 7 frá 15. februar 2024 1)
2) 3) Við heimild í § 12, stk. 8 í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 9. mai 2005 verður ásett:
§ 1 Persónlig viðbót kann verða veitt í tann mun, at ein ítøkilig tørvsmeting vísir, at…
Persónlig viðbót kann verða veitt í tann mun, at ein ítøkilig tørvsmeting vísir, at pensjónisturin ikki er førur fyri at bera útreiðsluna. Talan kann verða um stuðul at rinda stakútreiðslu ella framhaldandi útreiðslu. Stk. 2. Tað er ein treyt fyri at fáa viðbót, at tann útreiðslan, sum søkt verður um, verður mett at vera neyðug og rímiliga grundað. Stk. 3. 4) Almannaverkið ger í hvørjum einstøkum føri av, um ein fólkapensjónistur ella ein fyritíðarpensjónistur skal fáa persónliga viðbót. Stk. 4. 4) Almannaverkið ger tørvsmetingina í stk. 1 við støði í eini heildarmeting av støðuni hjá pensjónistinum, herundir av ognum, inntøkum, útreiðslum og sosialu viðurskiftunum annars.
§ 2 4) Umsókn um persónliga viðbót eigur at verða send Almannaverkinum, innan umsøkjarin bindir seg…
4) Umsókn um persónliga viðbót eigur at verða send Almannaverkinum, innan umsøkjarin bindir seg fyri útreiðsluna. Stk. 2. 4) Bert í heilt serligum føri kann persónlig viðbót verða veitt fyri útreiðslu, sum pensjónisturin longu hevur bundið seg fyri. Hetta er serliga galdandi, um so er, at tað ikki er ráðiligt hjá umsøkjaranum at bíða við útreiðsluni, til umsókn er latin Almannaverkinum. Umsókn skal í tílíkum førum verða send Almannaverkinum beinanvegin aftaná, at umsøkjarin hevur bundið seg fyri útreiðsluna.
§ 3 4) Persónlig viðbót kann ikki verða veitt, um pensjónisturin eigur ogn, ið kann nýtast at nøkta…
4) Persónlig viðbót kann ikki verða veitt, um pensjónisturin eigur ogn, ið kann nýtast at nøkta fíggjarliga tørvin. Undantikið er tó tá talan er um minni ogn. Stk. 2. At meta sum ogn er til dømis reiður peningur, innistandandi, virðisbrøv, kapitalpensjónir og ognir útyvir egnan bústað so sum sethús, summarhús og aðrar fastognir, umframt kostnaðarmikið innbúgv, sum ikki er vanligt í einum húsarhaldi. Stk. 3. 4) Alt eftir, hvussu stór ognin er, kann Almannaverkið áseta egingjald í mun til samlaðu útreiðsluna.
§ 4 5) 6) 4) 1) 3) 7) Sum inntøka verður roknað øll inntøka hjá pensjónistinum, tó frároknað…
5) 6) 4) 1) 3) 7) Sum inntøka verður roknað øll inntøka hjá pensjónistinum, tó frároknað barnaviðbót, røktarviðbót og hjálparviðbót sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a., oljuískoyti, hjálparískoyti og orkuískoyti sambært løgtingslóg um familjuískoyti og viðbót til ávísar pensjónistar sambært løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. Stk. 2. 4) Sum nøktandi upphædd til útreiðslur til mat, klæði og tílíkt verður nýtt ein upphædd, ið hjá støkum svarar til 23% av dagpeningaupphæddini og hjá giftum og sambúgvandi svarar til 18,5% av dagpeningaupphæddini. Dagpeningaupphædd er hægsta útgjald sambært lóg um dagpening vegna sjúku v.m., frítíðarløn ikki íroknað. Stk. 3. 5) Sum rímiligar, fastar útreiðslur verða fyrst og fremst roknaðar útreiðslur til bústað, húsatrygging, ljós, hita, útvarps- og sjónvarpsgjald og barnaansing. Aðrar, fastar útreiðslur, sum eftir umstøðunum í tí einstaka førinum verða mettar neyðugar og rímiligar, kunnu eisini verða tiknar við í útrokningina. Stk. 4. 4) Hjá pensjónisti, sum er giftur ella sambúgvandi, verður tørvsmetingin grundað á helvtina av føstum felagsútreiðslum. Stk. 5. 4) Hjá pensjónisti, sum er giftur ella sambúgvandi, og sum søkir um stuðul til gjald av felagsútreiðslu, kann helvtin av hesi útreiðslu verða játtað. Afturgjald
§ 5 Um persónlig viðbót verður veitt til útreiðslu til egnan bústað, kann hendan eftir einari…
Um persónlig viðbót verður veitt til útreiðslu til egnan bústað, kann hendan eftir einari fíggjarligari og sosialari heildarmeting verða treytað av, at ein afturgjaldsskipan verður gjørd. Stk. 2. Afturgjaldsskipanin verður tillagað fíggjarligu orkuni hjá pensjónistinum, soleiðis at stødd og tal á avdráttum avspegla hesa orkuna. Gildiskoma
§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer kunngerð nr. 8 frá…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer kunngerð nr. 8 frá 11. februar 2000 um persónliga viðbót sambært løgtingslóg um almannapensjónir, úr gildi. Stk. 2. Framhaldandi, persónligar viðbøtur, sum eru játtaðar eftir gomlu kunngerðini verða ikki ávirkaðar av hesi kunngerð, fyrr enn tær møguliga verða endurskoðaðar. Almanna- og heilsumálaráðið, 14. mai 2004 Hans Pauli Strøm (sign.) landsstýrismaður / Aibritt á Plógv (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 139 frá 3. november 2022. 2) Broytt við kunngerð nr. 92 frá 23. juni 2005, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2005.” 3) Broytt við kunngerð nr. 43 frá 24. mars 2023. 4) Broytt við kunngerð nr. 46 frá 29. apríl 2019. 5) Broytt við kunngerð nr. 27 frá 6. apríl 2005. 6) Broytt við kunngerð nr. 10 frá 10. februar 2015, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2015.” 7) Broytt við kunngerð nr. 7 frá 15. februar 2024.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(9)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
9 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.