Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
18. desember 2012 Nr. 152
Kunngerð um loðsprógv og loðsfrítøkuskjal v.m., sum seinast broytt við kunngerð nr. 201 frá 11. desember 2025
Kapittul 1 Loðsprógv
Kapittul 2 Loðsútbúgving
Kapittul 3 Loðsfrítøkuskjal
Kapittul 4 (Strikað) Strikað
Kapittul 5 Skrá, eftirlit o.a.
Kapittul 6 Gjald
Kapittul 7 Kæra
Kapittul 8 Revsing
Kapittul 9 Gildiskomu- og skiftisreglur
Við heimild í § 5, § 9, stk. 3, § 12, stk. 2, § 14, stk. 1 og 2, § 16 og § 19, stk. 4 í løgtingslóg nr. 21 frá 16. mars 2012 um havnaloðsing verður ásett:
Kapittul 1
Loðsprógv
Kapittul 1 Loðsprógv
Loðsprógv verður eftir umsókn givið út, um umsøkjarin: 1) hevur fingið vinnubræv sum skipsførari sambært manningarlógini, 2) hevur í minsta lagi 2 ára royndir sum skipsførari ella yvirstýrimaður frá viðkomandi sigling, 3) hevur gildugt heilsuprógv uttan avmarkingar sambært kunngerð um læknakanning fyri sjófólk, sbr. tó stk. 4, 4) hevur tikið loðsútbúgving, herundir staðið praktiska og teoretiska dugnaskapsroynd fyri loðsar, sbr. kapittul 2, 5) er knýttur at loðsstøð, sbr. § 4 í løgtingslóg um havnaloðsing. Stk. 2. Sjóvinnustýrið kann geva undantak frá stk. 1, nr. 2. Stk. 3. Loðsprógvið kann vera avmarkað til ymiskar skipastøddir og fyri ávísar havnir. Stk. 4. Um avmarkingar eru í heilsupróvnum sambært stk. 1, nr. 3, kann Sjóvinnustýrið biðja um eina læknaliga meting av, hvørt umsøkjarin, hóast avmarkingarnar, er skikkaður at røkja starvið sum loðsur.
Sjóvinnustýrið gevur út loðsprógv. Snið og innihald í loðspróvnum er samsvarandi fylgiskjali 1. Stk. 2. Loðsprógvið hevur gildi í eitt 5 ára tíðarskeið. Stk. 3. Lýkur tann, sum hevur loðsprógv, ikki longur treytirnar í hesi kunngerð, hevur viðkomandi skyldu til at senda Sjóvinnustýrinum loðsprógvið, sbr. § 9, stk. 4 í løgtingslóg um havnaloðsing. Stk. 4. Sjóvinnustýrið kann taka aftur loðsprógv samsvarandi § 17 í løgtingslóg um havnaloðsing.
Umsøkjari kann ikki virka sum loðsur, fyrr enn viðkomandi hevur fingið loðsprógv frá Sjóvinnustýrinum. Kapittul 2 Loðsútbúgving Skeið
Kapittul 2 Loðsútbúgving
Tann í § 1, stk. 1, nr. 4 nevnda teoretiska útbúgving fevnir um: 1) Trygdarskeið fyri loðsar, og 2) skeið fyri loðsar, ið m.a. fevnir um skipsmannerering fyri loðsar, streymviðurskifti, landafrøðilig viðurskifti og loðslóggávu. Stk. 2. Skeiðini sambært stk. 1 skulu vera lokin, áðrenn søkt verður um loðsprógv. Stk. 3. Landsstýrismaðurin tekur avgerð um innihaldið í skeiðunum sambært stk. 1. Stk. 4. Loðsur skal endurnýggja skeiðini sambært stk. 1 í minsta lagi fimta hvørt ár. Dugnaskapsroynd
Dugnaskapsroyndin fevnir um ein praktiskan og ein teoretiskan part. Stk. 2. Praktiski parturin snýr seg um, at umsøkjarin loðsar í havnina ella havnirnar, sum søkt verður um loðsprógv til. Stk. 3. Teoretiski parturin er ein roynd, har umsøkjarin skal prógva, at viðkomandi kennur lokaløkið, sbr. stk. 5. Stk. 4. Í sambandi við dugnaskapsroyndina luttaka 2 próvdómarar, sum Sjóvinnustýrið hevur útnevnt. Stk. 5. Landsstýrismaðurin tekur avgerð um innihaldið í royndini sambært stk. 3. Stk. 6. Umsøkjarin ella arbeiðsgevari umsøkjarans rindar allar útreiðslur í sambandi við dugnaskapsroyndina, undir hesum fyrireiking, tímaløn og ferðaútreiðslur v.m. hjá próvdómarunum. Endurnýggjan
Sjóvinnustýrið endurnýggjar aftaná umsókn loðsprógv, sbr. § 2, stk. 2, um loðsur skjalprógvar, at hann hevur loðsað í viðkomandi havn í minsta lagi 3 ferðir innanfyri tey seinastu 5 árini, áðrenn umsókn um endurnýggjan verður latin inn. Stk. 2. Umframt at lúka kravið í stk. 1 um siglingarroyndir, skal loðsur í sambandi við endurnýggjan skjalprógva, at hann hevur tikið skeiðini sambært § 4, stk. 4 og § 5, stk. 3. Kapittul 3 Loðsfrítøkuskjal
Kapittul 3 Loðsfrítøkuskjal
Sjóvinnustýrið gevur út loðsfrítøkuskjal. Snið og innihald av loðsfrítøkuskjalinum er samsvarandi fylgiskjali 1. Stk. 2. Loðsfrítøkuskjal er galdandi fyri eitt 5 ára tíðarskeið.
Loðsfrítøkuskjal verður eftir umsókn givið skipsførara ella vakthavandi navigatøri, galdandi fyri ávísa havn, ávíst skipaslag og -stødd, um umsøkjarin skjalprógvar at hava ført skip í minsta lagi 3 ferðir innanfyri seinasta 12 mánaðirnar í viðkomandi havn við viðkomandi skipaslagi og -stødd. Stk. 2.1) Sjóvinnustýrið kann geva undantak frá siglingarkrøvunum í stk. 1, um umsøkjarin skjalprógvar at hava drúgvar royndir í sigling inn og út úr viðkomandi havn við viðkomandi skipaslagi og -stødd og við tí verður mettur at hava gjølligan kunnleika til økið. Stk. 3. 1) Loðsfrítøkuskjal kann ikki nýtast, tá ið ávís skipasløg og skip, ið sigla við vandamiklum farmi, skulu í ella úr føroyskari havn, sbr. fylgiskjal 2.
Tann, sum hevur eitt gildugt loðsfrítøkuskjal, skal geva viðkomandi loðsstøð fráboðan um hetta.
1) Sjóvinnustýrið endurnýggjar eftir umsókn loðsfrítøkuskjal, sbr. § 7, stk. 2, um umsøkjarin skjalprógvar at hava ført skip, fevnt av loðsfrítøkuni, í viðkomandi havn í minsta lagi 3 ferðir innanfyri teir seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn umsókn um endurnýggjan verður latin inn, ella skjalprógvar at lúka kravið í § 8, stk. 2.
Lýkur tann, sum hevur loðsfrítøkuskjal, ikki longur treytirnar í hesi kunngerð, hevur viðkomandi skyldu til at senda Sjóvinnustýrinum loðsfrítøkuskjalið, sbr. § 12, stk. 3 í løgtingslóg um havnaloðsing. Stk. 2. Sjóvinnustýrið kann taka aftur loðsfrítøkuskjal samsvarandi § 17 í løgtingslóg um havnaloðsing. Kapittul 4 (Strikað) 2) Strikað 2)
Kapittul 4 (Strikað) 2)
2) (Strikað). Stk. 2. 2) (Strikað). Stk. 3. 2) (Strikað). Stk. 4. 2) (Strikað). Stk. 5. 2) (Strikað). Kapittul 5 Skrá, eftirlit o.a.
Kapittul 5 Skrá, eftirlit o.a.
Sjóvinnustýrið skrásetir góðkendar loðsar í einari skrá, og gongur tað fram av heimasíðu Sjóvinnustýrisins, hvørjir loðsar eru góðkendir. Stk. 2. Loðsur verður strikaður úr skránni, um loðsprógvið er farið úr gildi ella er tikið aftur, sbr. § 14, stk. 3 í løgtingslóg um havnaloðsing.
2) (Strikað).
Sjóvinnustýrið kann krevja, at upplýsingar sambært hesi kunngerð verða sendar stovninum talgilt. Kapittul 6 Gjald
Kapittul 6 Gjald
Fyri at geva út loðsprógv og fyri endurnýggjan av loðsprógvi tekur Sjóvinnustýrið 1175 kr. Stk. 2. Fyri at geva út loðsfrítøkuskjal og fyri endurnýggjan av loðsfrítøkuskjali tekur Sjóvinnustýrið 1175 kr. Stk. 3. 2) (Strikað). Kapittul 7 Kæra
Kapittul 7 Kæra
Avgerð Sjóvinnustýrisins eftir hesi kunngerð kann kærast til Vinnukærunevndina innan 4 vikur frá tí, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina. Kapittul 8 Revsing
Kapittul 8 Revsing
Við bót verður tann revsaður, ið fremur brot á § 3. Á sama hátt verður tann revsaður, sum loðsar, hóast viðkomandi ikki hevur rætt til at loðsa, og tann sum ikki letur inn loðsprógv ella loðsfrítøkuskjal samsvarandi § 2, stk. 3 og § 11, stk. 1. Stk. 2. Loðsstøð, sum grovt ella ferð eftir ferð fremur brot á § 12, stk. 1-3 og § 15, verður revsað við bót. Stk. 3. Løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært 5. kapitli í revsilógini. Kapittul 9 Gildiskomu- og skiftisreglur
Kapittul 9 Gildiskomu- og skiftisreglur
Kunngerðin kemur í gildi 1. januar 2013. Stk. 2. Persónar, sum hava eina skipsføraraútbúgving og virka sum loðsar fyri kommunurnar, tá ið kunngerðin kemur í gildi, hava í einari skiftistíð fram til 1. januar 2014 framhaldandi rætt til at virka sum loðsar. Tann 1. januar 2014 skulu krøvini til førleikar, loðsprógv v.m. sambært hesi kunngerð vera lokin, tó er kravið um at lúka dugnaskapsroynd sambært § 5 ikki galdandi fyri hesar persónar. Persónarnir verða í skiftistíðarskeiðnum fyribils skrásettir í skránni sambært § 13. Vinnumálaráðið, 18. desember 2012 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Bjørgfríð Ludvig (sign.) Fylgiskjal 1 Snið og innihald á loðsprógvi og loðsfrítøkuskjali Loðsprógv – snið og innihald I. Snið: Sjóvinnustýrið tekur avgerð um sniðið á loðspróvnum. II. Innihald: Loðsprógv verður skrivað á enskum. Á forsíðuni stendur: tjóðarflagg heiti á prógvi raðnummar á prógvi mynd av próvánara útgávudagur lokadagur navn á loðsinum føðingardagur hjá loðsinum undirskrift hjá loðsinum havnir, sum loðsprógvið fevnir um møguligar avmarkingar, t.d. skipalongd og dýpd Á baksíðuni stendur: tilvísing til løgtingslóg um havnaloðsing undirskrift frá Sjóvinnustýrinum stempul búmerki Sjóvinnustýrisins navn, adressa, telefonnummar og teldupostur hjá Sjóvinnustýrinum Loðsfrítøkuskjal – snið og innihald I. Snið: Sjóvinnustýrið tekur avgerð um sniðið á loðsfrítøkuskjalinum. II. Innihald Loðsfrítøkuskjal verður skrivað á enskum: Á forsíðuni stendur: tjóðarflagg heiti á skjalinum raðnummar á skjalinum mynd av próvánara útgávudagur lokadagur navnið á skjalánaranum føðingardagur hjá skjalánaranum undirskrift hjá skjalánaranum havnir, ið loðsfrítøkan fevnir um skipaslag og stødd, sum loðsfrítøkuskjalið er galdandi fyri undirskrift frá Sjóvinnustýrinum stempul tilvísing til løgtingslóg um havnaloðsing Á baksíðuni stendur: búmerki Sjóvinnustýrisins navn, adressa, telefonnummar og teldupostur hjá Sjóvinnustýrinum Fylgiskjal 2 Skip, ið ikki kunnu sigla uttan loðs, hóast treytirnar fyri loðsfrítøku eru til staðar Loðsfrítøkuskjal kann ikki verða nýtt í sambandi við, at hesi loðsskyldugu skip skulu í ella úr føroyskari havn: Olju-, gass- og kemikaliutangaskip Ferðamannaskip omanfyri 200 m Atomdrivin skip Skip, sum sigla við ávísum vandamiklum farmi. Undir hesa áseting koma skip, sum sigla við farmi, ið er reguleraður í INF-koduni ella í sambandi við, at siglt verður við hesum flótandi lastunum í bulk: 1. Kondenseraðum gassum, sbr. IBC-koduna, kap. 19. 2. Evni í dálkingarbólki X, sum regulerað í MARPOL parti Annex II, sbr. IBC-koduna, kap. 17. 3. Evni í dálkingarbólki Y, sum regulerað í MARPOL parti Annex II, sbr. kap. 17, øll evni, sum eru regulerað í MARPOL parti I og evni, sum hava eitt logarmark undir 23C, tá ið skipið hevur einkultan botn og eina longd á 70 metrar ella meira. 4. Evni í dálkingarbólki Y, sum eru regulerað í MARPOL parti II, sbr. IBC-koduna kap. 17, øll evni, sum eru regulerað í MARPOL parti I og evni, sum hava eitt logarmark undir 23C, tá ið skipið hevur dupultan botn, og eina longd á 90 metrar ella meira. Skip, sum hava siglt við omanfyrinevndu evnum, koma eisini undir hesa áseting, um tangarnir ikki eru reinsaðir fyri hesi evni. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 26 frá 23. apríl 2013. 2) Broytt við § 24, stk. 3 í løgtingslóg nr. 201 frá 11. desember 2025.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(3)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
3 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.