Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

18. desember 2015 Nr. 147

Kunngerð um krøv til skattliga ársroknskapin, sum broytt við kunngerð nr. 12 frá 7. februar 2018

1) Við heimild í § 103, stk. 1 og § 149 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 191 frá 28. desember 1992, løgtingslóg nr. 168 frá 30. desember 1997 og løgtingslóg nr. 136 frá 11. desember 2013 verður ásett:

§ 1 Ásetingarnar í hesi kunngerð eru galdandi fyri skattskyldug, sum hava roknskaparskyldu

Ásetingarnar í hesi kunngerð eru galdandi fyri skattskyldug, sum hava roknskaparskyldu. Stk. 2. TAKS kann sleppa smáum einstaklingavirkjum undan at nýta teir í § 2 nevndu standardroknskapir, tá ið hetta ikki stendur mát við lítla virksemi teirra.

§ 2 Tann ársroknskapur, ið skal latast TAKS, skal vera settur upp sambært teimum standardroknskapnum,…

Tann ársroknskapur, ið skal latast TAKS, skal vera settur upp sambært teimum standardroknskapnum, sum finnast á heimasíðuni hjá TAKS. Stk. 2. Bókhaldið skal leggjast soleiðis til rættis, at allar skrásetingar skulu kunna fylgjast til tær skattligu uppgerðirnar. Tølini í skattauppgerðini skulu kunna loysast upp í tey tøl, tey eru sett saman av. Stk. 3. Skattligar broytingar til ársroknskapin skulu gerast soleiðis, at tað er gjørligt at staðfesta sambandið við skattauppgerðina fyri undanfarna ár.

§ 3 Hóast ásetingina í § 2, stk. 1 skulu skattskyldug sambært kolvetnisskattalógini og vinnurekandi…

Hóast ásetingina í § 2, stk. 1 skulu skattskyldug sambært kolvetnisskattalógini og vinnurekandi deyðsbúgv ikki lata inn sanbært skjølunum í hesi kunngerð.

§ 4 Eftir áheitan skal tann roknskaparskyldugi lata TAKS útgreiningar til einstøku teigarnar í…

Eftir áheitan skal tann roknskaparskyldugi lata TAKS útgreiningar til einstøku teigarnar í fylgiskjølunum.

§ 5 Fyri inntøkuárið 2015 kunnu løgfrøðiligir persónar, ið við heimild í § 2 í kunngerð um talgildan…

Fyri inntøkuárið 2015 kunnu løgfrøðiligir persónar, ið við heimild í § 2 í kunngerð um talgildan roknskap hava valt ikki at lata inn í XBRL-sniði, síggja burtur frá krøvunum um skattaroknskap sambært hesi kunngerð.

§ 5 a 1) Brot á §§ 2 og 4 verður revsað við sekt

1) Brot á §§ 2 og 4 verður revsað við sekt.

§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2016

Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2016. Stk. 2. Samstundis fer kunngerð nr. 109 frá 14. desember 2014 úr gildi. Fíggjarmálaráðið, 18. desember 2015 Kristina Háfoss (sign.) landsstýriskvinna / Bjarni Askham Bjarnason (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 12 frá 7. februar 2018.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
krøv til skattliga ársroknskapin · innanhýsis
Áður galdandi · 11. desember 2014
Broytingar
broyting í kunngerð um krøv til skattliga ársroknskapin · innanhýsis
Galdandi · 7. februar 2018
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙