Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
11. desember 2025 Nr. 201
Kunngerð um loðsing, gjøld, eftirlit o.a.
Kapittul 1 Allýsingar
Kapittul 2 Loðspunkt og fráboðanarpunkt
Kapittul 3 Umbøn um loðs
Kapittul 4 Útinnan av loðsingini
Kapittul 5 Gjald fyri loðsing
Kapittul 6 Fráboðanarskyldan hjá loðsum
Kapittul 7 Loðsstøðir
Við heimild í § 3, stk. 2, § 5, § 7, stk. 3, § 10, stk. 3, § 13, stk. 1 og § 14, stk. 1, §§ 16 og 18 í løgtingslóg nr. 21 frá 16. mars 2012 um havnaloðsing (Loðslógin), sum broytt við § 10 í løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður ásett:
Kapittul 1
Allýsingar
Kapittul 1 Allýsingar
Í hesi kunngerð merkir: 1) Loðspunkt: Ein knattstøða, haðani loðsingin byrjar. 2) Fráboðanarpunkt: Ein knattstøða uttari enn loðspunktið, har loðsskyldug skip skulu seta seg í samband við loðsstøðina fyri at fáa nágreiniliga siglingarleiðbeining inn til sjálvt loðspunktið. 3) ETA: Klokkutíðin, tá loðsskylduga skipið væntandi kemur til ávísa loðspunktið. 4) Red: Pláss, har skip ankra upp uttan fyri ávísa havn. 5) Umboðsfólk: Persónur ella felag í Føroyum, sum umboðar eitt loðsskyldugt skip, og sum hevur beinleiðis gjaldskyldu fyri loðsgjald o.a. sambært hesi kunngerð. 6) Reiðari: Eigarin av loðsskylduga skipinum, ella annar persónur ella felag, sum eigarans vegna rekur loðsskylduga skipið, og sum hevur beinleiðis gjaldskyldu fyri loðsgjaldið o.a. sambært hesi kunngerð. Allýsingar av olju, kemikalium o.ø.
Tey í § 7, stk. 3 í løgtingslógini nevndu hugtøk skulu skiljast soleiðis: 1) Olja: Samsvarandi ásetingunum í kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um at fyribyrgja dálking frá skipum. 2) Óreinsaðir lufttangar: Skip í ballast, sum hava verið fermd við olju, har tangarnir eftir hetta ikki eru heilt reinsaðir og tryggjaðir við inaktivari luft. 3) Kemikaliu: Evni í dálkingarbólki X, Y og Z í kapitli 17-19 í altjóða IBC-koduni, International Code for the Construction and Equipment of Ships Carrying Dangerous Chemicals in Bulk. 4) Gass: Samsvarandi allýsingunum í altjóða IGC-koduni, International Code for the Construction and Equipment of Ships Carrying Liquefied Gasses in Bulk. 5) Bunkersolja: Brenniolja og onnur sløg av olju, ið verða nýtt til at dríva skipið. 6) Háradioaktiv evni: Samsvarandi altjóða INF-koduni, t.e. The International Code for the Safe Carriage of Packaged Irradiated Nuclear Fuel, Plutonium and High-Level Radioactive Wastes on Board Ships. Kapittul 2 Loðspunkt og fráboðanarpunkt
Kapittul 2 Loðspunkt og fráboðanarpunkt
Fyri føroyskar havnir, ið kunnu vænta at móttaka loðsskyldug skip, verða ásett eitt ella fleiri loðspunkt, umframt fráboðanarpunkt fyri ávísar havnir, sambært skjali 1 til hesa kunngerð og viðkomandi sjókort. Stk. 2. Loðspunktini verða nevnd Loðspunkt Alfa, Loðspunkt Bravo og so framvegis. Fráboðanarpunktini verða nevnd Fráboðanarpunkt til Loðspunkt Alfa, Fráboðanarpunkt til Loðspunkt Bravo og so framvegis. Stk. 3. Loðspunkt og fráboðanarpunkt kunnu vera felags fyri fleiri havnir. Kapittul 3 Umbøn um loðs Tíðarfreistir við komu
Kapittul 3 Umbøn um loðs
Loðsskyldug skip, sum eru ávegis til havn ella red, skulu í seinasta lagi 18 tímar áðrenn ETA biðja um loðsing frá avvarðandi loðsstøð, sum útvegar loðstænastuna. Stk. 2. Loðsskylduga skipið skal skjótast gjørligt og í seinasta lagi 4 tímar áðrenn upprunaliga fráboðaða ETA boða loðsstøðini frá broytingum í ETA. Tíðarfreistir við fráferð
Loðsskyldug skip, sum skulu úr havn ella red, skulu biðja viðkomandi loðsstøð um loðsing í seinasta lagi 6 tímar áðrenn ætlaða fráferð. Stk. 2. Broytingar í fráferðini skulu fráboðast loðsstøðini skjótast gjørligt, og í seinasta lagi 2 tímar áðrenn upprunaligu fráboðaðu fráferðina. Upplýsingar, ið skulu fylgja við umbøn um loðs
Umbøn um loðs sambært § 4, skal fevna um hesar upplýsingar: 1) navnið á loðsskylduga skipinum, kallibókstavir og møguligt IMO-nummar, 2) bruttotons, longd, breidd og dýpd á skipinum, 3) hvørja havn ella red, skipið er ávegis til, 4) ETA, 5) hvørja havn ella red, skipið er ávegis úr, 6) slag av farmi umborð, 7) upplýsingar um mannereringsevni hjá skipinum, m.a. maskinorku og bógskrúvu, og møguligar avmarkingar og brek hesum viðvíkjandi, 8) kontaktupplýsingar hjá tí, ið biður um loðs, og 9) nágreiniligar upplýsingar um, hvør er gjaldskyldugur fyri loðsingina. Stk. 2. Umbøn um loðs, sambært § 5, skal fevna um upplýsingar, sum ásettar í stk. 1, nr. 1, 3 og 6-9. Kapittul 4 Útinnan av loðsingini Loðsing frá loðspunkti
Kapittul 4 Útinnan av loðsingini
Tá ið loðsskyldugt skip kemur til loðspunkt, samanber skjal 1 til hesa kunngerð, skal skipið steðga á og bíða eftir loðsbáti, ið setir loðsin umborð á skipið. Loðsing frá innara loðspunkti
Um tað orsakað av veðurlíkindunum, ella øðrum viðurskiftum, ikki verður mett trygdarliga ráðiligt at senda loðsbát út til loðspunktið fyri viðkomandi havn, kann loðsstøðin í einstaka førinum áseta eitt innara loðspunkt, og umvegis radiosamband og møguliga aðra egnaða samskiftisútgerð, nágreiniliga leiðbeina skipið um, hvussu siglt verður til innara loðspunktið. Loðsing frá loðsbáti
Um tað orsakað av veðurlíkindunum, ella øðrum viðurskiftum, ikki verður mett trygdarliga ráðiligt at seta loðsin umborð á skipið á einum innara loðspunkti, ásett eftir § 8 kann loðsurin í samráð við loðsstøðina avgera at fremja loðsingina frá loðsbátinum. Loðsbáturin skal tá sigla framman fyri skipið. Loðsing umvegis radiosamband o.a.
Um tað orsakað av veðurlíkindunum ikki verður mett trygdarliga ráðiligt at senda loðsbát út ímóti skipinum, ella aðrar serligar umstøður eru, ið forða fyri, at loðsingin kann fremjast frá loðsbáti, kann loðsstøðin, um hetta verður mett trygdarliga ráðiligt, loðsa skipið inn umvegis radiosamband og møguliga aðra viðkomandi samskiftisútgerð. Útseta loðsingina
Um tað orsakað av veðurlíkindunum ella øðrum serligum viðurskiftum ikki verður mett trygdarliga ráðiligt at fremja loðsingina sambært §§ 8-10, skal loðsstøðin ávísa loðsskylduga skipinum eitt trygt pláss at liggja og bíða, til loðsingin kann fremjast. Kapittul 5 Gjald fyri loðsing
Kapittul 5 Gjald fyri loðsing
Gjaldið fyri loðsing verður ásett sum eitt tímagjald við støði í støddini á loðsaða skipinum, eftir hesum reglunum. Fyri skip: 1) 0 til 2.999 bruttotons (BT) verður kravt gjald upp á 1.540 kr. fyri hvønn byrjaðan klokkutíma. 2) 3.000 til 9.999 BT verður kravt gjald upp á 1.680 kr. fyri hvønn byrjaðan klokkutíma. 3) 10.000 til 24.999 BT verður kravt gjald upp á 1.960 kr. fyri hvønn byrjaðan klokkutíma. 4) 25.000 til 49.999 BT verður kravt gjald upp á 2.310 kr. fyri hvønn byrjaðan klokkutíma. 5) 50.000 BT ella størri verður kravt gjald upp á 2.660 kr. fyri hvønn byrjaðan klokkutíma Stk. 2. Ein loðsing verður ongantíð fakturerað styttri enn 2 tímar. Um loðsingin heldur á longri enn 2 tímar, er gjaldið fyri hvønn byrjaðan klokkutíma upp á 980 kr. um tíman uttan mun til stødd á skipinum. Stk. 3. Gjald fyri nýtslu av loðsbáti er ikki roknað inn í gjaldið sambært stk. 1. Stk. 4. Umboðsmaður hjá skipinum ella avvarðandi reiðarí rindar loðsstøðini fyri loðs og loðsbát. Loðsstøðin rindar eigara av loðsbáti fyri brúk av loðsbáti. Nær gjaldskyldan byrjar
Loðsgjald verður kravt frá tí løtu, loðsbáturin leggur frá landi við loðsinum umborð, og til loðsurin er komin aftur til lands. Stk. 2. Verður loðsað sambært § 10 verður loðsgjaldið kravt frá tí, at loðsingin byrjar umvegis radiosamband o.a., og til skipið liggur bundið við bryggju ella er ankrað upp á redini. Bíðigjald
Er loðsing umbiðin, men upplýsta ETA hjá skipinum verður seinkað meira enn ein tíma, uttan at hetta er fráboðað samsvarandi teimum í § 4, stk. 2 og § 5, stk. 2 nevndu tíðarfreistum, verður kravt tvífalt tímagjald fyri ta tíðina, sum loðsurin má bíða, til loðsingin kann byrja, ella til loðsskylduga skipið endaliga avlýsir loðsingina. Stk. 2. Er loðsur komin umborð, men fær ikki byrjað loðsingina orsakað av viðurskiftum, sum loðsurin ikki hevur ábyrgdina av, verður kravt tvífalt tímagjald frá tí, at loðsurin kom umborð, og til loðsingin kann byrja, ella til loðsurin er komin til lands. Gjaldskyldan
Gjaldskyldan fyri loðsing o.a. liggur á umboðsfólkinum hjá loðsskylduga skipinum og í øðrum lagi hjá reiðaranum. Stk. 2. Loðsgjaldið fellur til gjaldingar 30 dagar eftir fakturadato, og eftir hetta verður tað roknað sambært lov om renter ved forsinket betaling, m.v.
Skip, sum biður um loðsing, uttan at vera loðsskyldugt, skal gjalda fyri loðsing o.a. sambært hesi kunngerð, á sama hátt sum loðsskyldugt skip. Kapittul 6 Fráboðanarskyldan hjá loðsum Til loðsskylduga skipið
Kapittul 6 Fráboðanarskyldan hjá loðsum
Skyldan hjá loðsum at boða loðsaða skipinum frá ymiskum viðurskiftum sambært løgtingslógini, fevnir um: 1) Upplýsingar um innanoyggja siglingarleiðir og bannað siglingarøki. 2) Viðkomandi IMO-tilmæli. 3) Vantandi ella skeivar uppmerkingar í sjóøkinum ella sjókortum. 4) Avleiðingar av breki við loðsaða skipinum ella útgerðini umborð. 5) Viðurskifti viðvíkjandi sjálvari siglingini. 6) Viðurskifti av týdningi fyri umhvørvið eftir løgtingslóg um verju av havumhvørvinum, 7) Fyriskipan av siglingini. 8) Aðra kunning av týdningi fyri siglingina og loðsingina. Stk. 2. Loðsurin skal boða frá teimum í stk. 1 nevndu viðurskiftum, so skjótt hann er komin umborð á skipið, ella gerst varugur við nevndu viðurskifti. Til avvarðandi myndugleikar
Skyldan hjá loðsum at boða avvarðandi myndugleikum frá ymiskum viðurskiftum viðvíkjandi loðsaða skipinum og sjóferðsluni í økinum annars sambært løgtingslógini, fevnir um: 1) brot á tilmæli frá IMO, 2) vantandi ella skeivar uppmerkingar í sjóøkinum og sjókortum, 3) brek og manglar við loðsaða skipinum, 4) ólógliga sigling, 5) vandamiklar støður, t.e. near-miss incidents, 6) viðurskifti av týdningi fyri umhvørvið eftir løgtingslóg um verju av havumhvørvinum, 7) aðra kunning av týdningi fyri samfelagið, havumhvørvið ella trygdina hjá øðrum skipum. Stk. 2. Loðsurin skal boða frá teimum í stk. 1 nevndu viðurskiftum, so skjótt hann verður varugur við tey. Kapittul 7 Loðsstøðir Innaneftirlit
Kapittul 7 Loðsstøðir
Loðsstøðir skulu hava innaneftirlit við loðsvirkseminum. Stk. 2. Innaneftirlitið skal í minsta lagi fevna um skráseting og uppfylging av: 1) Loðsprógvum, 2) hvílutíð og arbeiðsumhvørvi hjá loðsunum, og 3) tilburðum og frávikum frá ásettum leiðreglum, sum hava elvt til vanda fyri trygdina á sjónum ella umhvørvið. Trygging fyri loðsar
Loðsstøðir skulu tekna trygging, sum skal veita fulnað fyri ta ábyrgd, ið loðsur kann koma undir sambært § 151 í anordning om ikrafttæden for Færøerne af søloven. Stk. 2. Loðsstøðir skulu tekna trygging, sum skal veita fulnað fyri ta ábyrgd, ið loðsur sum ráðgevi kann koma undir. Stk. 3. Tær í stk. 1 og 2 nevndu tryggingar skulu hvør í sær í minsta lagi veita fulnað fyri upp í 5 mió. kr. Stk. 4. Ein loðsstøð hevur á hvørjum ári skyldu til at senda Sjóvinnustýrinum avrit av tryggingarskjølunum, undir hesum treytir og sertreytir. Stk. 5. Tað skal ganga fram av tryggingaravtaluni, at tryggingarfelagið í sambandi við broytingar í ella uppsøgn av tryggingaravtaluni skal boða Sjóvinnustýrinum frá hesum. Eftirlit Sjóvinnustýrisins
Sjóvinnustýrið hevur eftirlit við loðsstøðum. Stk. 2. Í sambandi við eftirlit kann Sjóvinnustýrið biðja um skrásetingar í innaneftirlitinum, samanber § 19. Stk. 3. Sjóvinnustýrið kann krevja, at upplýsingar í sambandi við eftirlit verða sendar stovninum talgilt. Stk. 4. Fyri eftirlit við loðsstøðum kann Sjóvinnustýrið krevja gjald upp á 470 kr. fyri hvønn tíma frá avvarðandi loðsstøð. Kæra
Avgerð Sjóvinnustýrisins eftir hesi kunngerð kann kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur frá tí, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina. Revsing
Loðsstøð, sum grovt ella ferð eftir ferð ikki heldur § 19 og § 20, verður revsað við sekt. Gildiskoma
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 153 frá 21. desember 2012 um loðsing, gjøld o.a. Stk. 3. Samstundis fer úr gildi kapittul 4, § 14 og § 16, stk. 3 í kunngerð nr. 152 frá 18. desember 2012 um loðsprógv og loðsfrítøkuskjal v.m. Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 11. desember 2025 Eirikur í Jákupsstovu (sign.) landsstýrismaður / Pól Egholm (sign.) Skjal 1 Loðspunkt og fráboðanarpunkt Kommuna (Loðsstøðir) Havnir Loðspunkt Fráboðanarpunkt Viðmerkingar Eiðis kommuna Eiði 62*18,66’ N og 07*08,53’ V 62*20,00’ N og 07*09,00’ V Loðspunkt og fráboðanarpunkt er felags við norðara loðspunkt og fráboðanarpunkt til Sunda kommunu. Eystur kommuna Leirvík Norðagøta 62*12,7’ N og 06*41,16’ V 62*08’ N og 06*32’ V (Sunnanfyri) 62*22’ N og 06*54’ V (Djúpini) 62*23’ N og 06*45’ V (Kalsoyarfjørður) Fráboðanarpunktið er felags við fráboðanarpunkt til Fuglafjarðar og Klaksvíkar kommunu. Fuglafjarðar kommuna Fuglafjørður 62*14’ N og 06*45’ V 62*08’ N og 06*32’ V (Sunnanfyri) 62*22’ N og 06*54’ V (Djúpini) 62*23’ N og 06*45’ V (Kalsoyarfjørður) Fráboðanarpunkt er felags við fráboðanarpunkt til Klaksvíkar kommunu og Eystur kommunu. Klaksvíkar kommuna Klaksvík Ánirnar 62*13’ N og 06*38’ V 62*16,33’ N og 06*41,00’ V 62*08 N’ og 06*32’ V (Sunnanfyri) 62*22’ N og 06*54’ V (Djúpini) 62*23’ N og 06*45’ V (Kalsoyarfjørður) Fráboðanarpunkt er felags við fráboðanarpunkt til Fuglafjarðar og Klaksvíkar kommunu. Nes kommuna Toftir 62*03’ N og 06*43’ V 62*03’ N og 06*39’ V Loðspunkt og fráboðanarpunkt eru felags við loðspunkt og fráboðanarpunkt til Runavíkar kommunu og við sunnara loðspunkt og fráboðanarpunkt í Sunda kommunu. Runavíkar kommuna Runavík Glyvrar Søldarfjørður Skáli Funningsfjørður Oyndarfjørður 62*03’ N og 06*43’ V 62*03’ N og 06*39’ V Loðspunkt og fráboðanarpunkt eru felags loðspunkt og fráboðanarpunkt til Nes og Sjóvar kommunu og sunnara fráboðanarpunkt og loðspunkt í Sunda kommunu. Sjóvar kommuna Strendur Selatrað 62*03’ N og 06*43’ V 62*03’ N og 06*39’ V Loðspunkt og fráboðanarpunkt eru felags við loðspunkt og fráboðanarpunkt til Runavíkar og Nes kommunu og sunnara loðspunkt og fráboðanarpunkt í Sunda kommunu. Sunda kommuna Hósvík Hvalvík Oyri Norðskáli Haldórsvík Sunnara loðspunkt: 62*03’ N og 06*43’ V Norðara loðspunkt: 62*18,66’ N og 07*08,53’ V. 62*03’ N og 06*39’ V (Sunnanfyri) 62*20,00’ N og 07*09,00’ V (Norðanfyri) Sunnara loðspunkt og fráboðanarpunkt er felags við loðspunkt og fráboðanarpunkt til Runarvíkar, Nes og Sjóvar kommunu. Norðara loðspunkt og fráboðanarpunkt er felags við loðspunkt og fráboðanarpunkt til Eiðis kommunu. Sørvágs kommuna Sørvágur 62*06’ N og 07*27,5’ V 62*03,55’ N og 07*32,8’ V (Sunnanfyri) 62*08’ N og 07*31’ V (Norðanfyri) Tórshavnar kommuna Tórshavn Sund Kollafjørður 62*00’ N og 62*43’ V 61*55’ N og 06*37’ V Tvøroyrar kommuna Tvøroyri Krambatangi Drelnes 61*31,88’ N og 06*44’ V. Onki Vága kommuna Miðvágur 62*02,233’ N og 07*08,462’ V. 62*01,25’ N og 07*02,8’ V Fráboðanarpunkt er felags við sunnara fráboðanarpunkt til Vestmanna kommunu. Vágs kommuna Vágur 61*28,2’ N og 06*44’ V Onki Vestmanna kommuna Vestmanna 62*08,335’ N og 07*10,045’ V. 62*10,4’ N og 07*17’ V (Norðanfyri) 62*01,25’ N og 07*02,8’ V (Sunnanfyri) Sunnara fráboðanarpunkt er felags við fráboðanarpunkt til Vága kommunu.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(3)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
3 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.