Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Innihald

§ 1Kunngerðin fevnir um stovnseting, staðseting, innrætting, rakstur og vanlig sjúkufyribyrgjandi…§ 2Í hesi kunngerð merkir§ 3Føroyar verða deildar upp í hesar alifirðir§ 4Alistøðir, sum eru fevndar av § 1, skulu, innan stovnseting og innan tær verða tiknar í nýtslu,…§ 5Góðkenning av alistøð verður í mesta lagi givin fyri 5 ár. Góðkenningin kan verða longd§ 6Góðkenning av alistøð kann verða treytað av, at brúkið ásetir munagóð fyrivarni móti spjaðing av…§ 7Um eigaraskifti fer fram, ella virksemi á alistøð heldur uppat, skal skrivligt boð verða sent…§ 8Munandi broytingar á einari alistøð (t.d. av bygningum, plasering ella á støðini sjálvari) á…§ 9Frástøðan millum verandi alibrúk og verandi virki, sum hava við alifisk at gera, skal vera§ 10Flótandi alianlegg skal haldast inni á aliøkinum hjá avvarandi alistøð§ 11Alistøðir skulu vera merktar við nummarinum á alistøðini (loyvisnummari) við inngongdina til støðina§ 12Bygningar, høli og uttandurða øki, sum hoyra til alistøðir, skulu verða innrættað soleiðis, at…§ 13Alistøðir skulu hava hesar bygningar, høli og/ella hentleikar§ 14Alistøðir skulu hava nóg mikið av útgerð til maling, ensilering og fyribils goymslu av deyðum…§ 15Alistøðir á landi skulu, afturat bygningum, hølum og hentleikum, nevnd eru í § 13, eisini ráða…§ 16Alistøðir á sjónum skulu hava eina landstøð við bygningum, hølum og hentleikum, nevnd eru í § 13…§ 17Heilsufrøðiliga starvsstovan kann seta krav um broytingar, viðlíkahald og umvælingar av…§ 18Eigarin av einari alistøð hevur ábyrgdina av, at ein leypandi tvey ára rakstrarætlan verður løgd…§ 19Rakstrarætlanir fyri aliøki innanfyri sama alifjørð, sbr. § 3, skulu samskipast og góðkennast…§ 20Eigarin av einari alistøð skal gera eina tilbúgvingarætlan, sum skal fevna um eina nágreiniliga…§ 21Eigarin av alistøð hevur ábyrgdina av, at rakstrardagbók verður skrivað. Rakstrardagbókin skal…§ 22Rakstrardagbøkur hjá alistøðum skulu hava hesar upplýsingar fyri hvørt aliøki og hvørja fiskaeind…§ 23Eigarin av alistøð hevur ábyrgdina av, at Heilsufrøðiliga starvsstovan verður kunnað um støðuna á…§ 24Starvsfólk, servicefólk og onnur á alistøðini skulu verða í reinum klæðum og fótbúnaði, sum skulu…§ 25Flutningur av livandi fiski, deyðum fiski og aliútgerð til og frá alistøð skal fara fram sambært…§ 26Bert fiskur av sama árgangi kann verða settur út á aliøki í sama alifjørði, sbr. § 3§ 27Alistøðir mugu bert verða nýttar til aling av fiski til matna (slátur). Livandi fiskur, rogn og…§ 28Fiskatættleikin á alistøðum á sjónum skal í mesta lagi vera§ 29Deyður fiskur skal verða tikin upp dagliga og, um neyðugt, oftari, um ikki veður og vindur forða…§ 30Tá fiskur sleppur, ella illgruni er um, at fiskur er sloppin, skal eigarin av alistøðini alt fyri…§ 31Um veður og vindur loyva tí, skulu alieindir hava fuglanet ella tílíkt, ið forðar fugli at koma…§ 32Ikki er loyvt at nýta alifisk ella partar av alifiski sum fóður til alifisk§ 33Blóðging og kryvjing av fiski má bert fara fram á góðkendum virki§ 34Verður heilivágur nýttur, skal skelti á viðkomandi fiskaeind boða frá hesum. Skeltingin skal vera…§ 35Alistøðir, íroknað landstøð, ali- og fóðurbátar, fóðurflakar og onnur aliútgerð, skulu dagliga…§ 36Rakstraratskildar deildar á alistøðum á landi skulu brakkleggjast í minsta lagi 14 dagar eftir,…§ 37Alistøðir á sjónum skulu liggja brakk minst 2 mánaðir eftir, at fiskur er útslaktaður og útgerðin…§ 38Reingerð og sóttreinsing av alistøðum skal fara fram eftir leiðbeining av Heilsufrøðiligu…§ 39Lúsateljingar skulu gerast eftir nærri ásettum reglum og leiðbeining frá Heilsufrøðiligu…§ 40Alistøðir skulu vera undir regluligum veterinerum heilsueftirliti§ 41Ikki er loyvt at fiska á aliøkjunum, nevnd eru í § 2, 6. pkt§ 42Eigarin av alibrúki ella virksemi, sum hevur við alifisk at gera, skal, uttan at tað kostar tí…§ 43Tað almenna gevur ikki endurgjald fyri útreiðslur, sum alibrúk ella virksemi, sum hevur við…§ 44Avgerð tikin av Heilsufrøðiligu starvsstovuni sambært hesi kunngerð kann kærast til…§ 45Við bót verður tann revsaður, sum§ 46Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Lógtekstur

23. desember 2003 Nr. 131

Kunngerð um sjúkufyribyrgjandi rakstur á alistøðum, sum broytt við kunngerð nr. 115 frá 6. oktober 2005

Við heimild í §§ 9-10, § 12, stk. 1, §§ 13-14, § 19, stk. 1 og 3, § 20, stk. 1, §§ 26-27, § 38, stk. 1, § 38a, § 39, stk. 1, § 40, stk. 1, § 41, § 42, stk. 1 og § 48, stk. 2-3 í Ll. nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur (um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum) verður ásett:

Øki og allýsingar

§ 1 Kunngerðin fevnir um stovnseting, staðseting, innrætting, rakstur og vanlig sjúkufyribyrgjandi…

Kunngerðin fevnir um stovnseting, staðseting, innrætting, rakstur og vanlig sjúkufyribyrgjandi tiltøk á alistøðum o.ø.

§ 2 Í hesi kunngerð merkir

Í hesi kunngerð merkir: 1) Alifiskur: fiskur og onnur akvakulturdýr, sum verða ald í fangilsi og dýr av somu sløgum, sum liva vill. 2) Alistøð: alibrúk, har alifiskur ætlaður til matna verður aldur í ringi, búri ella tílíkum á sjónum ella í kari, tanga ella tílíkum í innpumpaðum sjógvi á landi. 3) Alistøð á landi: alistøð, har sláturfiskur verður aldur í afturlatnum alianleggi (tanga, kari ella tílíkum) við innpumpaðum sjógvi. 4) Alistøð á sjónum: alistøð, har sláturfiskur verður aldur í opnum alianleggi (ringi, búrði ella tílíkum) á sjónum (havbrúk). 5) Alifjørður: ein fjørður, ein vík, eitt sund ella eitt annað avmarkað sjóøki, har ein ella fleiri alistøðir á sjónum hava loyvi til at ala matfisk, sbr. § 3. 6) Aliøki: eitt avmarkað øki á einum alifjørði, har ein alistøð á sjónum, í tráð við aliloyvið, hevur loyvi til at leggja flótandi alianlegg til aling av matfiski. 7) Landstøð: havnaøki, sum verður nýtt av eini alistøð á sjónum, 8) Flótandi alianlegg: aliringar, alibúður, fóðurflakar og tílíkt, sum verður brúkt til fiskaaling. 9) Fiskaeind: fiskur í einum aliringi, alibúrði, tanga, kari ella tílíkum. 10) Fiskaárgangur: til sama árgang av fiski hoyrir fiskur, sum er fluttur frá smoltstøð til alistøð í einum tíðarskeiði, sum ikki má vera longri enn 8 mánaðir. 11) Eigari: tann, sum hevur loyvi til viðkomandi alibrúk eller ábyrgdarhavandi fyri rakstrinum á viðkomandi alibrúki. 12) Virki, sum hevur við alifisk at gera: blóðgi- og kryvjivirkir, góðskingarvirkir, fiskavirkir, sum virka alifisk, nótavaskivirkir og tílík. Alifirðir

§ 3 Føroyar verða deildar upp í hesar alifirðir

Føroyar verða deildar upp í hesar alifirðir: 1) Viðvík 2) Hvannasund Suður – Hvannasund sunnanfyri sambandið millum Viðoy og Borðoy 3) Hvannasund Norður – Hvannasund norðanfyri sambandið millum Viðoy og Borðoy 4) Árnafjarðarvík 5) Borðoyarvík 6) Haraldsund Suður – Haraldsund sunnanfyri sambandið millum Borðoy og Kunoy 7) Haraldsund Norður – Haraldsund norðanfyri sambandið millum Borðoy og Kunoy 8) Funningsfjørður 9) Oyndarfjørður 10) Fuglafjørður 11) Gøtuvík 12) Lambavík 13) Skálafjørður 14) Sundini Norður – Sundini norðanfyri sambandið millum Eysturoy og Streymoy 15) Sundini Suður – Sundini sunnanfyri sambandið millum Eysturoy og Streymoy 16) Kollafjørður 17) Kaldbaksfjørður 18) Nólsoyarfjørður 19) Hestfjørður 20) Vestmannahavn 21) Miðvágur-Sandavágur 22) Sørvágsfjørður 23) Trongisvágsfjørður og Øravík 24) Hovsfjørður 25) Vágsfjørður og Lopransfjørður. Stk. 2. 1) Føroyar verða býttar í hesar alifirðir, har loyvt er at ala á landi: 1) Kalsoyarfjørður 2) Leirvíksfjørður 3) Hvalbiarfjørður Stk. 3. 1) Øll aliøki, sum hoyra til eina alistøð á sjónum, skulu liggja í sama alifjørði. Stk. 4. 1) Frástøðan millum aliøki, sum liggja í ymiskum alifirðum, skal í minsta lagi vera 5 kilometrar. Góðkenning

§ 4 Alistøðir, sum eru fevndar av § 1, skulu, innan stovnseting og innan tær verða tiknar í nýtslu,…

Alistøðir, sum eru fevndar av § 1, skulu, innan stovnseting og innan tær verða tiknar í nýtslu, verða góðkendar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Stk. 2. Verandi alistøðir skulu, innan 3 mánaðir eftir, at kunngerðin er komin í gildi, søkja Heilsufrøðiligu starvsstovuna um góðkenning. Stk. 3. Umsókn um góðkenning av alistøð skal verða send Heilsufrøðiligu starvsstovuni við hesum upplýsingum: 1) navn eigarans, bústað og telefonnummar, 2) hvar alistøðin liggur, 3) tekning av, hvar alistøðin liggur og av bygningum og innrætting, 4) tekning av landstøðini hjá alistøðini – hvussu hon er innrættað, 5) tekning av aliøkinum hjá alistøðini 6) lýsing av tí virksemi, sum ætlanin er at hava á alibrúkinum, 7) upplýsing um, hvørji sløg av alifiski, virkið fevnir um.

§ 5 Góðkenning av alistøð verður í mesta lagi givin fyri 5 ár. Góðkenningin kan verða longd

Góðkenning av alistøð verður í mesta lagi givin fyri 5 ár. Góðkenningin kan verða longd. Stk. 2. Góðkenning kann verða noktað, um alistøð vil føra við sær ein munandi vanda fyri, at sjúka verður spreidd til verandi alistøðir ella til villan fisk.

§ 6 Góðkenning av alistøð kann verða treytað av, at brúkið ásetir munagóð fyrivarni móti spjaðing av…

Góðkenning av alistøð kann verða treytað av, at brúkið ásetir munagóð fyrivarni móti spjaðing av smittandi sjúku ella zoonosu.

§ 7 Um eigaraskifti fer fram, ella virksemi á alistøð heldur uppat, skal skrivligt boð verða sent…

Um eigaraskifti fer fram, ella virksemi á alistøð heldur uppat, skal skrivligt boð verða sent Heilsufrøðiligu starvsstovuni í seinasta lagi 1 viku eftir, at hetta er farið fram.

§ 8 Munandi broytingar á einari alistøð (t.d. av bygningum, plasering ella á støðini sjálvari) á…

Munandi broytingar á einari alistøð (t.d. av bygningum, plasering ella á støðini sjálvari) á landi ella á sjónum skulu góðkennast av Heilsufrøðiligu starvsstovuni frammanundan. Staðseting og innrætting

§ 9 Frástøðan millum verandi alibrúk og verandi virki, sum hava við alifisk at gera, skal vera

Frástøðan millum verandi alibrúk og verandi virki, sum hava við alifisk at gera, skal vera: 1) millum aliøki hoyrandi til ymiskar alistøðir í sama alifjørði: í minsta lagi 1 kilometur, 2) millum aliøki hoyrandi til ymiskar alistøðir í ymiskum aliøkjum: í minsta lagi 5 kilometrar, 3) millum aliøki og alistøðir á landi: í minsta lagi 1 kilometur 4) millum aliøki/alistøðir á landi og smoltstøðir: í minsta lagi 1 kilometur, 5) millum aliøki/alistøðir á landi og lívfiskastøðir á landi, sum bert nýta feskt vatn: í minsta lagi 1 kilometur, 6) millum aliøki/alistøðir á landi og lívfiskastøðir á landi, sum nýta innpumpaðan sjógv: í minsta lagi 5 kilometrar, 7) millum aliøki/alistøðir á landi og lívfiskastøðir á landi, sum nýta innpumpaðan sjógv, sum er sóttreinsaður: í minsta lagi 1 kilometur, 8) millum aliøki/alistøðir á landi og lívfiskastøðir á sjónum: í minsta lagi 5 kilometrar, 9) millum aliøki/alistøðir á landi og virki, sum hava við alifisk at gera: í minsta lagi 1 kilometur. Stk. 2. Verður farið undir nýggj alibrúk og virki, sum hava við alifisk at gera, skal frástøðan millum nýggj og verandi alibrúk og virki, sum hava við alifisk at gera, vera: 1) millum aliøki hoyrandi til ymiskar alistøðir í sama alifjørði: í minsta lagi 2,5 kilometrar, 2) millum aliøki hoyrandi til ymiskar alistøðir í ymiskum aliøkjum: í minsta lagi 5 kilometrar, 3) millum aliøki og alistøð á landi: í minsta lagi 2,5 kilometrar, 4) millum aliøki/alistøð á landi og smoltstøð: í minsta lagi 2,5 kilometrar, 5) millum aliøki/alistøð á landi og lívfiskastøð: í minsta lagi 10 kilometrar, 6) millum aliøki/alistøð á landi og virki, sum hevur við alifisk at gera: í minsta lagi 2,5 kilometrar. Stk. 3. Frástøðurnar í stk. 1-2 eru at rokna frá aliøki og/ella staði, har vatn verður pumpað inn úr sjónum ella latið út á sjógv. Stk. 4. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann gera frávik frá frástøðukrøvunum í stk. 1, um inn- og útpumpað vatn/sjógvur: 1) verður sílað ígjøgnum eitt filtur, sum er 0,2 mm ella minni, og 2) verður sóttreinsað eftir góðkendum hátti, sum í minsta lagi førir við sær innaktivering av Aeromonas salmonicida, subsp. salmonicida svarandi til 3 log10 (99,9%) eindir. Tað skal eisini vera víst ella, grundað á doseresponskurvar fyri IPN-virus, metast at vera sannlíkt, at Infektiøs laksaanæmi virus (ILA) innaktiverast samsvarandi. Stk. 5. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann gera frávik frá frástøðukrøvunum millum verandi aliøki og nýggjar alistøðir á landi, sum hava sama eigara, um so er, at inn- og útpumpað vatn/sjógvur verður filtrerað og sóttreinsað, sbr. stk. 4.

§ 10 Flótandi alianlegg skal haldast inni á aliøkinum hjá avvarandi alistøð

Flótandi alianlegg skal haldast inni á aliøkinum hjá avvarandi alistøð.

§ 11 Alistøðir skulu vera merktar við nummarinum á alistøðini (loyvisnummari) við inngongdina til støðina

Alistøðir skulu vera merktar við nummarinum á alistøðini (loyvisnummari) við inngongdina til støðina. Stk. 2. Flótandi alianlegg skulu vera merkt við loyvisnummari, nummari á aliøkinum og nummari á viðkomandi fiskaeind. Stk. 3. Numrini, nevnd eru í stk. 1-2 skulu vera skrivað við svørtum tølum/bókstavum á hvítari bakgrund og skulu vera løtt at lesa. Merkingin á flótandi alianleggi skal kunna síggjast í góðari frástøðu.

§ 12 Bygningar, høli og uttandurða øki, sum hoyra til alistøðir, skulu verða innrættað soleiðis, at…

Bygningar, høli og uttandurða øki, sum hoyra til alistøðir, skulu verða innrættað soleiðis, at týðiligur skilnaður er á reinum og óreinum økjum. Stk. 2. Bygningar og útgerð skulu verða gjørd og innrættað soleiðis, at reingerð og sóttreinsing kann fara fram á nøktandi hátt. Stk. 3. Gólv, veggir og loft í rúmum, sum verða nýtt til alifisk, úrdráttir úr alifiski, fóður og deyðan fisk, skulu vera vatntøtt og løtt at vaska. Rátt og óviðgjørt tilfar má ikki verða nýtt. Stk. 5. Vátrúm skulu hava heitt og kalt vatn. Gólvið í vátrúmi skal hava frárensl. Stk. 6. Bygningar og útgerð skulu vera væl hildin.

§ 13 Alistøðir skulu hava hesar bygningar, høli og/ella hentleikar

Alistøðir skulu hava hesar bygningar, høli og/ella hentleikar: 1) skrivstovuhøli, 2) vesi, 3) slúsurúm, 4) kanningarrúm ella kanningarpláss, 5) neyðug tøkni- og goymslurúm, 6) hentleikar til maling og goymslu av deyðum fiski. Stk. 2. Atgongd hjá starvsfólki, servicefólki og øðrum til alistøðir skal vera um slúsurúm, sbr. stk. 1, 3. pkt., við hondvaski og sóttreinsingarútgerð, og við klædnarúmi til arbejdsklæðir og fótbúnað. Stk. 3. Kanningarrúmið ella kanningaplássið, sbr. stk. 1, 4. pkt., sum er ætlað royndartøku og kanning av fiskaroyndum, skal verða innrættað við stálborðum við vaski og við køldum og heitum vatni. Frárensluvatn skal samlast upp og sóttreinsast, áðrenn tað verður leitt út.

§ 14 Alistøðir skulu hava nóg mikið av útgerð til maling, ensilering og fyribils goymslu av deyðum…

Alistøðir skulu hava nóg mikið av útgerð til maling, ensilering og fyribils goymslu av deyðum fiski. Dagskapasiteturin skal svara til 1 % av maksimala biomassanum, sum verður framleiddur á alistøðini í tráð við góðkendu rakstrarætlanina, sbr. § 18. Stk. 2. Um tað í tilbúgvingarætlanini, sbr. § 20, er gjørd avtala við góðkent virki um avheinting av deyðum fiski, í fall stórt felli verður, kann dagskapasiteturin, nevndur er í stk. 1, verða settur tilsvarandi niður. Dagskapasiteturin á landstøðini skal tó altíð í minsta lagi svara til 0,1 % av av maksimala biomassanum, sum verður framleiddur á alistøðini í tráð við góðkendu rakstrarætlanina, sbr. § 18. Stk. 2. Útgerðin, nevnd er í stk. 1, skal verða havd í høli ella á øki, sum skal vera háttað soleiðis: 1) undirlagið skal vera vatntætt, 2) alt vatn skal verða samlað upp og sóttreinsað í tráð við galdandi reglur á økinum, 3) økið skal vera vart móti óviðkomandi atgongd við gyrðing, 4) deyður fiskur skal vera havdur í afturlatnari og vatntættari byngju, 5) heinting av deyðum fiski skal kunna fara fram uttan at beinleiðis samband er millum alistøðina og lastbilin, sum kemur eftir deyða fiskinum.

§ 15 Alistøðir á landi skulu, afturat bygningum, hølum og hentleikum, nevnd eru í § 13, eisini ráða…

Alistøðir á landi skulu, afturat bygningum, hølum og hentleikum, nevnd eru í § 13, eisini ráða yvir bygningum, hølum ella uttandurðaøki til aling av fiski í tangum ella kørum. Stk. 2. Bygningar og uttandurðaøki á alistøðum á landi skulu være gyrd inni.

§ 16 Alistøðir á sjónum skulu hava eina landstøð við bygningum, hølum og hentleikum, nevnd eru í § 13…

Alistøðir á sjónum skulu hava eina landstøð við bygningum, hølum og hentleikum, nevnd eru í § 13 og serligt øki til: 1) móttøku, maling, ensilering og fyribils goymslu av deyðum fiski, sbr. § 14, 2) reingerð og sóttreinsing av aliútgerð og 3) goymslu av vaskaðari aliútgerð. Stk. 2. Um so er, at landstøðin og serligu økini, sbr. stk. 1, ikki kunnu leggjast beinleiðis við havnalagið hjá landstøðini, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan góðkenna eina aðra plasering so tætt við havnalagið sum gjørligt. Stk. 3. Flutningur av deyðum fiski frá alibáti til øki ella høli, har fiskurin verður malin og goymdur, skal fara fram í afturlatnum og vatntættum byngjum. Flutningur av aliútgerð millum landstøðina og økið, har aliútgerðin verður vaskað og goymd, skal fara fram eftir reglunum í § 25, stk. 2.

§ 17 Heilsufrøðiliga starvsstovan kann seta krav um broytingar, viðlíkahald og umvælingar av…

Heilsufrøðiliga starvsstovan kann seta krav um broytingar, viðlíkahald og umvælingar av bygningum, hølum, hentleikum og útgerð, sum ikki lúka krøvini í §§ 12-16. Stk. 2. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann geva verandi alistøðum eina tíðarfreist til at lúka krøvini í §§ 12-16. Rakstrarætlan

§ 18 Eigarin av einari alistøð hevur ábyrgdina av, at ein leypandi tvey ára rakstrarætlan verður løgd…

Eigarin av einari alistøð hevur ábyrgdina av, at ein leypandi tvey ára rakstrarætlan verður løgd fyri alistøðina. Ein dagførd rakstrarætlan skal í seinasta lagi 1. februar á hvørjum ári verða send Heilsufrøðiligu starvsstovuni til góðkenningar. Stk. 2. Rakstrarætlanin skal fyri hvørt aliøki sær hava hesar upplýsingar: 1) nummar á alistøðini, 2) nummar á aliøkinum, 3) tíðarskeið fyri útseting av fiski, 4) fiskanøgd, sum setast skal út, 5) fiskaslag, sum setast skal út, 6) upprunin á fiski, sum setast skal út, 7) nær ætlanin er at byrja slátur av fiski, 8) nær ætlanin er at enda slátur av fiski, 9) væntaðan mesta biomassa, 10) sláturvirki, har fiskurin skal slátrast, 11) nær brakklegging væntandi byrjar á viðkomandi aliøki, 12) nær brakklegging væntandi endar á viðkomandi aliøki. Stk. 3. Um so er, at broyting verður gjørd í rakstrarætlanini, skal hendan fráboðast Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Heilsufrøðiliga starvsstovan ger av, um broytingin krevur eina nýggja góðkenning av rakstrarætlanini.

§ 19 Rakstrarætlanir fyri aliøki innanfyri sama alifjørð, sbr. § 3, skulu samskipast og góðkennast…

Rakstrarætlanir fyri aliøki innanfyri sama alifjørð, sbr. § 3, skulu samskipast og góðkennast samlaðar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Tilbúgvingarætlan

§ 20 Eigarin av einari alistøð skal gera eina tilbúgvingarætlan, sum skal fevna um eina nágreiniliga…

Eigarin av einari alistøð skal gera eina tilbúgvingarætlan, sum skal fevna um eina nágreiniliga lýsing av teim tiltøkum, sum skulu setast í verk, fyri at sleppast kann undan, at smitta verður spreidd í sambandi við: 1) at fiskur sleppur, 2) sjúku hjá fiski, sum kann føra til stórt felli, 3) slátur av nógvum fiski uppá stutta tíð og 4) burturbeining av stórari fiskanøgd uppá stutta tíð. Stk. 2. Tilbúgvingarætlanin skal fevna um upplýsingar um fylgjandi: 1) organisatiónsdiagramm, 2) navn og bústað hjá starvsfólki og lýsing av arbeiði teirra, 3) navn og bústað hjá myndugleikum, virkjum og øðrum, sum í hesum føri skulu fráboðast. Stk. 3. Heilsufrøðiliga starvsstovan skal góðkenna tilbúgvingarætlanina í stk. 1. Stk. 4. Verða broytingar gjørdar í rakstrinum av alistøð, skal tilbúgvingarætlanin endurskoðast og góðkennast av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Rakstrardagbók

§ 21 Eigarin av alistøð hevur ábyrgdina av, at rakstrardagbók verður skrivað. Rakstrardagbókin skal…

Eigarin av alistøð hevur ábyrgdina av, at rakstrardagbók verður skrivað. Rakstrardagbókin skal verða goymd á alibrúkinum í minsta lagi í 5 ár. Stk. 2. Rakstrardagbókin skal vera Heilsufrøðiligu starvsstovuni og djóralæknanum hjá alibrúkinum tøk í sambandi við eftirlit á brúkinum. Stk. 3. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann krevja at fáa avrit av rakstrardagbókini.

§ 22 Rakstrardagbøkur hjá alistøðum skulu hava hesar upplýsingar fyri hvørt aliøki og hvørja fiskaeind…

Rakstrardagbøkur hjá alistøðum skulu hava hesar upplýsingar fyri hvørt aliøki og hvørja fiskaeind sær: 1) nummar á alistøðini, 2) nummar á aliøkinum, 3) nummar á fiskaeindini og typu, stødd (longd x breidd ella ummál) og dýpi á nótini, 4) útsetanardag, 5) fiskaslag, 6) útsetta fiskanøgd, 7) miðalvekt á fiski, tá hann verður útsettur, 8) biomassan, tá útseting fer fram, 9) upprunan á útsetta fiskinum, 10) dagliga skráseting av: a) dato, b) tal á livandi fiski, c) miðalvekt á livandi fiski, d) biomassa á livandi fiski, e) fóðurnýtsla, f) tal á deyðum fiski, g) miðalvekt á deyðum fiski og h) biomassa á deyðum fiski, 11) tá fiskur verður fluttur til ella frá fiskaeind til eina aðra fiskaeind, alistøð á sjónum eller til slátur, skal hetta verða skrásett: a) dato, b) tal á fiski, sum verður fluttur ella slátraður, c) miðalvekt á fiski, sum verður fluttur ella slátraður, d) biomassi á fiski, sum verður fluttur ella slátraður, e) nummar á: (i) fiskaeindini, hagar fiskurin verður fluttur frá og til, (ii) alistøð á sjónum, har fiskurin verður fluttur til ella (iii) sláturvirkinum, har fiskurin verður slátraður, 12) tá tekin eru um sjúku ella økt felli, skal hetta verða skrásett: a) dato, b) sjúkutekin, 13) tá viðgjørt verður við heilivági ella koppingarevni, skal hetta verða skrásett: a) dagur, tá viðgerðin byrjar, b) dagur, tá viðgerðin endar, c) orsøk/diagnosa, d) navn á heilivági ella koppingarevni, e) skamtur, 14) tá fiskur sleppur, skal hetta verða skrásett: a) dato, b) tal á fiski, sum er sloppin, c) miðalvekt á sloppnum fiski, d) biomassi á sloppnum fiskinum, e) orsøkin til, at fiskur er sloppin. Fráboðan

§ 23 Eigarin av alistøð hevur ábyrgdina av, at Heilsufrøðiliga starvsstovan verður kunnað um støðuna á…

Eigarin av alistøð hevur ábyrgdina av, at Heilsufrøðiliga starvsstovan verður kunnað um støðuna á alistøðini hvønn mánað. Hetta skal í seinasta lagi verða gjørt 1 viku eftir, at mánaðurin er farin. Stk. 2. Fráboðanin skal hava hesar upplýsingar fyri hvørt alibrúk og hvørja fiskaeind sær: 1) fráboðanartíðarskeið (mánaður), 2) nummar á alibrúkinum, 3) nummar á aliøkinum, 4) nummar á eindini, 5) fiskaslag, 6) aldur (nær fiskurin varð settur út), 7) tal á fiski, tá fráboðanartíðarskeiðið byrjaði, 8) tal á fiski, tá fráboðanartíðarskeiðið endaði, 9) tal á deyðum fiski í fráboðanartíðarskeiðinum, 10) tal á slátraðum fiski í fráboðanartíðarskeiðinum, 11) miðalvekt, tá fráboðanartíðarskeiðið endaði, 12) biomassi, tá fráboðanartíðarskeiðið endaði. Stk. 3. Fráboðanin skal hava hesar upplýsingar fyri hvørt alibrúk: 1) fráboðanartíðarskeið (mánaður), 2) samlaðan biomassa av deyðum fiski, sum er latin til burturbeining í fráboðanarskeiðinum 3) úrslitið av lúsateljingunum frá hvørjum aliøki, sbr. § 39. Stk. 4. Upplýsingar í stk. 2 og 3 skulu verða givnir á eitt fráboðanarskema, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan ger. Fráboðanin skal vera elektronisk. Rakstur

§ 24 Starvsfólk, servicefólk og onnur á alistøðini skulu verða í reinum klæðum og fótbúnaði, sum skulu…

Starvsfólk, servicefólk og onnur á alistøðini skulu verða í reinum klæðum og fótbúnaði, sum skulu verða skift í slúsurúminum, sbr. § 13, stk. 2. Stk. 2. Sóttreinsandi fótabað skal vera til staðar við útgongdina frá serliga smittandi øki, t.d. øki, har deyður fiskur verður malin og goymdur.

§ 25 Flutningur av livandi fiski, deyðum fiski og aliútgerð til og frá alistøð skal fara fram sambært…

Flutningur av livandi fiski, deyðum fiski og aliútgerð til og frá alistøð skal fara fram sambært galdandi reglum um flutning av alifiski v.m. Stk. 2. Innanhýsis flutningur av deyðum fiski, aliútgerð og amboðum kann fara fram uttan umsókn, um galdandi reglur um flutning av alifiski v.m. verða hildnar.

§ 26 Bert fiskur av sama árgangi kann verða settur út á aliøki í sama alifjørði, sbr. § 3

Bert fiskur av sama árgangi kann verða settur út á aliøki í sama alifjørði, sbr. § 3. Stk. 2. Um frástøðan millum aliøki í ymsum aliøkjum er minni enn 5 kilometrar, skal rakstrarætlanin fyri alifjørðin samskipast og góðkennast samlað, sbr. § 16.

§ 27 Alistøðir mugu bert verða nýttar til aling av fiski til matna (slátur). Livandi fiskur, rogn og…

Alistøðir mugu bert verða nýttar til aling av fiski til matna (slátur). Livandi fiskur, rogn og sil frá alistøð skulu ikki verða nýtt í aliendamáli (avlsformål).

§ 28 Fiskatættleikin á alistøðum á sjónum skal í mesta lagi vera

Fiskatættleikin á alistøðum á sjónum skal í mesta lagi vera: Miðalvekt á fisk Fiskatættleiki < 1 kg 10 kg/m3 1-2 kg 15 kg/m3 2-3 kg 20 kg/m3 > 3 kg 25 kg/m3 Stk. 2. Rúmd verður í stk. 1 roknað sum yvirflata x dýpi. Dýpið er frá vatnskorpuni niður á blýlínuna.

§ 29 Deyður fiskur skal verða tikin upp dagliga og, um neyðugt, oftari, um ikki veður og vindur forða…

Deyður fiskur skal verða tikin upp dagliga og, um neyðugt, oftari, um ikki veður og vindur forða fyri hesum. Stk. 2. Deyður fiskur skal dagliga verða malin og ensileraður til undir pH 3,7 í minsta lagi í 24 tímar, áðrenn hann verður fluttur. Stk. 3. Flutningur av deyðum fiski frá alistøð til viðgerðarstað, skal fara fram í tráð við galdandi reglur um flutning av alifiski v.m.

§ 30 Tá fiskur sleppur, ella illgruni er um, at fiskur er sloppin, skal eigarin av alistøðini alt fyri…

Tá fiskur sleppur, ella illgruni er um, at fiskur er sloppin, skal eigarin av alistøðini alt fyri eitt boða Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá hesum. Stk. 2. Eftir eina heilsumeting á viðkomandi alistøð kan Heilsufrøðiliga starvsstovan áleggja alistøðini, at roynt verður at fanga slopnan fisk aftur. Stk. 3. Eigarin hevur ábyrgdina av, at royndir verða gjørdar at fáa slopnan fisk aftur sbr. stk. 2.

§ 31 Um veður og vindur loyva tí, skulu alieindir hava fuglanet ella tílíkt, ið forðar fugli at koma…

Um veður og vindur loyva tí, skulu alieindir hava fuglanet ella tílíkt, ið forðar fugli at koma at fiskinum.

§ 32 Ikki er loyvt at nýta alifisk ella partar av alifiski sum fóður til alifisk

Ikki er loyvt at nýta alifisk ella partar av alifiski sum fóður til alifisk. Stk. 2. Fóður til alifisk skal vera framleitt á virki, sum er góðkent til framleiðslu av fiskafóðri.

§ 33 Blóðging og kryvjing av fiski má bert fara fram á góðkendum virki

Blóðging og kryvjing av fiski má bert fara fram á góðkendum virki.

§ 34 Verður heilivágur nýttur, skal skelti á viðkomandi fiskaeind boða frá hesum. Skeltingin skal vera…

Verður heilivágur nýttur, skal skelti á viðkomandi fiskaeind boða frá hesum. Skeltingin skal vera frá tí degi, tá viðgerðin byrjar, og til afturhaldstíðin er lokin.

§ 35 Alistøðir, íroknað landstøð, ali- og fóðurbátar, fóðurflakar og onnur aliútgerð, skulu dagliga…

Alistøðir, íroknað landstøð, ali- og fóðurbátar, fóðurflakar og onnur aliútgerð, skulu dagliga havast rein.

§ 36 Rakstraratskildar deildar á alistøðum á landi skulu brakkleggjast í minsta lagi 14 dagar eftir,…

Rakstraratskildar deildar á alistøðum á landi skulu brakkleggjast í minsta lagi 14 dagar eftir, at allur fiskur er fluttur burtur og útgerðin er vaskað og sóttreinsað. Stk. 2. Alistøðir á landi, sum ikki hava útgerð til reinsing og sóttreinsing av inn- og útpumpaðum sjógvi, skulu, afturat brakkleggingina í stk. 1, verða brakklagdar í minsta lagi 1 mánað saman við alistøðum á sjónum í sama alifjørði.

§ 37 Alistøðir á sjónum skulu liggja brakk minst 2 mánaðir eftir, at fiskur er útslaktaður og útgerðin…

Alistøðir á sjónum skulu liggja brakk minst 2 mánaðir eftir, at fiskur er útslaktaður og útgerðin vaskað og sóttreinsað. Stk. 2. Øll aliøki við minni enn 5 kilometra frástøðu skulu liggja brakk í minsta lagi 1 mánað í senn.

§ 38 Reingerð og sóttreinsing av alistøðum skal fara fram eftir leiðbeining av Heilsufrøðiligu…

Reingerð og sóttreinsing av alistøðum skal fara fram eftir leiðbeining av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Stk. 2. Stálbúður og onnur flótandi aliútgerð kann vaskast og sóttreinsast á sjónum. Stk. 3. Nótir og tílík útgerð skal vaskast og sóttreinsast á landi, og frárensluvatn skal verða viðgjørt eftir reglunum um sóttreinsing av frárensluvatni frá alibrúkum og virkjum, sum hava við alifisk at gera. Stk. 4. Reingerð og sóttreinsing av alistøðum, skulu verða góðkend av einum góðkendum fiskadjóralækna ella av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

§ 39 Lúsateljingar skulu gerast eftir nærri ásettum reglum og leiðbeining frá Heilsufrøðiligu…

Lúsateljingar skulu gerast eftir nærri ásettum reglum og leiðbeining frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

§ 40 Alistøðir skulu vera undir regluligum veterinerum heilsueftirliti

Alistøðir skulu vera undir regluligum veterinerum heilsueftirliti. Stk. 2. Eftirlitsvitjanir skulu gerast minst 6 ferðir árliga. Stk. 3. Landsdjóralæknin kann áseta neyvari reglur fyri heilsueftirliti, íroknað hvussu ofta eftirlitið skal verða havt. Forboð móti at fiska

§ 41 Ikki er loyvt at fiska á aliøkjunum, nevnd eru í § 2, 6. pkt

Ikki er loyvt at fiska á aliøkjunum, nevnd eru í § 2, 6. pkt. Stk. 2. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann geva undantaksloyvi frá forboðnum í stk. 1. Gjald og endurgjald

§ 42 Eigarin av alibrúki ella virksemi, sum hevur við alifisk at gera, skal, uttan at tað kostar tí…

Eigarin av alibrúki ella virksemi, sum hevur við alifisk at gera, skal, uttan at tað kostar tí almenna naka, stilla neyðuga manning, alibátar og aðrar hentleikar til taks í sambandi við veterinert eftirlit og annað eftir hesi kunngerð.

§ 43 Tað almenna gevur ikki endurgjald fyri útreiðslur, sum alibrúk ella virksemi, sum hevur við…

Tað almenna gevur ikki endurgjald fyri útreiðslur, sum alibrúk ella virksemi, sum hevur við alifisk at gera, kann fáa í sambandi við hesa kunngerð. Stk. 2. Eigarin av alibrúki ella virksemi, sum hevur við alifisk at gera, rindar fyri eftirlit o.t., sum verður gjørt av embætisdjóralækna og fyri tøku og kanning av royndum eftir galdandi takstum. Stk. 3. Eigarin av alibrúki ella virksemi, sum hevur við alifisk at gera, rindar fyri eftirlit o.t. hjá virkandi djóralæknum eftir djóralæknans taksti. Kæra

§ 44 Avgerð tikin av Heilsufrøðiligu starvsstovuni sambært hesi kunngerð kann kærast til…

Avgerð tikin av Heilsufrøðiligu starvsstovuni sambært hesi kunngerð kann kærast til Vinnumálaráðið, Veterinerdeildina. Revsireglur

§ 45 Við bót verður tann revsaður, sum

Við bót verður tann revsaður, sum: 1) brýtur reglurnar í § 4, §§ 6-8, § 9, stk. 1, §§ 10-15, § 16, stk. 1 og 3, §§ 18-19, § 20, stk. 1-2 og stk. 4, § 21, stk. 1-2, §§ 22-29, § 30, stk. 1 og 3, § 31, §§ 32-37, § 38, stk. 1 og 3-4, § 39, § 40, stk. 1-2, § 41, stk. 1, § 42 og § 43, stk. 2-3. 2) ikki fylgir boðunum í § 16, stk. 2, § 17, § 18, stk. 3, § 21, stk. 3, § 30, stk. 2, § 38, stk. 1, § 39 og § 40, stk. 3. Stk. 2. Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persóni, sum t.d. partafelag ella lutafelag, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða sektaður sum slíkur. Gildiskoma

§ 46 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 23. desember 2003 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 115 frá 6. oktober 2005

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
broyting í kunngerð um sjúkufyribyrgjandi rakstur á alistøðum · innanhýsis
Áður galdandi · 6. oktober 2005
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙