Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
29. apríl 2019 Nr. 46
Kunngerð um broyting í kunngerð um persónliga viðbót sambært almannapensjónslógini
(Viðbót verður veitt óheft av inntøku hjá hjúnafelaga o.a.)
§ 1 Í kunngerð nr. 19 frá 14. mai 2004 um persónliga viðbót sambært almannapensjónslógini, sum broytt…
Í kunngerð nr. 19 frá 14. mai 2004 um persónliga viðbót sambært almannapensjónslógini, sum broytt við kunngerð nr. 27. frá 6. apríl 2005, kunngerð nr. 92 frá 23. juni 2005 og kunngerð nr. 10 frá 10. februar 2015 verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1, stk. 3 og 4 og § 3, stk. 3, verður “Almannastovan” broytt til: “Almannaverkið”. 2. Í § 1, stk. 4 verður “ og møguligum hjúnafelaga” strikað. 3. Í § 2, stk. 1 og tvær staðni í stk. 2 verður “Almannastovuni” broytt til: “Almannaverkinum”. 4. Í § 3, stk. 1 verður “og møguligur hjúnafelagi eiga” broytt til: “eigur”. 5. § 4, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Sum inntøka verður roknað øll inntøka hjá pensjónistinum, tó frároknað barnaviðbót, røktarviðbót og hjálparviðbót og viðbót til ávísar pensjónistar sambært løgtingslóg um ávísar pensjónistar.” 6. § 4, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Sum nøktandi upphædd til útreiðslur til mat, klæði og tílíkt verður nýtt ein upphædd, ið hjá støkum svarar til 23% av dagpeningaupphæddini og hjá giftum og sambúgvandi svarar til 18,5% av dagpeningaupphæddini. Dagpeningaupphædd er hægsta útgjald sambært lóg um dagpening vegna sjúku v.m., frítíðarløn ikki íroknað.” 7. Í § 4 verða sum stk. 4 og 5 sett: “Stk. 4. Hjá pensjónisti, sum er giftur ella sambúgvandi, verður tørvsmetingin grundað á helvtina av føstum felagsútreiðslum. Stk. 5. Hjá pensjónisti, sum er giftur ella sambúgvandi, og sum søkir um stuðul til gjald av felagsútreiðslu, kann helvtin av hesi útreiðslu verða játtað.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Almannamálaráðið, 29. apríl 2019 Eyðgunn Samuelsen (sign.) landsstýrismaður / Eyðun Mohr Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.