Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
7. februar 2018 Nr. 12
Kunngerð um broyting í kunngerð um krøv til skattliga ársroknskapin
(Inngangur broyttur og heimild at áleggja sekt)
§ 1 Í kunngerð nr. 147 frá 18. desember 2015 um krøv til skattliga ársroknskapin verða gjørdar hesar…
Í kunngerð nr. 147 frá 18. desember 2015 um krøv til skattliga ársroknskapin verða gjørdar hesar broytingar: 1. Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 103, stk. 1 og § 149 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 191 frá 28. desember 1992, løgtingslóg nr. 168 frá 30. desember 1997 og løgtingslóg nr. 136 frá 11. desember 2013 verður ásett:”. 2. Aftan á § 5 verður sett: “§ 5 a. Brot á §§ 2 og 4 verður revsað við sekt.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fíggjarmálaráðið, 7. februar 2018 Kristina Háfoss (sign.) landsstýrismaður / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.