Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
11. desember 2014 Nr. 109
Kunngerð um krøv til skattliga ársroknskapin
Við heimild í § 103, stk. 1 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum broytt við løgtingslóg nr. 191 frá 28. desember 1992, løgtingslóg nr. 168 frá 30. desember 1997 og løgtingslóg nr. 136 frá 11. desember 2013, verður ásett:
§ 1 Ásetingarnar í hesi kunngerð eru galdandi fyri skattskyldug, sum hava roknskaparskyldu
Ásetingarnar í hesi kunngerð eru galdandi fyri skattskyldug, sum hava roknskaparskyldu. Stk. 2. TAKS kann sleppa smáum einstaklingavirkjum undan at nýta teir í § 2 nevndu standardroknskapir, tá hetta ikki stendur mát við lítla virksemi teirra.
§ 2 Tann ársroknskapur, ið skal latast TAKS, skal vera settur upp sambært teimum standardroknskapum,…
Tann ársroknskapur, ið skal latast TAKS, skal vera settur upp sambært teimum standardroknskapum, sum standa í skjali 2-8 í hesi kunngerð. Stk. 2. Bókhaldið skal leggjast soleiðis til rættis, at allar skrásetingar skulu kunna fylgjast til tær skattligu uppgerðirnar. Tølini í skattauppgerðini skulu kunna loysast upp í tey tøl, tey eru sett saman av. Stk. 3. Skattligar broytingar til ársroknskapin skulu gerast soleiðis, at tað er gjørligt at staðfesta sambandið við skattauppgerðina fyri undanfarna ár.
§ 3 Hóast ásetingina í § 2, stk. 1 skulu skattskyldug sbrt. kolvetnisskattalógini og vinnurekandi…
Hóast ásetingina í § 2, stk. 1 skulu skattskyldug sbrt. kolvetnisskattalógini og vinnurekandi deyðsbúgv ikki lata inn sbrt. skjølunum í hesi kunngerð.
§ 4 Eftir áheitan skal tann roknskaparskyldugi lata TAKS útgreiningar til einstøku teigarnar í…
Eftir áheitan skal tann roknskaparskyldugi lata TAKS útgreiningar til einstøku teigarnar í fylgiskjølunum.
§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2015
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2015. Fíggjarmálaráðið, 11. desember 2014 Jørgen Niclasen (sign.) landsstýrismaður / Bjarni Askham Bjarnason (sign.) Fylgiskjal 1 Skjalayvirlit 1) Fylgiskjal 2. Skattaroknskapur fyri einstaklingavirki Fylgiskjal 3. Skattaroknskapur fyri einstaklingavirki – bøndur Fylgiskjal 4. Skattaroknskapur fyri einstaklingavirki – hýruvognar Fylgiskjal 5. Skattaroknskapur fyri einstaklingavirki – útleigan Fylgiskjal 6. Skattaroknskapur fyri feløg og felagskapir, sum ikki hava skyldu at gera roknskap sambært ársroknskaparlógini Fylgiskjal 7. Skattaroknskapur fyri feløg sum gera ársfrásøgn (art) Fylgiskjal 8. Skattaroknskapur fyri feløg sum gera ársfrásøgn (funktión) 1) * Fylgiskjølini 2-8 sí kunngerðablaðið á vinstra bredda.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.