Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
21. desember 2015 Nr. 144
Kunngerð um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág
Við heimild í § 18, stk. 6 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum broytt við løgtingslóg nr. 117 frá 25. september 2013, verður ásett:
§ 1 Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár minni enn 509 kr., verður einki tilskot veitt
Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár minni enn 509 kr., verður einki tilskot veitt.
§ 2 Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár 509 kr. ella størri, er tilskotið
Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár 509 kr. ella størri, er tilskotið: 1) 40% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 509 kr. ella størri, men minni enn 1.017 kr., 2) 60% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 1.017 kr. ella størri, men minni enn 2.034 kr., 3) 75% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 2.034 kr. ella størri, men minni enn 5.391 kr., 4) 100% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 5.391 kr. ella størri, 5) 100% av tí partinum sum er 2.421 kr. ella størri hjá persónum, sum eru fyltir 67 ár.
§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2016
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2016. Stk. 2. Samstundis sum henda kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 82 frá 29. mai 2015 um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág. Heilsu- og innlendismálaráðið, 21. desember 2015 Sirið Stenberg (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.