Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

11. november 2015 Nr. 122

Kunngerð um dugnaskaparroyndir

Við heimild í § 2, stk. 2, § 3, nr. 3, § 4, § 6, stk. 1, nr. 1, 2 og 3, § 6, stk. 2 og § 11 í løgtingslóg nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o.ø., verður ásett:

Øki

§ 1 Kunngerðin fevnir um

Kunngerðin fevnir um: 1) dugnaskaparprógv í sigling, 2) dugnaskaparprógv í motorpassing og 3) dugnaskaparprógv til stuttleikabátar undir 20 BT. Vavið av royndunum

§ 2 Til dugnaskaparroynd í sigling skal vísast neyðugur kunnleiki til

Til dugnaskaparroynd í sigling skal vísast neyðugur kunnleiki til: 1) Sjóreglur. 2) Siglingarlæru. 3) Skipstøkni. 4) Veðurlæru. 5) Skipsskjøl. 6) Maskinaríið umborð á smáum skipum.

§ 3 Til dugnaskaparroynd í motorpassing skal vísast neyðugur kunnleiki til

Til dugnaskaparroynd í motorpassing skal vísast neyðugur kunnleiki til: 1) Høvuðslutirnar í einum dieselmotori. 2) Arbeiðsgongdina í einum motori. 3) At seta motorin í gongd, at handfara motorin, meðan hann er í gongd og at steðga motorinum. 4) Elektriskar innleggingar umborð á skipum. 5) At fremja regluligt motoreftirlit. 6) Fyribyrging av eldi og nýtslu av eldsløkkingaramboðum og lensiskipanum. 7) Havumhvørvisvernd.

§ 4 Til dugnaskaparroynd til stuttleikabátar undir 20 BT skal vísast neyðugur kunnleiki til

Til dugnaskaparroynd til stuttleikabátar undir 20 BT skal vísast neyðugur kunnleiki til: 1) Sjóreglur. 2) Siglingarlæru. 3) Stuttleikabátar. 4) At stýra og mannerera stuttleikabátar. 5) Fyribyrging av eldi og eldsløkking umborð á stuttleikabátum. 6) Sjótrygd. 7) Havumhvørvisvernd. 8) Maskinaríið umborð á stuttleikabátum. Aðrar ásetingar

§ 5 Dugnaskaparroyndirnar skulu fara fram á góðkendum maritimum skúla

Dugnaskaparroyndirnar skulu fara fram á góðkendum maritimum skúla. Stk. 2. Skúlin ger eina útbúgvingarætlan, sum landsstýrismaðurin skal góðkenna og hevur eftirlit við. Útbúgvingarætlanin skal eitt nú lýsa innihald, undirvísingartilfar, próvtøku og longd á skeiði. Stk. 3. Treytin fyri upptøku til dugnaskaparroyndir er fráfaringaroynd fólkaskúlans. Stk. 4. Skúlin verður heimilaður at krevja gjald frá hvørjum einstøkum luttakara fyri útreiðslur í sambandi við dugnaskaparroyndirnar, undir hesum luttøkugjald og gjald fyri prógv. Kæra

§ 6 Avgerðir, sum tiknar verða sambært hesi kunngerð, kunnu kærast til landsstýrismannin

Avgerðir, sum tiknar verða sambært hesi kunngerð, kunnu kærast til landsstýrismannin. Stk. 2. Kærur um avgerðir sambært stk. 1. skulu latast leiðara skúlans til hoyringar. Kærarin skal hava høvi at gera viðmerkingar til hoyringarsvarið frá leiðara skúlans í seinasta lagi 7 dagar frá tí degi, at leiðari skúlans skrivliga hevur fráboðað hoyringina fyri kæraranum. Stk. 3. Leiðari skúlans sendir kæruna, hoyringarsvarið og møguligar viðmerkingar frá kæraranum til landsstýrismannin. Stk. 4. Freistin at kæra avgerðir sambært stk. 1 er 2 vikur frá tí degi, avgerð skúlans skrivliga er fráboðað kæraranum. Stk. 5. Kærur um próvtøkur og próvtøkuviðurskifti annars skulu viðgerast sambært kunngerð um próvtøkuskipan fyri maritimar útbúgvingar. Gildiskoma

§ 7 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fara úr gildi kunngerð nr. 97 frá 26. november 1987 um dugnaskaparroynd í sigling, kunngerð nr. 99 frá 4. juli 1994 um dugnaskaparútbúgving í motorpassing og kunngerð nr. 6 frá 11. februar 2002 um motorpassaraútbúgving. Mentamálaráðið, 11. november 2015 Rigmor Dam (sign.) landsstýriskvinna / Poul Geert Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
útbúgving av manning á skipum o. ø. · innanhýsis
Galdandi · 24. apríl 2001
Avtøkur
motorpassaraútbúgving · innanhýsis
Áður galdandi · 11. februar 2002
Avtøkur
dugnaskaparútbúgving í motorpassing · innanhýsis
Áður galdandi · 4. juli 1994
Avtøkur
dugnaskaparroynd í sigling · innanhýsis
Áður galdandi · 26. november 1987
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙