Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
29. desember 2017 Nr. 176
Kunngerð um broyting í kunngerð um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum
(Almannakunngerð av upplýsingum)
§ 1 Í kunngerð nr. 134 frá 16. oktober 2009 um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum, sum broytt…
Í kunngerð nr. 134 frá 16. oktober 2009 um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum, sum broytt við kunngerð nr. 138 frá 9. november 2009, kunngerð nr. 78 frá 17. juni 2010 og kunngerð nr. 111 frá 19. november 2012, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í innganginum verður “§§ 9-10” broytt til: “§§ 9-11”. 2. Aftan á § 26 verður sett: “§ 26 a. Djóralækni, sum útskrivar resept, sendir upplýsingar um nýttan heilivág í aliskipanina eftir leisti, ásettum av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.” 3. Aftan á § 27 verður sett: “Almannakunngerð av upplýsingum o.a.
§ 27 a Hesar upplýsingar skulu almannakunngerast á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni
Hesar upplýsingar skulu almannakunngerast á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni: 1) Alibrúk. A-nummar og staðarnavn. 2) Navn á alifelagi. 3) Slag av fiski og endamál, t.d. laksur til vinnuligt endamál. 4) Tal av fiski í hvørjum alibrúki. 5) Hækking og lækking av útsetu í mun til seinasta framleiðsluumfar. 6) Viðgerðir móti sjúku og lús fyri hvørt aliøki, slag og nøgd av heilivági. 7) Upplýsingar um kynsbúnar laksalýs fyri hvørt aliøki, miðal per fisk og nær teljingin er farin fram.
§ 27 b Avgerðir hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni um slátur og ella lækkaða útsetu o.l. verða í…
Avgerðir hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni um slátur og ella lækkaða útsetu o.l. verða í samandrátti almannakunngjørdar á heimasíðu stovnsins.
§ 27 c Upplýsingar sbrt. §§ 27 a og 27 b á heimasíðuni verða dagførdar dagliga sambært skrásetingum í…
Upplýsingar sbrt. §§ 27 a og 27 b á heimasíðuni verða dagførdar dagliga sambært skrásetingum í aliskipanini.
§ 27 d Upplýsingar sbrt. §§ 27 a og 27 b skulu í seinasta lagi vera á heimasíðuni 7 dagar eftir, at tær…
Upplýsingar sbrt. §§ 27 a og 27 b skulu í seinasta lagi vera á heimasíðuni 7 dagar eftir, at tær eru tøkar hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Stk. 2. Upplýsingarnar, sum verða almannakunngjørdar á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, verða tøkar á heimasíðuni í minsta lagi 5 ár.
§ 27 e Í samband við aling av tvískeljum og tara, skulu hesar upplýsingar almannakunngerast á…
Í samband við aling av tvískeljum og tara, skulu hesar upplýsingar almannakunngerast á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni: 1) Alibrúk. A-nummar og staðarnavn. 2) Navn á alifelagi. 3) Slag av skeljum ella tara og endamál. Stk. 2. Upplýsingar um avgerðir, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur tikið, verða í samandrátti almannakunngjørdar á heimasíðu stovnsins.” 4. § 29 verður orðað soleiðis: “§ 29. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur heimild at lata innkomnu upplýsingarnar í sambandi við gransking.” 5. §§ 30-31 verða strikaðar.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2018
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2018. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 29. desember 2017 Poul Michelsen (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.