Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

16. oktober 2009 Nr. 134

Kunngerð um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 142 frá 17. oktober 2018

Kapittul I Øki og allýsing

Kapittul II Lívfiskafirðir, smoltvøtn og alifirðir

Kapittul III Góðkenning

Kapittul IV Rakstur

Kapittul V Reglur fyri at fiska og at seta fisk út í áir og vøtn

Kapittul VI Umsitingar reglur, tiltøk og revsiásetingar

1) Við heimild í §§ 9-11, § 12, stk. 1, §§ 13-14, § 19, stk. 1 og 3, § 20, stk. 1, §§ 26-27, § 38, stk. 1, § 38a, § 39, stk. 1, § 40, stk. 1, § 41, § 42, stk. 1, § 46 og § 48, stk. 2-3 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, § 8, stk. 3, § 9, stk. 2, § 10, stk. 2, § 13, § 17, § 18, stk. 3, § 24 og § 25 í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 um aling av fiski v.m. verður ásett:

Kapittul I

Øki og allýsing

Øki

Kapittul I Øki og allýsing

Kunngerðin fevnir um stovnseting, staðseting, innrætting, rakstur og vanlig sjúkufyribyrgjandi tiltøk á lívfiskastøðum, smoltstøðum, alistøðum og øðrum støðum, har akvakulturdýr verða ald. Allýsingar

2) Í hesi kunngerð merkir: 1) Akvakulturdýr: Djór á øllum menningarstigum, sum liva í vatni (havsúgdjór undantikin) og sum eru í alibrúki ella eru ætlað til at hava í alibrúki. 2) Biomassi: Samlaða nøgdin av livandi fiski. 3) Anadromur fiskur: Fiskur, sum fer úr sjógvi í vatn at gýta. 4) Katadromur fiskur: Fiskur, sum fer úr vatni í sjógv at gýta. 5) Marinur fiskur: Fiskur, sum altíð er í sjónum. 6) Vatn: Náttúrligt ella mannagjørt vatn, herundir eisini byrging. 7) Fiskaárgangur: a) fiskur úr rognum, sum eru strokin og klekt um somu tíð, ella b) fiskur, sum er fluttur frá smoltstøð til alistøð í einum tíðarskeiði, ið ikki má vera longri enn 4 mánaðir. 8) Fiskaeind: Fiskur av sama aldri og uppruna, sum verður aldur í somu alieind. 9) Lívfiskur: Foreldrafiskur til nýtt ættarlið av lívfiski ella matfiski. 10) Matfiskur: Fiskur á øllum menningarstigum, sum verður aldur á smoltstøð ella alistøð til slátur. 11) Deyður fiskur: Sjálvdeyður fiskur og avlívaður fiskur, t.d. í sambandi við sýnistøku. 12) Alibrúk: Lívfiskastøð, smoltstøð, alistøð ella onnur støð, har fiskur verður aldur. 13) Lívfiskastøð: Støð á landi ella á sjónum, har lívfiskur verður aldur. 14) Lívfiskastøð á landi: Lívfiskastøð, har sil og rogn verða strokin, rogn verða klakt ella har aling av lívfiski í vatni ella sjógvi fer fram í kari, tanga ella tílíkum á landi. 15) Lívfiskastøð á sjónum: Lívfiskastøð, har aling av lívfiski fer fram á flótandi alianleggi á sjónum. 16) Smoltstøð: Smoltstøð á landi ella á vøtnum, har matfiskur verður aldur. 17) Smoltstøð á landi: Smoltstøð, har rogn verða klakt ella har aling av matfiski fer fram í kari, tanga ella tílíkum á landi. 18) Smoltstøð á vatni: Smoltstøð, har aling av matfiski fer fram á flótandi alianleggi á vøtnum. 19) Alistøð: Alistøð á landi ella á sjónum, har matfiskur verður aldur. 20) Alistøð á landi: Alistøð, har aling av matfiski fer fram í innpumpaðum sjógvi í kari, tanga ella tílíkum á landi. 21) Alistøð á sjónum: Alistøð, har aling av matfiski fer fram á flótandi alianleggi á sjónum í einum ella fleiri aliøkjum, við tilhoyrandi landstøð. 22) Royndarfjørður: Ein fjørður, ein vík, eitt sund ella annað avmarkað havøki, har royndarstøð á sjónum hevur fyribils aliloyvi til aling av djóra- ella plantusløgum innan fyri ásetingarnar í hesi kunngerð. 23) Lívfiskafjørður: Ein fjørður, ein vík, eitt sund ella annað avmarkað sjóøki, har ein lívfiskastøð á sjónum hevur loyvi til at ala lívfisk. 24) Lívfiskaøki: Eitt avmarkað øki á einum lívfiskafjørði, har ein lívfiskastøð á sjónum, í tráð við lívfiskaloyvið, hevur loyvi til at leggja flótandi alianlegg til aling av lívfiski. 25) Smoltvatn: Eitt vatn, har ein smoltstøð hevur loyvi til at ala matfisk. 26) Smoltøki: Eitt smoltvatn ella eitt avmarkað øki í einum smoltvatni, har ein smoltstøð hevur loyvi til at leggja eitt flótandi alianlegg til aling av matfiski. 27) Alifjørður: Ein fjørður, ein vík, eitt sund ella eitt annað allýst avmarkað øki, har ein ella fleiri alistøðir á sjónum ella á landi hava loyvi til at ala matfisk. 28) Aliøki: Eitt avmarkað øki á einum alifjørði, har ein alistøð á sjónum, í tráð við aliloyvið, hevur loyvi til at leggja flótandi alianlegg til aling av matfiski. 29) Flótandi alianlegg: Aliringar, alibúur, fóðurflakar og tílíkt, sum verður brúkt til aling av fiski á sjónum ella á vøtnum. 30) Alieind: Klekibakkar, klekisylindarar og tílíkt, sum verður nýtt til kleking av fiski, og kør, tangar, aliringar, alibúur og tílíkt, sum verður nýtt til fiskaaling. 31) Rakstrareind: a) Lívfiskastøð, smoltstøð ella alistøð á landi við felags hølum ella felags vatnveiting, sum verður rikin við felags útgerð, ella b) lívfiskastøð á sjónum, smoltstøð á vatni ella alistøð á sjónum við einum ella fleiri lívfiskaøkjum, smoltøkjum ella aliøkjum, flótandi anleggum, landstøðum, fóðurbátum ella alibátum, sum verða rikin við felags útgerð og av felags manning. 32) Framleiðsludeild: Deildir á rakstrareindini, býttar upp eftir virksemi. 33) Sleppivatn: Natúrligt ella manngjørt vatn, har fiskur verður settur út fyri at verða veiddur til stuttleika (lystfiskeri) (eisini rópt "Put and take " vatn). 34) Skrásetingar-/góðkenningarnummar: Ávikavist: a) L-nummar fyri lívfiskastøðir ella lívfiskaøki, b) S-nummar fyri smoltstøðir, c) A-nummar fyri aliøki, d) M-nummar fyri marina alistøð, og e) AS-nummar fyri alistøðir. 35) Virki, sum hevur við alifisk at gera: Blóðgi- og kryvjivirki, góðskingarvirki, fiskavirki, sum virkar alifisk, nótavaskivirki og tílíkt. 36) Loyvishavari: Tann, sum hevur aliloyvið til viðkomandi alibrúk. 37) Rakstrarleiðari: Ábyrgdarhavandi fyri rakstrinum á viðkomandi alibrúki ella virki, sum hevur við alifisk at gera. 38) Innaneftirlit: Skipað tiltøk, sum skulu tryggja, at virksemið á alibrúkinum verður lagt til rættis, skipað, útint og viðlíkahildið í samsvari við galdandi lóg ella við krøv, heimilað í galdandi lóg. 39) Góðkendur heilivágur: Heilivágur, sum er skrásettur av Skrásetingarráðnum til viðgerð av fiski ella øðrum akvakulturdýrum. 40) Góðkend vaski- og sóttreinsingarevni: Evni, sum eru góðkend av Arbeiðseftirlitinum og Heilsufrøðiligu starvsstovuni til nýtslu á matvøruframleiðandi virkjum. 41) HFS-Aliskipan: Dátugrunnurin, sum upplýsingarnar í elektronisku rakstrardagbókini skulu latast til sbrt. § 26-27. 42) Framleiðsluumfar: Tíðarskeiðið, frá at fyrsti fiskurin verður settur í eina rakstrareind, og til síðsti fiskurin er tikin. 43) Slúsa: Ein fysisk barriera millum tvey øki, sum tryggjar smittumessigan atskilnað. Kapittul II Lívfiskafirðir, smoltvøtn og alifirðir Lívfiskafirðir, smoltvøtn og alifirðir

Kapittul II Lívfiskafirðir, smoltvøtn og alifirðir

Sum víst í fylgiskjali 1 eru Føroyar býttar upp í: 1) Lívfiskafirðir, har loyvt er at ala á lívfiskastøðum á sjónum, 2) smoltvøtn, har loyvt er at ala á smoltstøðum á vøtnum, 3) alifirðir, har loyvt er at ala á alistøðum á sjónum ella alistøðum á landi, og 4) alifirðir, har loyvt er at ala á alistøðum á landi. Stk. 2. Eftir 31.12.2010 skal øll aling av lívfiski av anadromum, katadromum og marinum fiski á øllum menningarstigum fara fram í kari, tanga eller tílíkum á lívfiskastøðum á landi. Stk. 3. Eftir 31.12.2010 skulu lívfiskastøðir á landi, smoltstøðir og alistøðir á landi hava góðkenda útgerð til reinsan og sóttreinsan av inntaksvatni/-sjógvi. Stk. 4. Heilsufrøðiliga Starvsstova kann eftir vandameting geva undantaksloyvi frá stk. 3, um so er, at inntaksvatnið verður tikið frá byrging ella vatni, har anadromur fiskur frá sjónum ikki sleppur framat, og einki annað alibrúk er ella letur frárensluvatn. Stk. 5. Eftir 31.12.2010 skulu rogn undan lívfiski, sum ikki er aldur á lívfiskastøð á landi, leggjast inn og klekjast fyri seg og í eindum sum smittuliga og rakstrarliga eru atskildar frá øðrum rognum/fiski.

Heilsufrøðiliga starvsstovan kann í ávísum førum nokta aling av fleiri fiskasløgum í somu alistøð, um veteriner viðurskifti tala fyri tí. Stk. 2. Har tað í hesi kunngerð stendur eigari, er tað at skilja við útgerð, sum alarin sjávur eigur. Stk. 3. Í sambandi við sjálvt alibrúkið er tað loyvishavarin, sum er tann, sum hevur aliloyvi til viðkomandi alibrúk. Kapittul III Góðkenning Góðkenning av alibrúki

Kapittul III Góðkenning

Alibrúk, sum eru fevnd av § 1, skulu verða góðkend av Heilsufrøðiligu starvsstovuni innan stovnseting, og innan tey verða tikin í nýtslu. Stk. 2. Innan 3 mánaðir eftir at kunngerðin er komin í gildi, skulu verandi alibrúk søkja Heilsufrøðiligu starvsstovuna um góðkenning, sbr. tó § 76. Stk. 3. Umsókn um góðkenning av alibrúki verður at lata Heilsufrøðiligu starvsstovuni á serligum umsóknarblað, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan ger. Stk. 4. Umsóknin skal í minsta lagi hava hesar upplýsingar: 1) Navn eigarans, bústað og telefonnummar, 2) leiðsluskipan, a) ábyrgdarbýti b) førleikastøði leiðslunnar c) útbúgvingarstøði d) vinnuligar og fakligar royndir 3) var alibrúkið liggur, 4) tekning av, hvar alibrúkið liggur og av bygningum og innrætting, 5) upplýsingar um teknisk viðurskifti, íroknað vatn-/sjótilgongd og vatn- /sjóviðgerð (filtrering, biofiltur, UV og/ella ozon), 6) tekning av landstøðini, og hvussu hon er inrættað, 7) tekning av lívfiskaøkinum, smoltøkinum ella aliøkinum, 8) lýsing av tí virksemi, sum ætlanin er at hava á alibrúkinum (lívfiskastøð, smoltstøð, alistøð ella annað akvakulturbrúk), 9) upplýsingar um hvørji fiskasløg virkið fevnir um (laksafisk, onnur fiskasløg ella onnur akvakulturdýr), 10) avrit av innaneftirlitinum fyri alibrúki. Stk. 5. Heilsufrøðiliga starvsstovan skal innan 3 mánaðir hava avgreitt umsóknina.

Góðkenning av alibrúki verður í mesta lagi givin fyri 5 ár í senn. Fyri at tryggja samanhangandi rakstur á alistøðini, skal søkjast um nýggja góðkenning í seinasta lagi tríggjar mánaðir innan verandi góðkenning fer úr gildi.

Góðkenning av alibrúki kann verða treytað av, at alibrúkið ásetir munagóð fyrivarni móti spjaðing av smittandi sjúku ella zoonosu.

Heilsufrøðiliga starvsstovan kann taka góðkenning av alibrúki aftur, um so er, at alibrúkið fremur grov brot á, setur til viks ella ferð eftir ferð brýtur reglurnar í hesi kunngerð ella boð ella forboð frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni sambært hesi kunngerð.

Um eigaraskifti fer fram, ella virksemi á alibrúki heldur uppat, skal skrivligt boð verða sent Heilsufrøðiligu starvsstovuni í seinasta lagi 1 mánað eftir, at hetta er farið fram.

Munandi broytingar á einum alibrúki, íroknað broytingar av staðseting og innrætting av bygningum, landstøðum og alianleggum skulu góðkennast av Heilsufrøðiligu starvsstovuni frammanundan. Serligt um aling á royndarfirðum

2) Fyribils aliloyvi á royndarfirðum kann bert latast fyri eitt framleiðsluumfar í senn og bert til eitt felag í senn, tá ið talan er um aling av djórasløgum. Stk. 2. Brakklegging millum hvørt framleiðsluumfar fylgir ásetingum í hesi kunngerð, tá ið talan er um aling av djórasløgum. Stk. 3. Fyribils aliloyvi á royndarfirðum kann bert latast einum felag fyri hvørja roynd, tá ið talan er um aling av plantusløgum. Stk. 4. Brakklegging millum hvørt framleiðsluumfar verður ásett mest fakliga hóskandi, tá ið talan er um aling av plantsløgum. Stk. 5. Viðvíkjandi ársgjaldi fyri fyribils aliloyvi til royndaraling eru ásetingarnar í kunngerð um gjøld fyri aliloyvi galdandi. Staðseting og innrætting

Fyri at fiskur á ymsum alistøðum umsitingarliga skal roknast sum verandi smittuliga atskildur, skal frástøðan millum verandi lívfiskastøð, smoltstøð, alistøð og virki, sum hava við alifisk at gera, í minsta lagi vera: 1) Millum tvær lívfiskastøðir 5 km. 2) Millum lívfiskastøð og smoltstøð/alistøð/virki 5 km. 3) Millum tvær smoltstøðir 1 km. 4) Millum smoltstøð og alistøð/virki 1 km. 5) Millum tvær alistøðir í ymiskum alifirðum 5 km. 6) Millum tvær alistøðir í sama alifjørði 2,5 km. 7) Millum alistøð og virki 1 km. 8) Millum alistøð á landi og alistøð á sjónum 2,5 km. Stk. 2. Frástøðurnar í stk. 1 eru at rokna frá: 1) Staði, har vatn verður latið út á sjógv frá lívfiskastøð á landi, smoltstøð á landi og smoltstøð á vatni, 2) staði, har sjógvur verður pumpaður inn úr sjónum ella latin út á sjógv frá lívfiskastøð á landi og alistøð á landi, 3) staði, har fráreinsluvatnið verður latið út á sjógv frá virki, ella 4) lívfiskaøki ella aliøki hjá viðkomandi lívfiskastøð ella alistøð. Stk. 3. Øll lívfiskaøki, sum hoyra til eina lívfiskastøð á sjónum, skulu liggja í sama lívfiskafirði. Stk. 4. Øll smoltøki, sum hoyra til eina smoltstøð á einum vatni, skulu liggja í sama smoltvatni ella sama frárenningarøki. Stk. 5. Øll aliøki, sum hoyra til eina alistøð á sjónum, skulu liggja í sama alifirði sum alistøðin. Stk. 6. Ein lívfiskastøð á landi ella smoltstøð á landi ella á einum vatni skal ikki verða løgd soleiðis, at streymur rennir til ella frá frárenningarøki, har ein onnur lívfiskastøð á landi ella smoltstøð á landi ella á vatni liggur. Stk. 7. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann gera frávik frá frástøðukrøvunum í stk. 1 og 2: 1) Um mett verður at tað ikki førir við sær munandi vanda fyri, at smittandi sjúka verður spjadd, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan stytta frástøðukrøvini. 2) Um mett verður, at munandi vandi er fyri spjaðing av smittandi sjúkum, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan økja um frástøðukrøvini.

Lívfiskastøðir, smoltstøðir og alistøðir á landi skulu reinsa og sóttreinsa inntaksvatnið og inntakssjógvin. Stk. 2. Heilsufrøðiliga starvsstovan skal góðkenna tøkniliga útgerð, hættir til reinsing og sóttreinsing. Stk. 3. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann eftir eina vandameting geva alistøðum á landi undantak frá ásetingunum í 1. stk.

Alibrúk skulu vera merkt við góðkenningarnummarinum á lívfiskastøðini, smoltstøðini ella alistøðini (ávíkavist L-, S-, M- ella AS-nummarinum) við inngongdina til viðkomandi alibrúk. Stk. 2. Flótandi alianlegg skulu vera merkt við góðkenningarnummari, nummari á lívfiskaøkinum, smoltøkinum ella aliøkinum og nummari á viðkomandi fiskaeind. Stk. 3. Numrini, nevnd eru í stk. 1 og 2, skulu vera løtt at lesa. Merkingin á flótandi alianleggi skal kunna síggjast í góðari frástøðu. Stk. 4. Ymsu alieindirnar skulu vera merktar hvør sær við serstøkum nummarspjaldri frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Bygningar, høli og uttandura øki, sum hoyra til alibrúk, skulu verða innrættað sambært meginreglum lýstar í strikumynd frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Stk. 2. Bygningar og uttandura øki á alibrúki skulu vera gyrd inni, soleiðis at óviðkomandi ikki hava atgongd til alibrúkið og ferðsla til og frá skal vera umvegis slúsu. Stk. 3. Bygningar, høli og uttandura øki, sum hoyra til alibrúk, skulu vera til støddar og staðsett soleiðis at arbeiðsgongdin er skilvís, við serligum denti á smittuverndarligum og reinførisligum vanum. Stk. 4. Bygningar, útgerð og uttandura øki skulu verða gjørd og innrættað soleiðis, at reingerð og sóttreinsing kann fara fram á nøktandi hátt. Stk. 5. Gólv, veggir og loft í rúmum, sum verða nýtt til fisk, úrdráttir úr fiski, fóður og deyðan fisk, skulu vera vatntøtt og løtt at vaska og sóttreinsa. Rátt og óviðgjørt tilfar skal ikki verða nýtt. Stk. 6. Bygningar og útgerð skulu vera vælhildin.

Alibrúk skulu hava hesar bygningar, høli ella hentleikar: 1) Móttøkuslúsu við inngongdina, 2) turr slúsurúm við turrum gólvi, sum skilnað millum ymsu framleiðsludeildirnar og millum framleiðsludeildir og starvsfólkarúm, 3) kanningarrúm ella kanningarpláss við nøktandi borð- og gólvvídd, 4) neyðug tøkni- og goymslurúm, 5) hentleikar til maling og goymslu av deyðum fiski, 6) skrivstovuhøli, 7) umklæðingarrúm við vesi har egin klæðir og arbeiðsbúnar hanga hvør fyri seg, 8) úr umklæðingarrúminum skal vera atgongd til brúsu, 9) umklæðingarrúm og slúsurúm kann vera gjørt saman. Stk. 2. Atgongd millum rein og ikki rein rúm ella øki á alibrúki skal vera um slúsurúm, sbr. stk. 1, nr. 2 og 7 ella nr. 9, har skifting í arbeiðsbúna og fótbúna, umframt handavask og sóttreinsing skal fara fram. Stk. 3. Kanningarrúmið ella kanningarplássið, sbr. stk. 1, nr. 3, sum er ætlað til royndartøku og kanning av fiski, skal verða arbeiðsliga innrættað við stálborðum, við vaski og við køldum og heitum vatni. Fría arbeiðsvíddin skal vera í minsta lagi 2 metrar og borðhæddin 90-95 cm frá gólvinum. Gólvið skal hava frárensl. Frárensluvatn skal verða samlað upp og sóttreinsað, áðrenn tað verður veitt burtur.

Alibrúk skulu hava nóg mikið av útgerð til maling, súrløgugerð og fyribils goymslu av deyðum fiski. Dagskapasiteturin skal svara til 1 % av maksimala biomassanum, sum verður framleiddur á alibrúkinum í tráð við góðkendu rakstrarætlanina, sbr. § 22. Stk. 2. Um tað í tilbúgvingarætlanini, sbr. § 23, er gjørd avtala við góðkent virki um leigu av kvørn og tanga og um avheinting av súrløgu, í fall stórt felli verður, kann dagskapasiteturin, nevndur er í stk. 1, verða settur tilsvarandi niður. Dagskapasiteturin á landstøðini skal tó altíð í minsta lagi svara til 0,1 % av maksimala biomassanum, sum verður framleiddur á alibrúkinum í tráð við góðkendu rakstrarætlanina, sbr. § 22. Stk. 3. Maling og súrløgugerð av deyðum fiski kann fara fram umborð á røktarbáti úti á aliøkinum, ella á landstøðini hjá viðkomandi alistøð: 1) Um maling og súrløgugerð av deyðum fiski fer fram á landstøð, skal útgerðin, nevnd er í 1. stk, verða havd í høli ella á øki, sum skal vera soleiðis háttað: a) Undirlagið skal vera vatntætt, soleiðis at nøktandi vasking og sóttreinsing kann fara fram, b) økið skal vera vart móti óviðkomandi atgongd við girðing, c) deyður fiskur og súrgað fiskaslógv skal vera havt í afturlatnari og vatntættari bingju ella tanga, og d) avheintan av súrløgu skal kunna fara fram, uttan at beinleiðis samband er millum alistøðina og akfarið, sum heintar súrløguna. 2) Um maling og súrløgugerð av deyðum fiski fer fram í røktarbáti úti á aliøkinum, skal útgerðin til fyribils goymslu av súrløgu, nevnd er í 1. stk., verða soleiðis háttað: a) Undirlagið skal vera vatntætt, soleiðis at nøktandi vasking og sóttreinsing kann fara fram, b) allar koplingar millum bát og goymslutanga skulu vera tættar og einki skal renna frá, tá ið koplað verður til og frá, c) ein sjálvvirkandi skipan skal tryggja, at tangin ikki flýtur yvir. Skipanin skal góðkennast av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, d) økið skal vera vart ímóti óviðkomandi atgongd við girðing, e) súrløga skal vera havd í afturlatnari og vatntættari bingju ella tanga, og f) avheintan av súrløgu skal kunna fara fram, uttan at beinleiðis samband er millum alistøðina og akfarið, sum heintar súrløguna.

Alibrúk á landi skulu, afturat bygningum, hølum og hentleikum, nevnd eru í §§ 14-16, eisini ráða yvir bygningum, hølum ella uttandura øki til aling av fiski í tangum ella kørum.

Lívfiskastøðir á sjónum, smoltstøðir á vøtnum og alistøðir á sjónum skulu hava eina landstøð við bygningum, hølum og hentleikum, nevnd eru í §§ 14-16 og serligt øki til móttøku, maling, súrløgugerð og fyribils goymslu av deyðum fiski, sbr. § 16.

Um so er, at landstøðin og serliga økið, sbr. § 18, hjá lívfiskastøðum og alistøðum á sjónum ikki kunnu leggjast beinleiðis við havnalagið hjá landstøðini, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan góðkenna eina aðra staðseting so tætt við havnalagið sum gjørligt. Stk. 2. Flutningur av deyðum fiski frá alibáti til øki ella høli, har fiskurin verður malin og goymdur, skal fara fram í afturlatnum og vatntøttum bingjum. Flutningur av aliútgerð millum alistøðina og økið, har aliútgerðin verður vaskað og goymd, skal fara fram eftir reglunum í § 38.

Alieindir og onnur útgerð, sum verður nýtt til fiskaaling, skulu verða innrættað soleiðis, at fysiologiski og atferðarligi tørvurin hjá fiskinum verður nøktaður. Stk. 2. Alieindir og onnur útgerð, sum kemur í samband við fisk, skal ikki hava hvassar kantar ella tílíkt, sum kann skaða fiskin. Stk. 3. Alieindir og onnur útgerð, á lívfiskastøð, smoltstøð ella alistøð á landi skulu kunna tømast fyri vatn og verða innrættað soleiðis, at tey kunnu verða vaskað og sóttreinsað munagott.

Heilsufrøðiliga starvsstovan kann seta krav um broytingar, viðlíkahald og umvælingar av bygningum, hølum, hentleikum, útgerð og uttandura økjum, sum ikki lúka krøvini í §§ 13-20. Stk. 2. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann geva verandi alibrúki eina tíðarfreist til at lúka krøvini í §§ 13-22. Rakstrarætlan

Eigarin hevur ábyrgdina av, at ein leypandi rakstrarætlan verður løgd fyri alibrúkið. Ein dagførd rakstrarætlan skal í seinasta lagi 1. februar á hvørjum ári verða send Heilsufrøðiligu starvsstovuni til góðkenningar. Stk. 2. Í góðkenningarviðgerðini skal Heilsufrøðiliga starvsstovan leggja serligan dent á at meta um 1) mesta fiskatættleika sbr. rakstrarætlanini, 2) mesta biomassa samb. rakstrarætlanini, 3) smittuvanda, um talan er um fleiri fiskasløg á sama alibrúki. Stk. 3. Rakstrarætlanir fyri alistøðir í sama alifirði skulu samskipast, áðrenn tær kunnu verða góðkendar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Stk. 4. Um frástøðulig, vatnfrøðilig ella rakstrarlig viðurskifti tala fyri tí, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan krevja, at rakstrarætlanir fyri fleiri alifirðir skulu samskipast, áðrenn tær kunnu góðkennast. Stk. 5. 2) Leypandi rakstrarætlanin skal fevna um 2 framleiðsluumfør. Stk. 6. Rakstrarætlanin fyri kleking av rognum á lívfiskastøðum og smoltstøðum skal hava upplýsingarnar, nevndir eru í fylgiskjali 2. Stk. 7. Rakstrarætlanin fyri aling av fiski á lívfiskastøðum, smoltstøðum og alistøðum skal hava upplýsingar, nevndir eru í fylgiskjali 3, fyri hvørja rakstrareind sær á lívfiskaøkinum, smoltøkinum og/ella aliøkinum Stk. 8. Um so er, at broyting verður gjørd í rakstrarætlanini, skal hendan fráboðast og góðkennast av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Tilbúgvingarætlan

Eigarin skal gera eina tilbúgvingarætlan fyri alibrúk. Ætlanin skal fevna um eina nágreiniliga lýsing av vandamálum og teim tiltøkum, sum skulu setast í verk, um óhapp henda. Tilbúgvingarætlanin skal í minsta lagi nágreiniliga viðgera: 1) Óhapp, sum førir við sær, at fiskur sleppur, 2) alguvøkstur, dálking og tílíkt, sum kann føra til stórt felli, ella til at fiskur ikki kann verða nýttur til matna, 3) sjúku hjá fiski, sum kann føra til stórt felli, 4) sanitets slátur av nógvum fiski uppá stutta tíð, og 5) burturbeining av stórari fiskanøgd uppá stutta tíð. Stk. 2. Tilbúgvingarætlanin skal eisini fevna um upplýsingar um fylgjandi: 1) Organisatiónsdiagramm, 2) navn og bústað hjá starvsfólki og lýsing av arbeiði teirra, og 3) navn og bústað hjá myndugleikum, virkjum og øðrum, sum í hesum føri skulu fráboðast. Stk. 3. Heilsufrøðiliga starvsstovan skal góðkenna tilbúgvingarætlanina í stk. 1 og 2. Stk. 4. Um so er, at broytingar verða gjørdar í tilbúgvingarætlanini ella í rakstrinum, skulu hesar fráboðast Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Heilsufrøðiliga starvsstovan ger av, um broytingarnar krevja eina nýggja góðkenning av tilbúgvingarætlanini. Innaneftirlit

Alibrúk skulu innan tann 31.12.2010 hava eitt innaneftirlit, sum livir upp til kravfesting frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, áðrenn fiskur verður settur í alibrúkið. Rakstrarleiðarin á alibrúkinum hevur ábyrgdina av, at innaneftirlitið verður sett í verk og er virkið í fyritøkuni. Hetta skal gerast í samstarvi við starvsfólkið á alibrúkinum. Stk. 2. Innaneftirlitið skal verða lagað til virksemi, vandamál og stødd, í tann mun tað er neyðugt, til tess at lúka galdandi lógarkrøv um rakstur av alibrúki og niðurberjing av sjúku hjá fiski. Stk. 3. Innaneftirlitið skal fevna um eyðmerking og lýsing av: 1) Viðurskiftum, sum kunnu føra til vanda fyri felli og til, at sjúka verður drigin inn á alibrúkið og spreidd, 2) tiltøkum, sum skulu setast í verk fyri at avmarka felli, og tað at sjúka verður drigin inn á alibrúkið og spreidd, og 3) mannagongd fyri yvirvøku, sum skal fyribyrgja felli, og tað at sjúka verður drigin inn á alibrúkið og spreidd, 4) viðurskiftum, sum kunnu føra við sær at fiskur sleppur. Stk. 4. Innaneftirlitið skal fevna um upplæring av starvsfólki í: 1) Galdandi lóggávu, um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúki og um sjúkuniðurberjing hjá fiski. Avrit av galdandi lóggávu skal vera tøkt á alibrúkum, 2) vanligum arbeiði á alibrúki, íroknað dagligum eftirliti við tekniskum innleggingum, vatngóðsku, fóðring, trivnaði og heilsustøðu hjá fiski, 3) sjúkufyribyggjandi tiltøkum, íroknað reingerð og sóttreinsing av aliútgerð, reinførisligari handfaring av deyðum fiski, sóttreinsing av rognum, persónligum reinføri og mannagongdum í sambandi við gevan av heilivági og koppseting av fiski, 4) at meta um vandamál og at seta fyribyrgjandi tiltøk í verk móti vandamálum, sbr. § 23. Stk. 5. Innaneftirlitið skal regluliga skoðast av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Stk. 6. Um so er, at broytingar verða gjørdar í innaneftirlitinum ella í rakstrinum, skal hendan fráboðast Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Rakstrardagbók

Eigarin av alibrúki hevur ábyrgdina av, at ein elektronisk rakstrardagbók verður førd fyri kleking av rognum og/ella fyri fiskaaling. Rakstrardagbókin skal verða goymd á alibrúkinum í minsta lagi í 5 ár. Stk. 2. Rakstrardagbøkur fyri kleking av rognum á lívfiskastøðum, smoltstøðum og øðrum alibrúkum, sum hava loyvi til at klekja rogn, skulu hava upplýsingarnar í fylgiskjali 4. Stk. 3. Rakstrardagbøkur fyri aling av fiski á lívfiskastøðum, smoltstøðum, alistøðum og øðrum alibrúkum, sum hava loyvi til at ala fisk, skulu hava upplýsingarnar í fylgiskjali 5. Stk. 4. Rakstrardagbókin skal vera Heilsufrøðiligu starvsstovuni og djóralæknanum hjá alibrúkinum tøk í sambandi við eftirlit á alibrúkinum. Fráboðan

Eigarin av alistøð hevur, í tann mun tað ikki stríðir ímóti løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum, ábyrgdina av, at Heilsufrøðiliga starvsstovan hvønn mánað fær eitt elektroniskt avrit av elektronisku rakstrardagbókini, sbr. § 25, stk. 3, sendandi í seinasta lagi tann 7. í eftirfylgjandi mánaði. Upplýsingarnar skulu sendast inn umvegis HFS-aliskipanina. Stk. 2. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann krevja at fáa aðrar rakstrarupplýsingar, nevndar í § 25, stk. 2-3, sendandi, og ger Heilsufrøðiliga starvsstovan reglur í hesum sambandi.

1) Djóralækni, sum útskrivar resept, sendir upplýsingar um nýttan heilivág í aliskipanina eftir leisti, ásettum av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Heilsufrøðiliga starvsstovan skal stovnseta, dagføra og menna dátugrunn, ið kann taka ímóti, flokka og goyma kravdu upplýsingarnar sbrt. § 26, soleiðis at upplýsingarnar kunnu viðgerðast hagfrøðiliga. Stk. 2. Dátugrunnurin skal vera soleiðis háttaður, at fullkomið sporføri er gjøgnum alla framleiðsluna, frá lívfiski til tøkufisk. Almannakunngerð av upplýsingum o.a. 1)

1) Hesar upplýsingar skulu almannakunngerast á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni: 1) Alibrúk. A-nummar og staðarnavn. 2) Navn á alifelagi. 3) Slag av fiski og endamál, t.d. laksur til vinnuligt endamál. 4) Tal av fiski í hvørjum alibrúki. 5) Hækking og lækking av útsetu í mun til seinasta framleiðsluumfar. 6) Viðgerðir móti sjúku og lús fyri hvørt aliøki, slag og nøgd av heilivági. 7) Upplýsingar um kynsbúnar laksalýs fyri hvørt aliøki, miðal per fisk og nær teljingin er farin fram.

1) Avgerðir hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni um slátur og ella lækkaða útsetu o.l. verða í samandrátti almannakunngjørdar á heimasíðu stovnsins.

1) Upplýsingar sbrt. §§ 27 a og 27 b á heimasíðuni verða dagførdar dagliga sambært skrásetingum í aliskipanini.

1) Upplýsingar sbrt. §§ 27 a og 27 b skulu í seinasta lagi vera á heimasíðuni 7 dagar eftir, at tær eru tøkar hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Stk. 2. Upplýsingarnar, sum verða almannakunngjørdar á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, verða tøkar á heimasíðuni í minsta lagi 5 ár.

1) Í samband við aling av tvískeljum og tara, skulu hesar upplýsingar almannakunngerast á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni: 1) Alibrúk. A-nummar og staðarnavn. 2) Navn á alifelagi. 3) Slag av skeljum ella tara og endamál. Stk. 2. Upplýsingar um avgerðir, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur tikið, verða í samandrátti almannakunngjørdar á heimasíðu stovnsins.

Heilsufrøðiliga starvsstovan kann lata øðrum almennum myndugleika innsavnaðu upplýsingarnar sbr. § 26, um viðkomandi myndugleiki hevur lógarheimild at krevja hesar upplýsingar. Stk. 2 Heilsufrøðiliga starvsstovan kann taka gjald sambært kunngerð um gjøld.

1) Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur heimild at lata innkomnu upplýsingarnar í sambandi við gransking.

1) (Strikað). Stk. 2. 1) (Strikað).

1) (Strikað). Kapittul IV Rakstur Almennar reglur um rakstur av alibrúki

Kapittul IV Rakstur

2) Rakstur á alibrúki skal vera veterinert, lívfrøðiliga, umhvørvisliga og tøkniliga ráðiligur.

Rakstur og innrætting á alibrúki skulu veita vissu fyri fiskatrivnaði, og útgerðin skal vera soleiðis háttað, at handfaring og viðgerð kann fara fram á besta hátt, og uttan at fiskurin líður óneyðugt.

Alibrúk, íroknað landstøðir, ali- og fóðurbátar, fóðurflakar og onnur aliútgerð, skulu dagliga haldast rein sambært innaneftirliti, sbr § 24. Stk. 2 Loyvt er bert at brúka ali- og fóðurbátar til at sigla millum landstøðina og lívfiskaøkið/aliøkið hjá alibrúkinum.

Starvsfólk, tænastuveitarar (servicefólk) og onnur á alibrúki skulu verða í reinum klæðum og fótbúnaði. Tá farið verður inn í framleiðsluhøli ella –øki, skal verða farið um slúsurúm, sbr. § 15, stk. 2, har skiftast skal í serligan arbeiðs- og fótbúna. Harumframt skulu hendurnar vaskast og sóttreinsast. Útgerð hjá tænastuveitarum skal somuleiðis um slúsurúmið, og um neyðugt vaskast og sóttreinsast. Stk. 2. Kavarar, sum veita alibrúkum tænastur, skulu hava eina góðkenda starvskipan fyri vasking og sóttreinsing av búnum og útgerð. Heilsufrøðiliga starvsstovan skal góðkenna og hava eftirlit við viðkomandi kavarum.

Um veður og vindur loyva tí, skal dagligt eftirlit verða við fiski, og fóðring av fiski skal dagliga fara fram á alibrúki. Stk. 2. Tað er loyvt at svølta fisk, áðrenn hann verður slátraður - hetta fyri at garnarnar skulu verða tømdar – og áðrenn skiljing, flutning, koppseting, sýnistøku og í sambandi við serliga nógvan hita ella kulda.

Útgerð og anlegg, sum verða brúkt til aling, skulu hava styrki og eginleikar annars, sum í minsta lagi eru fullgóð til nýtsluna, skulu vera forsvarliga gjørd og skulu brúkast við neyðugum ansni. Stk. 2. Flótandi alianlegg, varp (fortoyningar), aliútgerð og tekniskar innleggingar á alibrúki skulu regluliga eftirkannast fyri teknisk brek og manglar. Møgulig brek og manglar skulu fáast í rættlag beinanvegin. Stk. 3. Er boðað frá illveðrið, skulu øll vandamál sambært innaneftirlitskipanini kannast frammanundan og møgulig brek og manglar rættast uttan drál. Somuleiðis skal eftirkannast og rættast aftaná illveður.

Flutningur av livandi fiski, deyðum fiski og aliútgerð til og frá alibrúki skal fara fram eftir galdandi reglum ásettar í kunngerðum um flutning av akvakulturdýrum, um lívrunnið burturkast frá alivinnuni v.m. Stk. 2. Innanhýsis flutningur á einum alibrúki av deyðum fiski og aliútgerð kann fara fram uttan umsókn, um galdandi reglur um flutning av akvakulturdýrum v.m. verða hildnar.

Deyður fiskur skal verða tikin upp minst 5 ferðir um vikuna í alibrúkum á sjónum og dagliga í alibrúkum á landi; um ikki veður og vindur forða fyri tí. Um neyðugt skal deyður fiskur takast oftari. Stk. 2. Deyður fiskur skal dagliga verða malin og súrgaður til undir pH 3,7 í minsta lagi í 24 tímar, áðrenn hann verður fluttur av alibrúkinum.

Bert fiskur av sama árgangi kann verða havdur í sama alifirði, lívfiskafirði ella smoltvatni. Stk. 2. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann loyva ymiskar árgangir á sama alibrúki á landi, um alibrúkið er býtt upp í fleiri rakstrareindir. Tó kunnu móttøkuslúsa, starvsfólkarúm og skrivstovuhøli vera felags fyri fleiri rakstrareindir. Stk. 3. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann í serligum føri krevja, at ymiskar rakstrareindir ikki kunnu hava felags starvsfólk.

Tá fiskur sleppur, ella illgruni er um, at fiskur er sloppin, skal eigarin av alibrúki alt fyri eitt boða Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá hesum. Stk. 2. Eftir at mett er um vandan fyri sjúkuspjaðing frá viðkomandi alibrúki, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan áleggja alibrúkinum, at royna at fanga slopnan fisk aftur. Stk. 3. Eigarin av alibrúkinum hevur ábyrgdina av, at royndir verða gjørdar at fáa slopnan fisk aftur, sbr. stk. 2.

Um veður og vindur loyva tí, skulu uttandura alieindir hava fuglanet ella tílíkt, ið forðar fugli at koma at fiskinum.

Ikki er loyvt at nýta alifisk ella partar av alifiski sum fóður til sama slag av alifiski. Stk. 2. Fóður til alifisk skal vera framleitt á virki, sum er góðkent til framleiðslu av fiskafóðri.

Ikki er loyvt at blóðga og kryvja fisk á alibrúki uttan serligt loyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Stk. 2. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann geva loyvi at blóðga og kryvja fisk á alibrúki, um alibrúkið lýkur galdandi treytir fyri matvøruframleiðslu og sóttreinsing av frárensluvatni.

Verður heilivágur nýttur, skal skelti við viðkomandi alieind boða frá hesum. Skeltingin skal verða meðan viðgjørt verður, og til afturhaldstíðin er lokin.

Til viðgerð av akvakulturdýrum í alibrúki er bert loyvt at nýta góðkendan heilivág. Stk. 2. Ásetingarnar í 1. stk., eru eisini galdandi fyri heilivág, sum ikki er eftir forskrift (reseptpligtig).

Øll kemisk evni, eisini reingerðar- og sóttreinsingarevni, sum verða nýtt á alibrúki, skulu vera góðkend av Heilsufrøðiligu starvsstovuni ella øðrum skikkaðum myndugleika samb. galdandi reglum. Rakstur av lívfiskastøðum

Lívfiskastøðir mugu bert verða nýttar til aling av lívfiski. Stk. 2. Lívfiskur, sum er aldur í ov stórum nøgdum, kann eftir umsókn verða slátraður og nýttur til matvøruframleiðslu.

Lívfiskastøðir kunnu bert keypa ella taka ímóti sili, ógitnum ella gitnum rognum, yngli, parri, smolti og kynsbúnum lívfiski frá øðrum lívfiskastøðum. Stk. 2. Lívfiskastøðir á landi, sum ala lívfisk bæði í vatn- og sjófasuni í kari, tanga og tílíkum á landi, skulu ikki keypa ella taka ímóti: 1) Sili, ógitnum ella gitnum rognum, yngli, parri og smolti, ið stava frá lívfiski, sum er aldur á lívfiskastøð á sjónum, ella 2) kynsbúnum lívfiski frá lívfiskastøðum á sjónum. Stk. 3. Í serligum føri kann Heilsufrøðiliga starvsstovan gera frávik frá ásetanunum í stk. 1 og 2.

Lívfiskastøðir kunnu selja ella flyta: 1) Sil, ógitin ella gitin rogn, yngul, parr, smolt og kynsbúnan lívfisk til aðrar lívfiskastøðir, sbr. tó § 49, stk. 2, 2) gitin rogn til smoltstøðir á landi, 3) yngul og parr til smoltstøðir á landi, 4) parr til smoltstøðir á vatni, 5) smolt til alistøðir á landi og alistøðir á sjónum, 6) fisk samb. § 48, 2. stk., sum er búgvin til slátur, til sláturvirki.

Nýliga gitin rogn, green eggs, á lívfiskastøðum á landi skulu sóttreinsast, áðrenn tey bólgna. Stk. 2. Eygarogn skulu sóttreinsast beinanvegin, tá tikið verður ímóti teimum á lívfiskastøðum á landi.

Rogn av ymiskum uppruna skulu verða hildin atskild, meðan tey verða klakt. Stk. 2. Lívfiskur av ymiskum uppruna skal verða hildin atskildur alt alitíðarskeiðið. Rakstur av smoltstøðum

Smoltstøðir skulu bert verða nýttar til aling av matfiski. Livandi fiskur, rogn og sil frá smoltstøðum skulu ikki verða nýtt til lívfiskaaling.

Smoltstøðum á landi er einans loyvt at keypa ella taka ímóti gitnum rognum, yngli og parri frá lívfiskastøðum. Stk. 2. Smoltstøðum á vøtnum er einans loyvt at keypa ella taka ímóti parri frá lívfiskastøðum og smoltstøðum á landi. Stk. 3. Í serligum føri kann Heilsufrøðiliga starvsstovan gera frávik frá ásetanini í stk. 1.

Smoltstøðir á landi skulu bert selja ella flyta: 1) Parr til smoltstøðir á vøtnum. 2) Smolt til alistøðir á landi og alistøðir á sjónum, og 3) Fisk, sum er búgvin til slátur, til sláturvirki. Stk. 2. Smoltstøðir á vøtnum skulu bert selja ella flyta: 1) Smolt til alistøðir á landi og alistøðir á sjónum, og 2) Fisk, sum er búgvin til slátur, til sláturvirki.

Eygarogn skulu sóttreinsast beinanvegin, tá tikið verður ímóti teimum á smoltstøðum á landi.

Áðrenn ljósstýrda smoltifisering av laksi verður sett í gongd, verður gjørd hóskandi støddarskiljing, soleiðis at smoltifiseringin er einstáttað. Stk. 2. Hóskandi og djóraverndarliga ráðiligar kanningar skulu skjalprógva, at fiskur at seta út, er sjóbúgvin. Stk. 3. Fiskur at seta út skal vera hóskandi til støddar og annars so mikið væl fyri at hann tolir skiftið til sjógv. Stk. 4. Smolt sum hevur sjónligar skaðar, kynsbúnir kallfiskar ella smolt, sum á annan hátt er av vánaligari góðsku, skal skiljast frá og burturbeinast. Rakstur av alistøðum

Alistøðir skulu bert verða nýttar til aling av matfiski. Livandi fiskur, rogn og sil frá alistøðum skulu ikki verða nýtt til lívfiskaaling.

Alistøðir á landi skulu bert keypa ella taka ímóti smolti frá lívfiskastøðum, smoltstøðum á landi og smoltstøðum á vøtnum. Stk. 2. Alistøðir á sjónum skulu bert keypa ella taka ímóti smolti frá lívfiskastøðum, smoltstøðum á landi, smoltstøðum á vatni og alistøðum á landi. Stk. 3. Í serligum føri kann Heilsufrøðiliga starvsstovan gera frávik frá ásetanini í stk. 1. Stk. 4. Í sambandi við samskipan av rakstrarætlanum sbr. § 22, stk. 3, soleiðis at brakklegging av alistøðum verður framd samstundis, kann landsdjóralæknin í serligum føri geva undantaksloyvi frá stk. 2, soleiðis at fiskur kann flytast frá einum aliøki á sjónum til annað.

Alistøðir á landi skulu bert selja ella flyta fisk til alistøðir á sjónum og sláturvirki. Stk. 2. Alistøðir á sjónum skulu bert selja ella flyta fisk til sláturvirki. Stk. 3. Í sambandi við samskipan av rakstrarætlanum sbr. § 22, stk. 3, soleiðis at brakklegging av alistøðum verður framd samstundis, kann embætisdjóralækni í serligum føri geva undantaksloyvi frá stk. 2, soleiðis at fiskur kann flytast frá einum aliøki á sjónum til annað. Mark fyri mest loyvda fiskatættleika

Á lívfiskastøðum, smoltstøðum og alistøðum á landi skal fiskatættleikin vera lívfrøðiliga og tøkniliga ráðiligur og má ikki verða hægri enn, at best hóskandi vatnparametrar framhaldandi kunnu haldast, og trivnaðurin hjá fiskinum ikki verður neiliga ávirkaður. Stk. 2. Vatngóðskan skal til eina og hvørja tíð skjalprógvast við mátingum og skjalføringum av viðkomandi fysiskum og kemiskum vatnparametrum. Stk. 3. Fiskatættleikin á smoltstøðum á vøtnum skal í mesta lagi vera: Miðalvekt á fiski Fiskatættleiki < 5 gram 10 kg/m3 > 5 gram 20 kg/m3 Stk. 4. Fiskatættleikin á lívfiskastøðum og alistøðum á sjónum skal í mesta lagi vera: Miðalvekt á fisk Fiskatættleiki < 1 kg 10 kg/m3 1-2 kg 15 kg/m3 2-3 kg > 3 kg 20 kg/m3 25 kg/m3 Stk. 5. Rúmmál verður í stk. 3-4 roknað sum yvirflata x dýpi. Dýpið í aliringum verður roknað frá vatnskorpuni og niður á blýlínuna, tó í mesta lagi 15 metrar. Vasking, sóttreinsing og at leggja alibrúk still (brakklegging)

Eftir hvørt framleiðsluumfar, har alibrúkið/rakstrareindin er tømd fyri fisk, og nótir eru tiknar burtur, skal alibrúkið/rakstrareindin vaskast, sóttreinsast og leggjast still, áðrenn fiskur aftur verður settur út. Stk. 2. Boðast skal Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá, beinanvegin alibrúkið/rakstar eindin er tømd fyri fisk.

Reingerð og sóttreinsing av alibrúki/rakstrareind skal fara fram eftir leiðbeining frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Stk. 2. Reingerð og sóttreinsing av alianleggi á landi skal fevna um: 1) hølir, 2) klekibakkar og aðra klekiútgerð, 3) kør og tangar, 4) vatnleidningar og biofiltur, 5) aðra rakstrarútgerð og 6) uttanduraøki. Stk. 3. Reingerð og sóttreinsing av flótandi alianleggi skal fevna um: 1) Stálbúur og aðra flótandi aliútgerð, sum kann vaskast og sóttreinsast á sjónum, 2) nótir og tílíka útgerð, sum skal vaskast og sóttreinsast á landi. Frárensluvatn skal verða viðgjørt eftir reglunum um sóttreinsing av frárensluvatni frá akvakulturbrúkum og akvakulturvirkjum. Stk. 4. Áðrenn alibrúk/rakstrareindir kunnu verða løgd still, skulu reingerð og sóttreinsing verða góðkend av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Reingerð og sóttreinsing av alibrúki/rakstrareind skal eisini fara fram um: 1) Alianleg ella partar av anleggi skulu flytast í annan alifjørð ella, 2) smittandi sjúka hevur verið ella smittandi verur eru staðfestar. Stk. 2. Reingerð og sóttreinsing kravd sbr. 1. stk. skal byrja beinanvegin, tá alibrúkið/rakstrareindin er tømd fyri fisk og vera liðug í seinasta lagi 1 mánaða aftaná.

Tíðarskeiðið, har alibrúkið/rakstrareindin skal liggja still millum hvørt framleiðsluumfar, skal í minsta lagi vera: 1) 1 vika fyri alibrúk/rakstrareindir, sum ala fisk í kari, tanga og tílíkum á landi, 2) 3) 2 mánaðir fyri alibrúk/rakstrareindir, sum ala fisk í aliringi, alibúri og tílíkum á vatni ella á sjónum roknað frá tí degi, alibrúkið/rakstrareindin er tømd fyri fisk og nótir eru tiknar burtur. Stk. 2. Alibrúk/rakstrareindir við minni enn 5 kilometra frástøðu skulu liggja still í minst 1 mánaða í senn, roknað frá tí degi, alibrúkini/rakstrareindirnar eru tømdar fyri fisk og nótir eru tiknar burtur. Stk. 3. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann leingja tíðarskeiðini í stk. 1, um smittandi sjúka hevur verið í viðkomandi alibrúki. Stk. 4. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann stytta brakkleggingartíðarskeiðini fyri tey alibrúk/rakstrareindir, ið eru nevnd í stk. 1, nr. 1, og sum eru innrættað soleiðis, at munagóð turrlegging, vasking og sóttreinsing er møgulig. Heilsueftirlit

Øll alibrúk skulu hava ein djóralækna, sum skal hava regluligt eftirlit við viðkomandi alibrúki. Stk. 2. Eigarin av alibrúki skal boða Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá navni og bústaði djóralæknans. Stk. 3. Eftirlitið, sum djóralæknin skal hava, sbr. stk. 1, skal í minsta lagi fevna um: 1) 12 árligar eftirlitsvitjanir á lívfiskastøðum, 2) 12 árligar eftirlitsvitjanir á smoltstøðum, og 3) 6 árligar eftirlitsvitjanir á alistøðum. Stk. 4. Í sambandi við veterinera eftirlitið skal djóralæknin: 1) Kanna eftir, at rakstrardagbøkur verða førdar, sbr. § 25. 2) Eftirkanna rakstrardagbøkur, fyri at staðfesta møguligar trupulleikar. 3) Skoða rakstrareindirnar fyri møgulig tekin um sjúku hjá fiskinum. 4) Skera nýliga deyðan fisk upp, og taka neyðugar royndir av fiski til diagnostiska kanning. Stk. 5. Frá fiskaeindum við øktum felli ella tekin um kliniska sjúku skulu 10 sjálvdeyðir ella slátraðir fiskar skerast upp og kannast. Stk. 6. Eftir hvørja vitjan skal djóralæknin skriva eina eftirlitsfrágreiðing. Stk. 7. Alibrúkið skal skjalføra eftirlitsfrágreiðingar djóralæknans. Stk. 8. Eftirlitsfrágreiðingar djóralæk- nans skulu vera tøkar, tá almennur eftirlitsmyndugleiki kemur á eftirlitsvitjan. Stk. 9. Landsdjóralæknin kann áseta reglur fyri veterinera eftirlitið, íroknað hvørjar royndir skulu verða tiknar og talið á fiski, ið skal verða tikin til kanning.

Er talan um økt fellið, ella á annan hátt illgruni um sjúku, skal alibrúkið beinanvegin boða djóralækna frá hesum.

Ikki er loyvt at flyta, slátra ella selja fisk, sum hevur sjónlig tekin um smittandi sjúku. Stk. 2. Fiskur at selja skal vera koppsettur eftir galdandi reglum. Stk. 3. Fiskur at flyta ella selja skal hava galdandi heilsuváttan eftir reglunum um flutning av akvakulturdýrum. Stk. 4. Uttan mun til ásetingina í stk. 1 kann Heilsufrøðiliga starvsstovan geva undantaksloyvi til at flyta fisk til slátur. Kapittul V Reglur fyri at fiska og at seta fisk út í áir og vøtn Forboð fyri at fiska

Kapittul V Reglur fyri at fiska og at seta fisk út í áir og vøtn

Ikki er loyvt at fiska á lívfiskaaliøkjum, smoltøkjum ella aliøkjum. Stk. 2. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann geva undantaksloyvi frá forboðnum í stk. 1. Stk. 3. Heilsufrøðiliga starvstova kann áseta krav um: 1) At stuttleikaveiða á smoltvøtnum ikki skal fara fram innanfyri 200 metrar frá flótandi alianleggi, og 2) At smoltstøðir á vøtnum skulu syrgja fyri, at sóttreinsingarútgerð er til útgerð hjá stuttleikafiskarum (styvlar, tráður, húkar, flugur, spinnarar, pilkar, dergur og tílíkt) á smoltvøtnum, har stuttleikafiskiskapur er loyvdur. Serligar reglur um at fiska á sleppivøtnum og útseting í áir og vøtn

Heilsufrøðiliga starvsstovan skal góðkenna sleppivøtn, áðrenn tey verða tikin í nýtslu. Hetta skal verða gjørt eftir reglunum í § 5 við neyðugum tillagingum. Stk. 2. Útseting í áir og vøtn, til stuttleikafisking ella við stovnsøking fyri eyga, skal somuleiðis góðkennast av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Stk. 3. Umsókn um góðkenning skal verða á serligum umsóknarblaði frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

At fiska á sleppivøtnum ella útseting í áir og vøtn sbr. § 70, stk. 2, skal ikki fara fram á vøtnum har streymur rennur til ella frá frárenningarøki hjá verandi lívfiskastøðum á landi, smoltstøðum á landi og smoltstøðum á vøtnum. Stk. 2. Sleppivøtn skulu lúka somu frástøðukrøv, sum verða sett smoltstøðum, sbr. § 11.

Fiskur, sum verður settur út í sleppivøtn, skal stava frá lívfiskastøðum á landi ella smoltstøðum á landi, sum eru góðkendar eftir hesi kunngerð. Stk. 2. Fiskur, sum er aldur á smoltstøðum á vøtnum skal ikki verða fluttur til sleppivøtn. Stk. 3. Fiskur til at seta út í sleppivøtn skal ikki hava tekin til ella vera undir illgruna fyri at vera fongdur við smitttandi sjúku, ella hava sjónlig mein. Stk. 4. Flutningur av fiski til sleppivøtn skal fara fram í tráð við galdandi reglur um flutning av akvakulturdýrum v.m.

Sleppivøtn skulu hava ein djóralækna, sum skal hava regluligt veterinert eftirlit við fiskinum á sleppivatninum. Stk. 2. Eigarin á viðkomandi sleppivatni skal boða Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá navni og bústaði hjá djóralæknanum. Stk. 3. Djóralæknin skal fremja eftirlit í minsta lagi tvær ferðir árliga. So vítt gjørligt skal annað eftirlitið fara fram, tá fiskur verður settur út. Stk. 4. Eftir hvørja vitjan skal djóralæknin skriva eina eftirlitsfrágreiðing. Stk. 5. Eigarin skal skjalføra eftirlitsfrágreiðingar djóralæknans. Stk. 6. Eftirlitsfrágreiðingar djóralæknans skulu vera tøkar, tá almennur eftirlitsmyndugleiki kemur á eftirlitsvitjan. Stk. 7. Heilsufrøðiliga starvsstovan skal hava eftirlit við áum og vøtnum, har fiskur verður settur út til stuttleikaveiðu ella við stovnsøking fyri eyga. Stk. 8. Landsdjóralæknin kann áseta reglur fyri veterinera eftirlitið, íroknað hvørjar royndir skulu verða tiknar og talið á fiski, ið skal verða tikin til kanningar. Kapittul VI Umsitingar reglur, tiltøk og revsiásetingar Gjald og endurgjald

Kapittul VI Umsitingar reglur, tiltøk og revsiásetingar

Eigarin av alibrúki, sleppivatni ella virksemi, sum hevur við lívfisk at gera, skal, uttan at tað kostar tí almenna nakað, stilla neyðuga manning, alibátar og aðrar hentleikar til taks í sambandi við veterinert eftirlit og annað eftir hesi kunngerð.

Tað almenna gevur ikki endurgjald fyri útreiðslur, sum alibrúk, sleppivøtn ella virksemi, sum hevur við alifisk at gera, kann fáa í sambandi við hesa kunngerð. Stk. 2. Eigarin av alibrúki, sleppivatni ella virksemi, sum hevur við lívfisk at gera, rindar fyri góðkenning og eftirlit og tílíkt, sum verður gjørt av Heilsufrøðiligu starvsstovuni og fyri tøku og kanning av royndum eftir galdandi takstum. Stk. 3. Eigarin av alibrúki, sleppivatni ella virksemi, sum hevur við lívfisk at gera, rindar fyri eftirlit og tílíkt hjá djóralæknanum eftir djóralæknans taksti. Stk. 4. 4) Tænastur, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan veitir frítíðarfeløgum, sum eiga alibrúk og sleppivøtn, ella sum hava annað virksemi, ið hevur við lívfisk at gera, og sum ikki framleiða alifisk við vinningi fyri eyga, verða veittar ókeypis. Skiftisreglur

Verandi alistøðir, sum eru góðkendar eftir reglunum í kunngerð nr. 131 frá 23. desember 2003 um sjúkuniðurberjandi rakstur á alistøðum, skulu ikki søkja um at fáa nýggja góðkenning eftir reglunum í § 5, stk. 2.

Heilsufrøðiliga starvsstovan kann geva verandi alibrúki eina tíðarfreist til at lúka krøvini í hesi kunngerð. Kæra

Avgerð tikin av Heilsufrøðiligu starvsstovuni sambært hesi kunngerð kann kærast til Vinnukærunevndina. Revsireglur

Um ikki harðari revsing kann áleggjast eftir løgtingslógini um aling av fiski ella aðrari lóg, verður við bót revsaður tann, sum: 1) brýtur reglurnar í § 10, § 11, 1 og stk.. 6, § 12, stk. 1, § 14, § 15, § 16, stk. 1 og 2, § 18, § 19, stk. 2, § 20, stk.2, § 22, stk. 1, § 24, stk. 1, 2 og 3, § 25, stk. 1, § 26, stk.1, § 34, § 35, § 37, stk. 2 og 3, § 38, § 43, stk.1, § 44, stk. 1, § 45, § 46, stk. 1, § 48, stk. 1, § 49, stk. 1 og 2, § 51, § 52, § 54, stk. 1 og 2, § 58, § 59, stk. 1 og 2, § 60, stk. 1 og 2, § 61, § 68, stk. 1, 2 og 3, § 69, stk.1, og § 71 ella 2) ikki fylgir boðunum í § 5, § 13, § 17, § 39, § 41, § 47, § 53, § 55, § 56, § 57, § 62, § 63, § 64, § 65, § 66, § 67, § 72, § 73.

Heimildin hjá landsstýrismanninum eftir § 50 í djórasjúkulógini at avgera revsimál uttan rættarsókn verður løgd Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Gildiskoma

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis sum hendan kunngerðin fær gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 131 frá 23. desember 2003 um sjúkufyribyrgjandi rakstur á alistøðum. Vinnumálaráðið, tann 16. oktober 2009 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.) Fylgiskjal 1 2) 5) 6) Lívfiskafirðir, smoltvøtn, alifirðir og havøki Lívfiskafirðir (sbr. pkt. A), smoltvøtn (sbr. pkt. B), alifirðir (sbr. pkt. C) og havøki (sbr. pkt. E), har loyvi kann verða givið til at ala fisk, sbrt. § 3: A. Lívfiskafirðir, har loyvt er at ala á lívfiskastøðum á landi A1) Skopunarfjørður, soleiðis avmarkaður: Við beinum linjum í millum hesi staðarnøvn: Trøllhøvdi, Hælurin syðst á Hesti, Kirkjubønes syðst á Streymoynni, Borðan syðst á Nólsoynni og Skálhøvdi við bygdina Skálavík á Sandoynni B. Smoltvøtn, har loyvt er at ala á smoltstøðum á vatninum B1) Ovara byrging í Fonsdali omanfyri Vestmanna B2) Niðara byrging í Fonsdali omanfyri Vestmanna B3) Byrgingin í Hagadali omanfyri Vestmanna B4) Vatnsnesvatn omanfyri Hov C. Alifirðir, har loyvt er at ala á alistøðum á sjónum ella á alistøðum á landi C1) Hvannasund suður, soleiðis avmarkað: Hvannasund sunnanfyri byrgingina ímillum Viðoynna og Borðoynna. Íroknað alifjørðin Hvannasund suður er Viðvík á Viðoynni. C2) Hvannasund norður, soleiðis avmarkað: Hvannasund norðanfyri byrgingina ímillum Viðoynna og Borðoynna C3) Árnafjørður C4) Borðoyarvík C5) Haraldssund suður, soleiðis avmarkað: Haraldssund sunnanfyri byrgingina ímillum Borðoynna og Kunoynna. Íroknað alifjørðin Haraldssund suður er Kalsoyarfjørður C6) Haraldssund norður, soleiðis avmarkað: Haraldssund norðanfyri byrgingina ímillum Borðoynna og Kunoynna C7) Funningsfjørður og Djúpini norður, soleiðis avmarkað: Frá Risagrøv á Eysturoynni í beinari linju móti Gásafjalli á Kalsoynni C8) Oyndarfjørður og Djúpini suður, soleiðis avmarkað: Frá Borgini á Eysturoynni í beinari linju til bygdina Blankskáli á Kalsoynni C9) Fuglafjørður og Leirvíksfjørður norður, soleiðis avmarkað: Frá Galvinum á Kalsoynni í beinari linju til Leiti á Borðoynni og í beinari linju til Hagaleiti (brennistøðin) í Eysturoynni C10) Gøtuvík og Leirvíksfjørður suður C11) Lambavík C12) Sundini norður: Sundini norðanfyri brúnna ímillum Eysturoynna og Streymoynna C13) Sundini suður: Sundini sunnanfyri brúnna ímillum Eysturoynna og Streymoynna C14) Kollafjørður, Tangafjørður og økið undir Neslandinum á Eysturoynni C15) Kaldbaksfjørður C16) Nólsoyarfjørður C17) Sandsvág og Skúvoyarfjørður C18) Vestmannasund, soleiðis avmarkað: Suðureftir til beina linju ímillum Tvillingsgjógv í Vágum og Skæling á Streymoynni C19) Miðvágur-Sandavágur. Íroknað aliøkið Miðvágur-Sandavágur er Vágafjørður og Hestfjørður C20) Sørvágsfjørður. Íroknað alifjørðin Sørvágsfjørður er økið Vesturi á Víkum C21) Trongisvágsfjørður. Íroknað alifjørðin Trongisvágsfjørður eru Øravík og Hvalbiarfjørður. C22) Hovsfjørður C23) Vágsfjørður. Íroknað alifjørðin Vágsfjørður eru Lopransfjørður og Víkarfjørður D. Alifirðir, har loyvt er at ala á alistøðum á landi D1) (Strikað). D2) Sandvík D3) Fámjin D4) Svínoyarvík til landaling av ronkelsum E. Alifirðir (havøki), har loyvt er at ala uttan fyri firðir og sund E1) Eystan fyri Nólsoynna (Við landstøð í Rituvík) F. Sleppivatn (Put and take-vatn), ið er natúrligt ella manngjørt vatn, har fiskur verður settur út fyri at verða veiddur til stuttleika F1) Leynará, Leynavatn og ovara og niðara Mjáuvatn F2) Saksun og vøtn omanfyri F3) Nesvatn, uttanfyri Nes á Eysturoynni G. Royndarfirðir G1) Skálafjørður til tvískeljar og tara G2) (Strikað). Fylgiskjal 2 Rakstrarætlan fyri kleking av rognum á lívfiskastøðum og smoltstøðum Leypandi rakstrarætlanin fyri kleking av rognum á lívfiskastøðum og á smoltstøðum (3 framleiðsluumfør), sbr. § 22, stk. 6, skal hava hesar upplýsingar: A. Lívfiskastøðir: 1) Nummar á lívfiskastøðini. 2) Nummar á rakstrareindini. 3) Rakstrarætlanartíðarskeið. 4) Framleiðslugongd (flowdiagram). 5) Fiskaslag. 6) Flutningur av kvenn lívfiski úr sjógvi í vatn: a) Nær flutningur væntandi byrjar, b) upprunin á kvenn lívfiski (nummar á lívfiskastøð), c) væntað tal á kvenn lívfiski. 7) Flutningur av kall lívfiski úr sjógvi í vatn: a) Nær flutningur væntandi byrjar, b) upprunin á kall lívfiski (nummar á lívfiskastøð), c) væntað tal á kall lívfiski. 8) Strúking av rognum: a) Nær strúking væntandi byrjar, b) upprunin á rognum/lívfiski (nummar á lívfiskastøð), c) væntað tal á rognum. 9) Strúking av sili: a) Nær strúking væntandi byrjar, b) upprunin á sili/lívfiski (nummar á lívfiskastøð), c) væntað mongd av sili (ml). 10) Móttøka av rognum: a) Nær tað væntandi verður tikið ímóti, b) upprunin á rognum/lívfiski (nummar á lívfiskastøð), c) væntað tal á rognum. 11) Móttøka av sili: a) Nær tað væntandi verður tikið ímóti, b) upprunin á sili/lívfiski (nummar á lívfiskastøð), c) væntað mongd av sili(ml). 12) Søla av ógitnum rognum: a) Nær søla væntandi fer fram, b) upprunin á ógitnum rognum/lívfiski (nummar á lívfiskastøð), c) væntað tal á ógitnum rognum, d) móttakari av ógitnum rognum (nummar á lívfiskastøð). 13) Søla av sili: a) Nær søla væntandi fer fram, b) upprunin á sili/lívfiski (nummar á lívfiskastøð), c) væntað mongd av sili (ml) d) móttakari av sili (nummar á lívfiskastøð). 14) Gitnaður av rognum: a) Nær gitnaður væntandi fer fram, b) upprunin á rognum/lívfiski (nummar á lívfiskastøð), c) upprunin á sili/lívfiski (nummar á lívfiskastøð), d) væntað tal á gitnum rognum. 15) Móttøka av gitnum rognum: a) Nær tað væntandi verður tikið ímóti, b) upprunin á rognum/lívfiski (nummar á lívfiskastøð), c) upprunin á sili/lívfiski (nummar á lívfiskastøð), d) væntað tal á gitnum rognum. 16) Søla av gitnum rognum: a) Nær sølan væntandi verður, b) upprunin á gitnum rognum/lívfiski (nummar á lívfiskastøð), c) upprunin á sili/lívfiski (nummar á lívfiskastøð), d) væntað tal á gitnum rognum, e) móttakari av gitnum rognum (nummar á lívfiskastøð ella smoltstøð). 17) Kleking av rognum: a) Nær klekingin væntandi verður, b) upprunin á rognum/yngli (nummar á lívfiskastøð), c) væntað tal á yngli. 18) Yngul, sum setast skal við: a) Nær væntandi verður byrjað at fóðra, b) upprunin á yngli (nummar á lívfiskastøð), c) væntað tal á yngli. 19) Søla av yngli: a) Nær sølan væntandi verður, b) upprunin á yngli (nummar á lívfiskastøð), c) væntað tal á yngli, d) móttakari av yngli (nummar á lívfiskastøð ella smoltstøð). 20) Brakklegging av alianleggi til lívfisk: a) Nær brakklegging væntandi byrjar, b) nær brakklegging væntandi endar. 21) Brakklegging av klekianleggi: a) Nær brakklegging væntandi byrjar, b) nær brakklegging væntandi endar. B. Smoltstøðir: 1) Nummar á smoltstøðini. 2) Nummar á rakstrareindini. 3) Rakstrarætlanartíðarskeið. 4) Framleiðslugongd (flowdiagram). 5) Fiskaslag. 6) Móttøka av gitnum rognum: a) Nær móttøkan væntandi verður, b) upprunin á rognum/lívfiski (nummar á lívfiskastøð), c) upprunin á sili/lívfiski (nummar á lívfiskastøð), d) væntað tal á gitnum rognum. 7) Kleking av rognum: a) Nær klekingin væntandi verður, b) upprunin á rogni/yngli (nummar á lívfiskastøð), c) væntað tal á yngli. 8) Yngul, sum setast skal við: a) Nær væntandi verður byrjað at fóðra, b) upprunin á yngli (nummar á lívfiskastøð), c) væntað tal á yngli. 9) Brakklegging av klekianleggi: a) Nær brakklegging væntandi byrjar, b) nær brakklegging væntandi endar. Fylgiskjal 3 Rakstrarætlan fyri aling av fiski á lívfiskastøðum, smoltstøðum og alistøðum Leypandi rakstrarætlanin fyri aling av fiski á lívfiskastøðum, smoltstøðum og alistøðum (3 framleiðsluumfør), sbr. § 22, stk. 7, skal hava hesar upplýsingar: A. Lívfiskastøðir á landi, sum ala lívfisk í vatni: 1) Nummar á lívfiskastøðini. 2) Nummar á rakstrareindini. 3) Rakstrarætlanartíðarskeið. 4) Framleiðslugongd (flowdiagram). 5) Fiskaslag. 6) Setan av lívfiski (yngli) í vatn: a) Nær væntandi verður sett út, b) upprunin á lívfiski (nummar á lívfiskastøð), c) væntað tal á lívfiski. 7) Flutningur av lívfiski (parri) í vatn: a) Nær væntandi verður flutt, b) móttakari av lívfiski (nummar á lívfiskastøð), c) væntað tal á lívfiski. 8) Flutningur av matfiski (parri) í vatn: a) Nær væntandi verður flutt, b) móttakari av matfiski (nummar á smoltstøð), c) væntað tal á matfiski. 9) Flutningur av lívfiski (smolti) á sjógv: a) Nær væntandi verður flutt, b) móttakari av lívfiski (nummar á lívfiskastøð), c) væntað tal á lívfiski. 10) Flutningur av matfiski (smolti) á sjógv: a) Nær væntandi verður flutt, b) móttakari av matfiski (nummar á alistøð), c) væntað tal á matfiski. 11) Brakklegging: a) Nær brakklegging væntandi byrjar, b) nær brakklegging væntandi endar. B. Lívfiskastøðir á landi, sum ala lívfisk í innpumpaðum sjógvi: 1) Nummar á lívfiskastøðini. 2) Nummar á rakstrareindini. 3) Rakstrarætlanartíðarskeið. 4) Framleiðslugongd (flowdiagram). 5) Fiskaslag. 6) Setan av lívfiski (smolti) á sjógv: a) Nær væntandi verður sett út, b) upprunin á lívfiski (nummar á lívfiskastøð), c) væntað tal á lívfiski. 7) Flutningur av lívfiski (kynsbúnum fiski) í vatn: a) Nær væntandi verður flutt, b) móttakari av lívfiski (nummar á lívfiskastøð), c) væntað tal á lívfiski. 8) Flutningur av matfiski til slátur: a) Nær væntandi verður flutt, b) móttakari av matfiski (sláturvirki), c) væntað tal á matfiski. 9) Brakklegging: a) Nær brakklegging væntandi byrjar, b) nær brakklegging væntandi endar. C. Lívfiskastøðir á sjónum: 1) Nummar á lívfiskastøðini. 2) Nummar á rakstrareindini. 3) Rakstrarætlanartíðarskeið. 4) Framleiðslugongd (flowdiagram). 5) Fiskaslag. 6) Setan av lívfiski (smolti) á sjógv a) Nær væntandi verður sett b) upprunin á lívfiski (nummar á lívfiskastøð), c) væntað tal á lívfiski. 7) Flutningur av lívfiski (kynsbúnum fiski) í vatn: a) Nær væntandi verður flutt, b) móttakari av lívfiski (nummar á lívfiskastøð), c) væntað tal á lívfiski. 8) Flutningur av matfiski til slátur: a) Nær væntandi verður flutt, b) móttakari av matfiski (sláturvirki), c) væntað tal á matfiski. 9) Brakklegging: a) Nær brakklegging væntandi byrjar, b) nær brakklegging væntandi endar. D. Smoltstøðir á landi: 1) Nummar á smoltstøðini. 2) Nummar á rakstrareindini. 3) Rakstrarætlanartíðarskeið. 4) Framleiðslugongd (flowdiagram). 5) Fiskaslag. 6) Útsetan av matfiski (yngli): a) Nær væntandi verður sett út, b) upprunin á matfiski (nummar á lívfiskastøð), c) væntað tal á matfiski. 7) Flutningur av matfiski (parri) til alistøðir á vatni: a) Nær væntandi verður flutt, b) móttakari av matfiski (nummar á alistøð á vatni), c) væntað tal á matfiski. 8) Flutningur av matfiski (smolti) til alistøðir á landi: a) Nær væntandi verður flutt, b) móttakari av matfiski (alistøð á landi), c) væntað tal á matfiski. 9) Flutningur av matfiski (smolti) til alistøðir á sjónum: a) Nær væntandi verður flutt, b) móttakari av matfiski (alistøð á sjónum), c) væntað tal á matfiski. 10) Flutningur av matfiski til slátur: a) Nær væntandi verður flutt, b) móttakari av matfiski (sláturvirki), c) væntað tal á matfiski. 11) Brakklegging: a) Nær brakklegging væntandi byrjar, b) nær brakklegging væntandi endar. E. Smoltstøðir á vatni: 1) Nummar á smoltstøðini. 2) Nummar á rakstrareindini. 3) Rakstrarætlanartíðarskeið. 4) Framleiðslugongd (flowdiagram). 5) Fiskaslag. 6) Útsetan av matfiski (parri): a) Nær væntandi verður sett út, b) upprunin á matfiski (nummar á lívfiskastøð ella smoltstøð), c) væntað tal á matfiski. 7) Flutnignur av matfiski (smolti) til alistøð á landi: a) Nær væntandi verður flutt, b) móttakari av matfiski (nummar á alistøð á landi), c) væntað tal á matfiski. 8) Flutningur av matfiski (smolti) á alistøð á sjónum: a) Nær væntandi verður flutt, b) móttakari av matfiski (nummar á alistøð á sjónum), c) væntað tal á matfiski. 9) Flutningur av matfiski til slátur: a) Nær væntandi verður flutt, b) móttakari av matfiski (sláturvirki), c) væntað tal á matfiski. 10) Brakklegging: a) Nær brakklegging væntandi byrjar, b) nær brakklegging væntandi endar. F. Alistøðir á landi: 1) Nummar á alistøðini. 2) Nummar á rakstrareindini. 3) Rakstrarætlanartíðarskeið. 4) Framleiðslugongd (flowdiagram). 5) Fiskaslag. 6) Útsetan av matfiski (smolti): a) Nær væntandi verður flutt, b) upprunin á matfiski (nummar á lívfiskastøð ella smoltstøð), c) væntað tal á matfiski. 7) Flutningur av matfiski til alistøðir á sjónum: a) Nær væntandi verður flutt, b) móttakari av matfiski (nummar á alistøð á sjónum), c) væntað tal á matfiski. 8) Rakstur: a) Hægsti væntaði biomassi, b) hægsti væntaði tættleiki. 9) Flutningur av matfiski til slátur: a) Nær væntandi verður flutt, b) móttakari av matfiski (sláturvirki), c) væntað tal á matfiski. 10) Brakklegging: a) Nær brakklegging væntandi byrjar, b) nær brakklegging væntandi endar. G. Alistøðir á sjónum: 1) Nummar á alistøðini. 2) Nummar á rakstrareindini. 3) Rakstrarætlanartíðarskeið. 4) Framleiðslugongd (flowdiagram). 5) Fiskaslag. 6) Útsetan av matfiski (smolti): a) Nær væntandi verður flutt, b) upprunin á matfiski (nummar á lívfiskastøð ella smoltstøð), c) væntað tal á matfiski. 7) Rakstur: a) Hægsti væntaði biomassi, b) hægsti væntaði tættleiki. 8) Flutningur av matfiski til slátur: a) Nær væntandi verður flutt, b) móttakari av matfiski (sláturvirki), c) væntað tal á matfiski. 9) Brakklegging: a) Nær brakklegging væntandi byrjar, b) nær brakklegging væntandi endar. Fylgiskjal 4 Rakstrardagbøkur fyri strúking av sili og rognum og fyri kleking av rognum Rakstrardagbøkur fyri strúking av sili og rognum og fyri kleking av rognum, sbr. § 25, stk. 2 á lívfiskastøðum, smoltstøðum og øðrum alibrúkum, sum hava loyvi til kleking av rognum, skulu hava hesar upplýsingar: I. Lívfiskastøðir Rakstrardagbøkur fyri strúking av sili og rognum og fyri kleking av rognum á lívfiskastøðum. A. Tá lívfiskur verður fluttur úr sjógvi í vatn, skal hetta verða skrásett: 1) Kvenn lívfiskur: a) Dagfesting, tá flutt varð, b) nummar á lívfiskastøð, c) nummar á fiskaeind, d) fiskaslag, e) tal, f) uppruni (nummar á lívfiskastøð). 2) Kall lívfiskur: a) Dagfesting, tá flutt varð, b) nummar á lívfiskastøð, c) nummar á fiskaeind, d) fiskaslag, e) tal, f) uppruni (nummar á lívfiskastøð). B. Ì sambandi við strúking av sili og rognum skal hetta verða skrásett: 1) Kvenn lívfiskur: a) Dagfesting, tá strokið verður, b) fiskaslag, c) kvenn lívfiska nummar, d) uppruni (nummar á lívfiskastøð), e) rúmmál á rognum, f) tal á rognum, g) úrslit av starvsstovukanningum. 2) Kall lívfiskur: a) Dagfesting, tá strokið varð, b) fiskaslag, c) kalllívfiska nummar, d) uppruni (nummar á lívfiskastøð), e) rúmmál á sílum, f) úrslit av starvsstovukanningum. C. Tá tikið verður ímóti ógitnum rognum, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting, tá tikið verður ímóti. 2) Fiskaslag. 3) Uppruni á ógitnum rognum (nummar á lívfiskastøð). 4) Tal á ógitnum rognum. 5) Rúmmál á ógitnum rognum. 6) Úrslit av starvsstovukanningum. D. Tá tikið verður ímóti sili, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting, tá tikið varð ímóti. 2) Fiskaslag. 3) Uppruni á sili (nummar á lívfiskastøð). 4) Rúmmál á sili. 5) Úrslit av starvsstovukanningum. E. Tá tikið verður ímóti gitnum rognum, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting, tá ið tikið verður ímóti. 2) Fiskaslag. 3) Uppruni á rognum (nummar á lívfiskastøð). 4) Uppruni á sili (nummar á lívfiskastøð). 5) Tal á gitnum rognum. 6) Rúmmál á gitnum rognum. 7) Uppruni á gitnum rognum (nummar á lívfiskastøð). 8) Úrslit av starvsstovukanningum. F. Tá rogn verða gitin, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting, tá ið gitið varð. 2) Fiskaslag. 3) Kvenn lívfiskur: a) Kvenn lívfiska nummar, b) upprunin (nummar á lívfiskastøð), c) rúmmál á rognum, d) tal á rognum, e) úrslit av starvsstovukanningum. 4) Kall lívfiskur: a) Kall lívfiska nummar, b) upprunin (nummar á lívfiskastøð), c) rúmmál á sili, d) úrslit av starvsstovukanningum. G. Tá ógitin rogn verða seld, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting, tá ið selt varð. 2) Fiskaslag. 3) Upprunin á ógitnum rognum (nummar á lívfiskastøð). 4) Tal á ógitnum rognum. 5) Rúmmál á ógitnum rognum. 6) Móttakari av ógitnum rognum (nummar á lívfiskastøð). 7) Úrslit av starvsstovukanningum. H. Tá sil verða seld, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting, tá ið selt varð. 2) Fiskaslag. 3) Upprunin á sili (nummar á lívfiskastøð). 4) Rúmmál á sili. 5) Móttakari av gitnum rognum (nummar á lívfiskastøð). 6) Úrslit av starvsstovukanningum. I. Tá gitin rogn verða seld, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting, tá ið selt varð. 2) Fiskaslag. 3) Upprunin á rognum (nummar á lívfiskastøð). 4) Upprunin á sili (nummar á lívfiskastøð). 5) Tal á gitnum rognum. 6) Rúmmál á gitnum rognum. 7) Móttakari av gitnum rognum (nummar á lívfiskastøð ella smoltstøð). 8) Úrslit av starvsstovukanningum. J. Fyri hvørja klekieind skulu hesar upplýsingar verða skrásettar í sambandi við, at gitin rogn verða løgd inn: 1) Nummar á lívfiskastøð. 2) Nummar á klekieindini. 3) Rúmmál á klekieindini. 4) Dagfesting, tá ið innlegging fer fram. 5) Fiskaslag. 6) Tal á gitnum rognum. 7) Rúmmál á gitnum rognum. 8) Upprunin á gitnum rognum: a) Kvenn lívfiska nummar, b) uppruni á kvenn lívfiski (nummar á lívfiskastøð), c) kall lívfiska nummar, d) upprunin á kall lívfiski (nummar á lívfiskastøð). 9) Úrslit av starvsstovukanningum. K. Tá deyð ella ikki gitin rogn verða frásorterað, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting. 2) Tal á rognum: a) Livandi rogn eftir frásorteringina, b) frásorterað deyð og ikki gitin rogn. 3) Rúmmál á rognum: a) Livandi rogn eftir frásortering, b) frásorterað deyð og ikki gitin rogn. L. Tá klakt verður, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting. 2) Tal á yngli: a) Livandi yngul, b) deyður ella frásorteraður yngul. M. Tá yngul verður flutt frá klekieind til alieind, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting. 2) Tal á yngli. 3) Nummar á fiskaeindini, hagar ynglið verður flutt. II. Smoltstøðir Rakstrardagbøkur fyri kleking av rognum hjá smoltstøðum. A. Tá tikið verður ímóti gitnum rognum, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting, tá tikið varð ímóti. 2) Fiskaslag. 3) Upprunin á rogni (nummar á lívfiskastøð). 4) Upprunin á sili (nummar á lívfiskastøð). 5) Tal á gitnum rognum. 6) Rúmmál á gitnum rognum. 7) Upprunin á gitnum rognum (nummar á lívfiskastøð). 8) Úrslit av starvsstovukanningum. B. Fyri hvørja klekieind skulu hesar upplýsingar verða skrásettar, tá tikið verður ímóti gitnum rognum: 1) Nummar á smoltstøðini. 2) Nummar á klekieindini. 3) Rúmmál á klekieindini. 4) Innleggingardagur. 5) Fiskaslag. 6) Tal á rognum. 7) Rúmmál á rognum. 8) Upprunin á gitnum rognum: a) Nummar á kvenn lívfiski, b) uppruni á kvenn lívfiski (nummar á lívfiskastøð), c) nummar á kall lívfiski, d) uppruni á kall lívfiski (nummar á lívfiskastøð). 9) Úrslit av starvsstovukanningum. C. Tá deyð ella ikki gitin rogn verða frásorterað, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting. 2) Tal á rognum: a) Livandi rogn eftir frásorteringina, b) frásorterað deyð og ikki gitin rogn. 3) Rúmmál á: a) Livandi rognum eftir frásortering, b) frásorterað deyð og ikki gitin rogn. D. Tá klakt verður, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting. 2) Tal á yngli: a) Livandi yngul, b) deyður ella frásorteraður yngul. E. Tá yngul verður flutt frá klekieind til alieind, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting. 2) Tal á yngli. 3) Nummar á fiskaeindini, hagar ynglið verður flutt. Fylgiskjal 5 3) Rakstrardagbøkur fyri aling av fiski Rakstrardagbøkur fyri aling av fiski á lívfiskastøðum, smoltstøðum, alistøðum og øðrum alibrúkum sbr. § 25, stk. 3, skulu hava hesar upplýsingar: I. Lívfiskastøðir á landi Rakstrardagbøkur fyri aling av lívfiski á lívfiskastøðum á landi skulu hava hesar upplýsingar fyri hvørja fiskaeind sær: A. Hesar upplýsingar skulu verða skrásettar, tá fiskur verður settur í fiskaeindina: 1) Nummar á lívfiskastøðini. 2) Nummar á rakstrareindini ella lívfiskaøkinum. 3) Nummar á fiskaeindini. 4) Rúmmál á fiskaeindini. 5) Innsetanardagur. 6) Fiskaslag. 7) Innsett fiskanøgd. 8) Miðalvekt á fiski, tá sett verður inn. 9) Biomassi, tá sett verður inn. 10) Uppruni á innsetta fiskinum: a) nummar á lívfiskastøð ella, b) er talan um innanhýsis flutning: nummar á fiskaeindini. B. Dagliga skráseting av: 1) Dagfesting. 2) Tali á livandi fiski, tá dagur endar. 3) Miðalvekt á livandi fiski, tá dagur endar. 4) Biomassa á livandi fiski, tá dagur endar. 5) Dagligt tal á deyðum fiski. 6) Miðalvekt á deyðum fiski. 7) Biomassa á deyðum fiski. 8) Fóðurnýtslu. 9) Slag av fóðri. C. Tá fiskur verður fluttur innanhýsis til eina aðra fiskaeind á lívfiskastøðini, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting. 2) Tal á fiski, sum verður fluttur. 3) Miðalvekt á fiski, sum verður fluttur. 4) Biomassi á fiski, sum verður fluttur. 5) Nummar á fiskaeindini, hagar fiskurin verður fluttur. D. Tá fiskur verður fluttur til eitt annað alibrúk, sláturvirki ella til burturbeining, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting. 2) Tal á fiski, sum verður fluttur. 3) Miðalvekt á fiski, sum verður fluttur. 4) Biomassi á fiski, sum verður fluttur. 5) Móttakari av fiskinum: a) nummar á lívfiskastøð á landi. b) nummar á lívfiskastøð á sjónum. c) nummar á smoltstøð á landi. d) nummar á smoltstøð á vøtnum. e) nummar á alistøð á landi. f) nummar á alistøð á sjónum. g) nummar á sláturvirki, ella h) nummar á virkinum, sum tekur ímóti fiski til burturbeining. E. Tá fiskur sleppur, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting. 2) Tal á fiski, sum er sloppin. 3) Miðalvekt á slopnum fiski. 4) Biomassi á slopnum fiski. 5) Orsøkin til, at fiskur er sloppin. F. Í sambandi við lúsateljingar skal hetta verða skrásett (bert galdandi fyri fisk, sum verður aldur í innpumpaðum sjógvi): 1) Dagfesting. 2) Tal á fiski, sum teljingin fevnir um. 3) Fyri hvønn einstakan fisk, sum teljingin fevnir um, skal hetta verða skrásett: a) slag av lús, b) tal av vaksnum kvenn lýs, c) tal av vaksnum kall lýs, d) tal av lýs, sum røra seg (præadulte I-II), e) tal av lýs, sum sita fastar (chalimus I-IV). G. Tá tekin eru um sjúku ella økt felli, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting. 2) Sjúkutekin. 3) Sjúkuavgerð (diagnosa). 4) Hvør hevur tikið sjúkuavgerðina: a) djóralæknin hjá alistøðini og/ella b) Heilsufrøðiliga starvsstovan 5) Er talan um sjúku, sum skal fráboðast, skal hetta verða skrásett: a) dagfesting, tá illgruna fekkst um sjúkuna, og b) dagfesting, tá djóralæknin hjá alistøðini varð boðsendur, og/ella c) dagfesting, tá Heilsufrøðiliga starvsstovan varð boðsend. H. Tá viðgjørt verður við heilivági ella koppingarevni, skal hetta verða skrásett: 1) Dagur, tá viðgerðin byrjar. 2) Dagur, tá viðgerðin endar. 3) Orsøk/sjúkuavgerð (diagnosa). 4) Navn á heilivági ella koppingarevni. 5) Skamtur. 6) Batch nummar. I. Dagliga skrásetting av vatngóðsku í hvørjari fiskaeind á lívfiskastøðini: 1) Alianlegg á landi við vatni: a) dagfesting, b) ilt (O2), c) koltvíilta (CO2), d) pH, e) vatnhiti, f) vatngjøgnumrák. 2) Alianlegg á landi við innpumpaðum sjógvi: a) dagfesting, b) ilt (O2), c) koltvíilta (CO2), d) salinitetur, e) vatnhiti, f) vatngjøgnumrák. J. Tá deyður fiskur og fiskaslógv verður heintað á lívfiskastøð: 1) Dagfesting. 2) Nøgd (kg.). 3) Nummar á virkinum, sum tekur ímóti deyða fiskinum og fiskaslógvinum. II. Lívfiskastøðir á sjónum Rakstrardagbøkur fyri aling av lívfiski á lívfiskastøðum á sjónum skulu hava hesar upplýsingar fyri hvørja fiskaeind sær: A. Hesar upplýsingar skulu verða skrásettar, tá fiskur verður settur í fiskaeindina: 1. Nummar á lívfiskastøðini. 2. Nummar á rakstrareindini ella lívfiskaøkinum. 3. Nummar á fiskaeindini. 4. Rúmmál á fiskaeindini. 5. Innsetanardagur. 6. Fiskaslag. 7. Innsett fiskanøgd. 8. Miðalvekt á fiski, tá innseting fer fram. 9. Biomassi, tá innseting fer fram. 10. Upprunin á innsettum fiski: a) nummar á lívfiskastøð ella b) er talan um innanhýsis flutning: nummar á fiskaeindini. B. Dagliga skráseting av: 1. Dagfesting. 2. Tal á livandi fiski, tá dagur endar. 3. Miðalvekt á livandi fiski, tá dagur endar. 4. Biomassi á livandi fiski, tá dagur endar. 5. Dagligt tal á deyðum fiski. 6. Miðalvekt á deyðum fiski. 7. Biomassi á deyðum fiski. 8. Fóðurnýtslu. 9. Slag av fóðri. C. Tá fiskur verður fluttur innanhýsis til eina aðra fiskaeind á lívfiskastøðini, skal hetta verða skrásett: 1. Dagfesting. 2. Tal á fiski, sum verður fluttur. 3. Miðalvekt á fiski, sum verður fluttur. 4. Biomassi á fiski, sum verður fluttur. 5. Nummar á fiskaeindini, hagar fiskurin verður fluttur. D. Tá fiskur verður fluttur til eitt annað alibrúk, sláturvirki ella til burturbeining, skal hetta verða skrásett: 1. Dagfesting. 2. Tal á fiski, sum verður fluttur. 3. Miðalvekt á fiski, sum verður fluttur. 4. Biomassi á fiski, sum verður fluttur. 5. Móttakari av fiski: a) nummar á lívfiskastøð á landi, b) nummar á sláturvirki ella c) nummar á virkinum, sum tekur ímóti fiski til burturbeining. E. Tá fiskur sleppur, skal hetta verða skrásett: 1. Dagfesting. 2. Tal á fiski, sum er sloppin. 3. Miðalvekt á slopnum fiski. 4. Biomassi á slopnum fiski. 5. Orsøkin til, at fiskur er sloppin. F. Í sambandi við lúsateljingar skal hetta verða skrásett: 1. Dagfesting. 2. Tal á fiski, sum teljingin fevnir um. 3. Fyri hvønn einstakan fisk, sum teljingin fevnir um, skal hetta verða skrásett: a) slag av lús, b) tal av vaksnum kvenn lýs, c) tal av vaksnum kall lýs, d) tal av lýs, sum røra seg (præadulte I-II), e) tal av lýs, sum sita fastar (chalimus I-IV). G. Tá tekin eru um sjúku ella økt felli, skal hetta verða skrásett: 1. Dagfesting. 2. Sjúkutekin. 3. Sjúkuavgerð (diagnosa). 4. Hvør hevur tikið sjúkuavgerðina: a) djóralæknin, sum hevur eftirlit við alistøðini og/ella b) Heilsufrøðiliga starvsstovan. 5. Er talan um sjúku, sum skal fráboðast, skal hetta verða skrásett: a) dagfesting, tá man fekk illgruna um sjúkuna, og b) dagfesting, tá djóralækni varð boðsendur, og/ella c) dagfesting, tá Heilsufrøðiliga starvsstovan varð boðsend. H. Tá viðgjørt verður við heilivági ella koppingarevni, skal hetta verða skrásett: 1. Dagur, tá viðgerðin byrjar. 2. Dagur, tá viðgerðin endar. 3. Orsøk/sjúkuavgerð (diagnosa). 4. Navn á heilivági ella koppingarevni. 5. Skamtur. 6. Batch nummar. I. Dagliga skrásetting av vatngóðsku í hvørjari rakstrareind ella lívfiskaøki: 1. Flótandi alianlegg á sjónum: a) dagfesting, b) ilt (O2), c) vatnhiti. J. Tá deyður fiskur og fiskaslógv verða heintað á lívfiskastøð: 1. Dagfesting. 2. Nøgd (kg.). 3. Nummar á virki, sum tekur ímóti deyðum fiski og fiskaslógvi. III. Smoltstøðir á landi Rakstrardagbøkur fyri aling av matfiski á smoltstøðum á landi skulu hava hesar upplýsingar fyri hvørja fiskaeind sær: A. Hesar upplýsingar skulu verða skrásettar, tá fiskur verður settur í fiskaeindina: 1) Nummar á smoltstøðini. 2) Nummar á rakstrareindini. 3) Nummar á fiskaeindini. 4) Rúmmál á fiskaeindini. 5) Innsetanardagur. 6) Fiskaslag. 7) Innsett fiskanøgd. 8) Miðalvekt á fiski, tá innseting fer fram. 9) Biomassi, tá innseting fer fram. 10) Upprunin á innsetta fiskinum: a) nummar á lívfiskastøð ella b) er talan um innanhýsis flutning: nummar á fiskaeindini. B. Dagliga skráseting av: 1) Dagfesting. 2) Tal á livandi fiski, tá dagur endar. 3) Miðalvekt á livandi fiski, tá dagur endar. 4) Biomassa á livandi fiski, tá dagur endar. 5) Tal á deyðum fiski. 6) Miðalvekt á deyðum fiski. 7) Biomassa á deyðum fiski. 8) Fóðurnýtslu. 9) Slag av fóðri. C. Tá fiskur verður fluttur innanhýsis til eina aðra fiskaeind á smoltstøðini, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting. 2) Tal á fiski, sum verður fluttur. 3) Miðalvekt á fiski, sum verður fluttur. 4) Biomassi á fiski, sum verður fluttur. 5) Nummar á fiskaeindini, hagar fiskurin verður fluttur til. D. Tá fiskur verður fluttur til eitt annað alibrúk ella til burturbeining, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting. 2) Tal á fiski, sum verður fluttur. 3) Miðalvekt á fiski, sum verður fluttur. 4) Biomassi á fiski, sum verður fluttur. 5) Móttakari av fiskinum: a) nummar á smoltstøð á vatni, b) nummar á alistøð á landi, c) nummar á alistøð á sjónum, d) nummar á sláturvirki ella e) nummar á virkinum, sum tekur ímóti fiski til burturbeining. E. Tá fiskur verður settur í vatn/á/sjógv skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting. 2) Tal á fiski, sum verður fluttur. 3) Miðalvekt á fiski, sum verður fluttur. 4) Biomassi á fiski, sum verður fluttur. 5) Navn á staðnum, hagar fiskur verður fluttur í vatn/á/sjógv. F. Tá fiskur sleppur, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting. 2) Tal á fiski, sum er sloppin. 3) Miðalvekt á slopnum fiski. 4) Biomassi á slopnum fiski. 5) Orsøkin til, at fiskur er sloppin. G. Tá tekin eru um sjúku ella økt felli, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting. 2) Sjúkutekin. 3) Sjúkuavgerð (diagnosa). 4) Hvør hevur tikið sjúkuavgerðina: a) djóralæknin, sum hevur eftirlit við alistøðini og/ella b) Heilsufrøðiliga starvsstovan 5) Er talan um sjúku, sum skal fráboðast, skal hetta verða skrásett: a) dagfesting, tá man fekk illgruna um sjúkuna, og b) dagfesting, tá og tá djóralæknin, sum hevur eftirlit við alistøðini, varð boðbendur og/ella c) dagfesting, tá Heilsufrøðiliga starvsstovan varð boðsend. H. Tá viðgjørt verður við heilivági ella koppingarevni, skal hetta verða skrásett: 1) Dagur, tá viðgerðin byrjar. 2) Dagur, tá viðgerðin endar. 3) Orsøk/sjúkuavgerð (diagnosa). 4) Navn á heilivági ella koppingarevni. 5) Skamtur. 6) Batch nummar. I. Dagliga skráseting av vatngóðsku í hvørjari fiskaeind á smoltstøðini: 1) Landbaserað alianlegg við vatni: a) dagfesting, b) ilt (O2), c) koltvíilta (CO2), d) pH, e) vatnhiti, f) vatngjøgnumrák. 2) Landbaserað anlegg við resirkulering: a) nitrat (NO3-), b) nitrit (NO2-), c) ammonium (NH4+), d) amoniak (NH3). J. Tá deyður fiskur og fiskaslógv verður heintað á lívfiskastøð: 1) Dagfesting. 2) Nøgd (kg.). 3) Nummar á virki, sum tekur ímóti deyðum fiski og fiskaslógvi. IV. Smoltstøðir á vatni Rakstrardagbøkur fyri aling av matfiski á smoltstøðum á vatni skulu hava hesar upplýsingar fyri hvørja fiskaeind sær: A. Hesar upplýsingar skulu verða skrásettar, tá fiskur verður settur í fiskaeindina: 1) Nummar á smoltstøðini. 2) Nummar á rakstrareindini ella smoltøkinum. 3) Nummar á fiskaeindini. 4) Rúmmál á fiskaeindini. 5) Innsetanardagur. 6) Fiskaslag. 7) Innsett fiskanøgd. 8) Miðalvekt á fiski, tá innseting fer fram. 9) Biomassi, tá innseting fer fram. 10) Upprunin á innsetta fiskinum: a) nummar á lívfiskastøð á landi, b) nummar á smoltstøð á landi ella c) er talan um innanhýsis flutning: nummar á fiskaeindini. B. Dagliga skráseting av: 1) Dagfesting. 2) Tal á livandi fiski, tá dagur endar. 3) Miðalvekt á livandi fiski, tá dagur endar. 4) Biomassa á livandi fiski, tá dagur endar. 5) Tal á deyðum fiski. 6) Miðalvekt á deyðum fiski. 7) Biomassa á deyðum fiski. 8) Dagligari fóðurnýtslu. 9) Slag av fóðri. C. Tá fiskur verður fluttur innanhýsis til eina aðra fiskaeind á smoltstøðini, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting. 2) Tal á fiski, sum verður fluttur. 3) Miðalvekt á fiski, sum verður fluttur. 4) Biomassi á fiski, sum verður fluttur. 5) Nummar á fiskaeindini, hagar fiskurin verður fluttur. D. Tá fiskur verður fluttur til eitt annað alibrúk, sláturvirki ella til burturbeining, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting. 2) Tal á fiski, sum verður fluttur. 3) Miðalvekt á fiski, sum verður fluttur. 4) Biomassi á fiski, sum verður fluttur. 5) Móttakari av fiskinum: a) nummar á alistøð á landi ella b) nummar á alistøð á sjónum, c) nummar á sláturvirki ella d) nummar á virki, sum tekur ímóti fiskinum til burturbeining. E. Tá fiskur sleppur, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting. 2) Tal á fiski, sum er sloppin. 3) Miðalvekt á slopnum fiski. 4) Biomassi á slopnum fiskinum. 5) Orsøkin til, at fiskur er sloppin. F. Tá tekin eru um sjúku ella økt felli, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting. 2) Sjúkutekin. 3) Sjúkuavgerð (diagnosa). 4) Hvør hevur tikið sjúkuavgerðina: a) djóralæknin, sum hevur eftirlit við alistøðini og/ella b) Heilsufrøðiliga starvsstovan 5) Er talan um sjúku, sum skal fráboðast, skal hetta verða skrásett: a) dagfesting, tá man fekk illgruna um sjúkuna og b) dagfesting, tá djóralæknin, sum hevur eftirlit við alistøðini, varð boðsendur og/ella c) dagfesting, tá Heilsufrøðiliga starvsstovan varð boðsend. G. Tá viðgjørt verður við heilivági ella koppingarevni, skal hetta verða skrásett: 1) Dagur, tá viðgerðin byrjar. 2) Dagur, tá viðgerðin endar. 3) Orsøk/sjúkuavgerð (diagnosa). 4) Navn á heilivági ella koppingarevni. 5) Skamtur. 6) Batch nummar. H. Dagliga skrásetting av vatngóðsku í hvørjari rakstrareind ella smoltøki: 1) Flótandi alianlegg á vøtnum: a) dagfesting, b) ilt (O2), c) pH, d) vatnhiti, I. Tá deyður fiskur og fiskaslógv verður heintað á lívfiskastøð: 1) Dagfesting. 2) Nøgd (kg.). 3) Nummar á virki, sum tekur ímóti deyðum fiski og fiskaslógvi. V. Alistøðir á landi Rakstrardagbøkur fyri aling av matfiski á alistøðum á landi skulu hava hesar upplýsingar fyri hvørja fiskaeind sær: A. Hesar upplýsingar skulu verða skrásettar, tá fiskur verður settur í fiskaeindina: 1) Nummar á alistøðini. 2) Nummar á rakstrareindini. 3) Nummar á fiskaeindini. 4) Rúmd á fiskaeindini. 5) Innsetanardagur. 6) Fiskaslag. 7) Innsett fiskanøgd. 8) Miðalvekt á fiski, tá innseting fer fram. 9) Biomassi, tá innseting fer fram. 10) Uppruni á innsetta fiskinum: a) nummar á lívfiskastøðini, b) nummar á smoltstøðini á landi, c) nummar á smoltstøðini á vatni ella d) er talan um innanhýsis flutning: nummar á fiskaeindini. B. Dagliga skráseting av: 1) Dagfesting. 2) Tal á livandi fiski, tá dagur endar. 3) Miðalvekt á livandi fiski, tá dagur endar. 4) Biomassa á livandi fiski, tá dagur endar. 5) Dagligt tal á deyðum fiski. 6) Miðalvekt á deyðum fiski. 7) Biomassa á deyðum fiski. 8) Fóðurnýtslu. 9) Slag av fóðri. C. Tá fiskur verður fluttur innanhýsis til eina aðra fiskaeind á alistøðin, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting. 2) Tal á fiski, sum verður fluttur. 3) Miðalvekt á fiski, sum verður fluttur. 4) Biomassi á fiski, sum verður fluttur. 5) Nummar á fiskaeindini, hagar fiskurin verður fluttur. D. Tá fiskur verður fluttur til eitt annað alibrúk, sláturvirki ella til burturbeining, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting. 2) Tal á fiski, sum verður fluttur. 3) Miðalvekt á fiski, sum verður fluttur. 4) Biomassi á fiski, sum verður fluttur. 5) Móttakari av fiskinum: a) nummar á alistøðini á sjónum, b) nummar á sláturvirkinum ella c) nummar á virkinum, sum tekur ímóti fiski til burturbeining. E. Tá fiskur verður settur í vatn/á/sjógv, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting. 2) Tal á fiski, sum verður fluttur. 3) Miðalvekt á fiski, sum verður fluttur. 4) Biomassi á fiski, sum verður fluttur. 5) Navn á staðnum, har fiskurin verður settur í vatn/á/sjógv. F. Tá fiskur sleppur, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting. 2) Tal á fiski, sum er sloppin. 3) Miðalvekt á slopnum fiski. 4) Biomassi á slopnum fiskinum. 5) Orsøkin til, at fiskur er sloppin. G. Í sambandi við lúsateljingar skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting. 2) Tal á fiski, sum teljingin fevnir um. 3) Fyri hvønn einstakan fisk, sum teljingin fevnir um, skal hetta verða skrásett: a) slag av lús, b) tal av vaksnum kvenn lýs, c) tal av vaksnum kall lýs, d) tal av lýs, sum røra seg (præadulte I-II), e) tal av lýs, sum sita fastar (chalimus I-IV). H. Tá tekin eru um sjúku ella økt felli, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting. 2) Sjúkutekin. 3) Sjúkuavgerð (diagnosa). 4) Hvør hevur tikið sjúkuavgerðina: a) djóralæknin, sum hevur eftirlit við alistøðini og/ella b) Heilsufrøðiliga starvsstovan 5) Er talan um sjúku, sum skal fráboðast, skal hetta verða skrásett: a) dagfesting, tá man fekk illgruna um sjúkuna og b) dagfesting, tá djóralæknin, sum hevur eftirlit við alistøðini, varð boðsendur og/ella c) dagfesting, tá Heilsufrøðiliga starvsstovan varð boðsend. I. Tá viðgjørt verður við heilivági ella koppingarevni, skal hetta verða skrásett: 1) Dagur, tá viðgerðin byrjar. 2) Dagur, tá viðgerðin endar. 3) Orsøk/sjúkuavgerð (diagnosa). 4) Navn á heilivági ella koppingarevni. 5) Skamtur. 6) Batch nummar. J. Dagliga skráseting av vatngóðsku í hvørjari fiskaeind á alistøðini: 1) Landbaserað alianlegg við innpumpaðum sjógvi: a) dagfesting, b) ilt (O2), c) koltvíilta (CO2), d) salinitetur, e) vatnhiti, f) vatngjøgnumrák (gennemstrømning). 2) Landbaserað alianlegg við resirkulering: a) nitrat (NO3-), b) nitrit (NO2-), c) ammonium (NH4+), d) amoniak (NH3). K. Tá deyður fiskur og fiskaslógv verður heintað á lívfiskastøð: 1) Dagfesting. 2) Nøgd (kg.). 3) Nummar á virkinum, sum tekur ímóti deyðum fiski og fiskaslógvi. VI. Alistøðir á sjónum Rakstrardagbøkur fyri aling av matfiski á alistøðum á sjónum skulu hava hesar upplýsingar fyri hvørja fiskaeind sær: A. Hesar upplýsingar skulu verða skrásettar, tá fiskur verður settur í fiskaeindina: 1) Nummar á alistøðini. 2) Nummar á rakstrareindini ella aliøkinum. 3) Nummar á fiskaeindini. 4) Rúmmál á fiskaeindini. 5) Innsetanardagur. 6) Fiskaslag. 7) Innsett fiskanøgd. 8) Miðalvekt á fiski, tá innseting fer fram. 9) Biomassi, tá innseting fer fram. 10) Upprunin á innsetta fiskinum: a) nummar á lívfiskastøðini á landi, b) nummar á smoltstøðini á landi, c) nummar á smoltstøðini á vatni, d) nummar á alistøðini á landi, ella e) er talan um innanhýsis flutning: nummar á fiskaeindini. B. Dagliga skráseting av: 1) Dagfesting. 2) Tal á livandi fiski, tá dagur endar. 3) Miðalvekt á livandi fiski, tá dagur endar. 4) Biomassa á livandi fiski, tá dagur endar. 5) Tal á deyðum fiski. 6) Miðalvekt á deyðum fiski. 7) Biomassa á deyðum fiski. 8) Fóðurnýtslu. 9) Slag av fóðri. C. Tá fiskur verður fluttur innanhýsis til eina aðra fiskaeind á alistøðini, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting. 2) Tal á fiski, sum verður fluttur. 3) Miðalvekt á fiski, sum verður fluttur. 4) Biomassi á fiski, sum verður fluttur. 5) Nummar á fiskaeindini, hagar fiskurin verður fluttur. D. Tá fiskur verður fluttur til sláturvirki ella til burturbeining, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting. 2) Tal á fiski, sum verður fluttur. 3) Miðalvekt á fiski, sum verður fluttur. 4) Biomassi á fiski, sum verður fluttur. 5) Móttakari av fiskinum: a) nummar á sláturvirkinum ella b) nummar á virki, sum tekur ímóti fiskinum til burturbeining. E. Tá fiskur sleppur, skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting. 2) Tal á fiski, sum er sloppin. 3) Miðalvekt á slopnum fiski. 4) Biomassi á slopnum fiski. 5) Orsøkin til, at fiskur er sloppin. F. Í sambandi við lúsateljingar skal hetta verða skrásett: 1) Dagfesting. 2) Tal á fiski, sum teljingin fevnir um. 3) Fyri hvønn einstakan fisk, sum teljingin fevnir um, skal verða skrásett: a) slag av lús, b) tal av vaksnum kvenn lýs, c) tal av av vaksnum kall lýs, d) tal av lýs, sum røra seg (præadulte I-II), e) tal av lýs, sum sita fastar (chalimus I-IV). G. Tá tekin eru um sjúku ella økt felli, skal verða skrásett: 1) Dagfesting. 2) Sjúkutekin. 3) Sjúkuavgerð (diagnosa). 4) Hvør hevur tikið sjúkuavgerðina: a) djóralæknin, sum hevur eftirlit við alistøðini og/ella b) Heilsufrøðiliga starvsstovan 5) Er talan um sjúku, sum skal fráboðast, skal hetta verða skrásett: a) dagfesting, tá man fekk illgruna um sjúkuna og b) dagfesting, tá djóralæknin, sum hevur eftirlit við alistøðini, varð boðsendur og/ella c) dagfesting, tá Heilsufrøðiliga starvsstovan varð boðsend. H. Tá viðgjørt verður við heilivági ella koppingarevni, skal hetta verða skrásett: 1) Dagur, tá viðgerðin byrjar. 2) Dagur, tá viðgerðin endar. 3) Orsøk/sjúkuavgerð (diagnosa). 4) Navn á heilivági ella koppingarevni. 5) Skamtur. 6) Batch nummar. I. Dagliga skráseting av vatngóðsku í hvørjum aliøki: 1) Flótandi alianlegg á sjónum: a) dagfesting, b) ilt (O2), c) vatnhiti. J. Tá deyður fiskur og fiskaslógv verður heintað á lívfiskastøð: 1) Dagfesting. 2) Nøgd (kg.). 3) Nummar á virkinum, sum tekur ímóti deyðum fiski og fiskaslógvi. 1) Broytt við kunngerð nr. 176 frá 29. desember 2017, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2018.” 2) Broytt við kunngerð nr. 111 frá 19. november 2012. 3) Broytt við kunngerð nr. 138 frá 9. november 2009. 4) Broytt við kunngerð nr. 78 frá 17. juni 2010. 5) Broytt við kunngerð nr. 85 frá 25. juni 2018. 6) Broytt við kunngerð nr. 142 frá 17. oktober 2018.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
broyting í kunngerð um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum · innanhýsis
Áður galdandi · 17. oktober 2018
Broytingar
broyting í kunngerð um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum · innanhýsis
Áður galdandi · 25. juni 2018
Broytingar
broyting í kunngerð um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum · innanhýsis
Áður galdandi · 29. desember 2017
Broytingar
broyting í kunngerð um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum · innanhýsis
Áður galdandi · 19. november 2012
Broytingar
broyting í kunngerð um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum · innanhýsis
Áður galdandi · 17. juni 2010
Broytingar
broyting í kunngerð um sjúkufyribyrgjandi rakstur í alibrúkum · innanhýsis
Áður galdandi · 9. november 2009
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙