Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
23. apríl 2013 Nr. 26
Kunngerð um broyting í kunngerð um loðsprógv og loðsfrítøkuskjal v.m.
§ 1 Í kunngerð nr. 152 frá 18. desember 2012 um loðsprógv og loðsfrítøkuskjal v.m. verða gjørdar…
Í kunngerð nr. 152 frá 18. desember 2012 um loðsprógv og loðsfrítøkuskjal v.m. verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 8 verður sum nýtt stk. 2 sett: “Stk. 2. Sjóvinnustýrið kann geva undantak frá siglingarkrøvunum í stk. 1, um umsøkjarin skjalprógvar at hava drúgvar royndir í sigling inn og út úr viðkomandi havn við viðkomandi skipaslagi og -stødd og við tí verður mettur at hava gjølligan kunnleika til økið.” Stk. 2 verður eftir hetta stk. 3. 2. Í § 10 verður aftaná orðingina “latin inn” sett: “, ella skjalprógvar at lúka kravið í § 8, stk. 2.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 23. apríl 2013 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður / Jóanna Djurhuus (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.