Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

26. november 1987 Nr. 97

Kunngerð um dugnaskaparroynd í sigling

Við heimild í § 7 í løgtingslóg nr. 65 frá 5. juni 1984 um sjómansútbúgving við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1 Dugnaskaparroynd í sigling fer fram á teimum í lógini fyriskipaðu støðum eftir góðkenning frá…

Dugnaskaparroynd í sigling fer fram á teimum í lógini fyriskipaðu støðum eftir góðkenning frá Landsskúlafyrisitingini.

§ 2 Ein og hvør, sum hevur lokið skylduga skúlagongd, kann verða upptikin á dugnaskaparskeið í sigling

Ein og hvør, sum hevur lokið skylduga skúlagongd, kann verða upptikin á dugnaskaparskeið í sigling. 2. stk. Umsókn um upptøku verður send Landsskúlafyrisitingini ella viðkomandi skúla, sum hevur fingið loyvi at hava dugnaskaparskeið í sigling.

§ 3 Frálærutíðin er 20 vikur á 8 tímar og fevnir um hesar lærugreinir

Frálærutíðin er 20 vikur á 8 tímar og fevnir um hesar lærugreinir: Siglingarfrøði og siglingartól Rokning og støddfrøði Sjóreglur og samskifti Sjómansskapur.

§ 4 Til dugnaskaparroynd í sigling verða 5 próvtøl givin

Til dugnaskaparroynd í sigling verða 5 próvtøl givin: Siglingarfrøði og siglingatól, 2 próvtøl, harav 1 í skrivligum. Rokning og støddfrøði, 1 próvtal í skrivligum. Sjóreglur og samskifti, 1 próvtal. Sjómansskapur, 1 próvtal.

§ 5 Landsskúlafyrisitingin verður heimilað at áseta nærri reglur um, hvussu undirvísingin skal fara…

Landsskúlafyrisitingin verður heimilað at áseta nærri reglur um, hvussu undirvísingin skal fara fram, lærukrøv og próvtøkureglur.

§ 6 Tann, sum eftir hesi kunngerð hevur staðið dugnaskaparroynd í sigling, fær av…

Tann, sum eftir hesi kunngerð hevur staðið dugnaskaparroynd í sigling, fær av Landsskúlafyrisitingini útflýggjað prógv.

§ 7 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 58 frá 30. oktober 1972.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
dugnaskaparroyndir · innanhýsis
Galdandi · 11. november 2015

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙