Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

24. mai 2018 Nr. 77

Kunngerð um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág

Við heimild í § 18, stk. 6 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum broytt við løgtingslóg nr. 117 frá 25. september 2013, verður ásett:

§ 1 Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár minni enn 513 kr., verður einki tilskot veitt

Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár minni enn 513 kr., verður einki tilskot veitt.

§ 2 Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár 513 kr. ella størri, er tilskotið

Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár 513 kr. ella størri, er tilskotið: 1) 40% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 513 kr. ella størri, men minni enn 1.025 kr., 2) 60% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 1.025 kr. ella størri, men minni enn 2.050 kr., 3) 75% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 2.050 kr. ella størri, men minni enn 5.434 kr., 4) 100% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 5.434 kr. ella størri, og 5) 100% av tí partinum sum er 2.440 kr. ella størri hjá persónum, sum eru fyltir 67 ár og hjá fyritíðarpensjónistum.

§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis, sum henda kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 144 frá 21. desember 2015 um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág. Heilsu- og innlendismálaráðið, 24. mai 2018 Sirið Stenberg (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág · innanhýsis
Áður galdandi · 1. juli 2019
Avtøkur
prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág · innanhýsis
Áður galdandi · 21. desember 2015

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙