Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
11. februar 2000 Nr. 8
Kunngerð um persónliga viðbót sambært løgtingslóg um almannapensjónir, sum broytt við kunngerð nr. 2 frá 25. januar 2001
Við heimild í § 12, stk. 6, í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a. verður ásett:
Persónlig viðbót
§ 1 Persónlig viðbót kann veitast einum pensjónisti, sum hevur serliga trupul kor
Persónlig viðbót kann veitast einum pensjónisti, sum hevur serliga trupul kor. Stk. 2. At ein pensjónistur hevur serliga trupul kor merkir, at kor hansara eru serliga trupul í mun til korini hjá øðrum pensjónistum.
§ 2 Persónlig viðbót verður bert veitt í tann mun, pensjónisturin ikki sjálvur klárar at rinda…
Persónlig viðbót verður bert veitt í tann mun, pensjónisturin ikki sjálvur klárar at rinda útreiðsluna. Stk. 2. Tað er ein treyt fyri at fáa viðbót, at tann útreiðslan, sum søkt verður um, kann metast at vera neyðug og rímuligt grundað.
§ 3 Umsókn um persónliga viðbót eigur at vera send Almannastovuni, innan umsøkjarin bindir seg fyri…
Umsókn um persónliga viðbót eigur at vera send Almannastovuni, innan umsøkjarin bindir seg fyri útreiðsluna. Stk. 2. Í serligum førum, kann persónlig viðbót verða veitt fyri útreiðslur, sum pensjónisturin longu hevur bundið seg fyri. Hetta er serliga galdandi, um so er, at tað ikki er ráðiligt hjá umsøkjaranum at bíða við útreiðsluni, til umsókn er latin Almannastovuni. Umsókn skal í tílíkum førum verða send Almannastovuni beinanvegin aftaná, at umsøkjarin hevur bundið seg fyri útreiðsluna.
§ 4 Persónlig viðbót kann bert verða veitt pensjónistum, um so er, at pensjónisturin ikki eigur…
Persónlig viðbót kann bert verða veitt pensjónistum, um so er, at pensjónisturin ikki eigur størri peningaupphæddir enn 10.000 kr. fyri støk ella 15.000 kr. tilsamans fyri hjún. Stk. 2. Eru peningaognirnar størri enn nevnt í stk. 1, men hendan meirogn kortini ikki kann gjalda alla útreiðsluna, kann lutvís viðbót verða latin fyri meirkostnaðin. Stk. 3. Tað er somuleiðis ein treyt fyri persónligari viðbót, at pensjónisturin ikki eigur ognir útyvir egnan bústað og vanligt innbúgv, sum við sølu kundu givið ein vinning, soleiðis at ikki gerst neyðugt við persónligu viðbótini. Stk. 4. Almannastovan tekur støðu til, hvørt tað er rímuligt at krevja, at umsøkjarin eigur at selja ognir sambært stk. 3, soleiðis at eingin persónlig viðbót verður veitt. Fólkapensjónistar
§ 5 Treytin fyri, at fólkapensjónistar kunnu fáa fulla persónliga viðbót er, at ársinntøkan ikki fer…
Treytin fyri, at fólkapensjónistar kunnu fáa fulla persónliga viðbót er, at ársinntøkan ikki fer upp um 90.356 kr. fyri støk og 127.784 kr. tilsamans fyri hjún. Stk. 2. Fer inntøkan upp um hesi mørk, verður viðbótin minkað við 20% fyri hvørjar 5.000 kr. í meirinntøku niður til 40% av útreiðsluni. Stk. 3. Gerst inntøkan meira enn 15.000 kr. hægri enn ásettu mørkini í stk. 1, verður eingin viðbót veitt. Stk. 4. Sum inntøka sambært stk. 1, verður roknað øll inntøka, frároknað barnaviðbót, rentustuðul, røktarviðbót, hjálparviðbót og samhaldsføst arbeiðsmarknaðareftirløn. Fyritíðarpensjónistar
§ 6 Treytin fyri, at fyritíðarpensjónistar yvirhøvur kunnu fáa persónliga viðbót er, at ársinntøkan…
Treytin fyri, at fyritíðarpensjónistar yvirhøvur kunnu fáa persónliga viðbót er, at ársinntøkan ikki fer upp um 159.568 kr. fyri støk og 227.032 kr. tilsamans fyri hjún. Stk. 2. Er ársinntøkan lægri enn inntøkuhámarkið fyri fólkapensjónistar sambært § 5, stk. 3, verður viðbót veitt til alla útreiðsluna, uttan at tørvsmeting verður gjørd. Stk. 3. Er ársinntøkan lægri enn nevnt í stk. 1, men tó hægri enn hámarkið í stk. 2, verður ein tørvsmeting gjørd í hvørjum einstøkum føri. Stk. 4. Sum inntøka sambært stk. 1-3, verður roknað øll inntøka, frároknað barnaviðbót, rentustuðul, røktarviðbót og hjálparviðbót. Stk. 5. Rentustuðul verður kortini roknaður við, tá tørvsmeting verður gjørd sambært stk. 3. Afturgjald
§ 7 Tá persónlig viðbót verður veitt til útreiðslur til egnan bústað, verður hendan treytað av, at…
Tá persónlig viðbót verður veitt til útreiðslur til egnan bústað, verður hendan treytað av, at ein afturgjaldsskipan verður gjørd. Stk. 2. Afturgjaldsskipanin verður tillagað fíggjarligu orkuni hjá pensjónistinum, soleiðis at stødd og tal á avdráttunum avspegla hesa orkuna. Stk. 3. Treytirnar fyri afturgjaldi verða ásettar í aðrari kunngerð. Serlig persónlig viðbót
§ 8 1) (Strikað)
1) (Strikað).
§ 9 1) (Strikað)
1) (Strikað).
§ 10 1) (Strikað)
1) (Strikað).
§ 11 1) (Strikað)
1) (Strikað).
§ 12 1) (Strikað)
1) (Strikað).
§ 13 1) (Strikað)
1) (Strikað). Gildiskoma
§ 14 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2000
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2000. Stk. 2. Leypandi persónligar viðbøtur, sum eru játtaðar innan 1. januar 2000 verða ikki ávirkaðar av hesi kunngerð fyrr enn tær verða endurskoðaðar, ella í seinasta lagi 1. januar 2001. Almanna- og Heilsumálastýrið, 11. februar 2000 Helena Dam á Neystabø (sign.) landsstýrismaður / Høgni Joensen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 1 frá 25. januar 2001.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.