Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
29. mai 2015 Nr. 82
Kunngerð um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág
Við heimild í § 18, stk. 6 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum broytt við løgtingslóg nr. 117 frá 25. september 2013, verður ásett:
§ 1 Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár minni enn 516 kr., verður einki tilskot veitt
Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár minni enn 516 kr., verður einki tilskot veitt.
§ 2 Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár 516 kr. ella størri, er tilskotið
Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár 516 kr. ella størri, er tilskotið: 1) 40% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 516 kr. ella størri, men minni enn 1.032 kr., 2) 60% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 1.032 kr. ella størri, men minni enn 2.064 kr., 3) 75% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 2.064 kr. ella størri, men minni enn 5.469 kr. 4) 100% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 5.469 kr. ella størri. 5) 100% av tí partinum sum er 2.456 kr. ella størri hjá persónum, sum eru fyltir 67 ár.
§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi 1. juni 2015
Henda kunngerð kemur í gildi 1. juni 2015. Heilsumálaráðið, 29. mai 2015 Karsten Hansen (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.