Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
11. februar 2002 Nr. 6
Kunngerð um motorpassaraútbúgving
Við heimild í § 6 í løgtingslóg nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum og aðrar maskin- og eltøkniútbúgvingar verður ásett:
§ 1 Motorpassaraútbúgving fer fram á maskinmeistaraskúla ella øðrum skúla eftir góðkenning…
Motorpassaraútbúgving fer fram á maskinmeistaraskúla ella øðrum skúla eftir góðkenning landstýrismansins. Stk. 2. Ein og hvør, ið hevur fylt 18 ár og sum annaðhvørt 1. hevur staðið yrkisskeið á góðkendum sjóvinnuskúla ella 2. hevur havt maskintænastu við fiski- ella farmaskipi á 20 tons ella meira í 12 mánaðir, og sum lýkur treytirnar um heilsukrøv hjá sjófólki ásettar av landsstýrinum, kann verða upptikin sum næmingur á motorpassaraútbúgvingina. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann gera frávik í upptøkutreytini eftir stk. 2, nr. 2, um umsøkjarin hevur aðrar royndir, sum kunnu javnmetast við tær har nevndu.
§ 2 Umsókn um upptøku verður send Maskinmeistarakúlanum saman við navna- ella dópsbrævi og…
Umsókn um upptøku verður send Maskinmeistarakúlanum saman við navna- ella dópsbrævi og siglingarbók ella leysabløðum, ið eru váttað av skipara ella mynstringarstjóra.
§ 3 Motorpassaraskeið varir 5 mánaðir og fatar um
Motorpassaraskeið varir 5 mánaðir og fatar um: Lærugrein Vegleiðandi tímatal Føroyskt og teld 60 tímar Rokning/Støddfrøði 40 tímar Ravmagnslæru 60 tímar Maskinlæru 120 tímar Heilsulæru 2 dagar Kølitøkni 40 tímar Sveising 40 tímar Verkstaðarlæru og viðlíkahald 40 tímar Trygd á sjónum 4 dagar Maskinsimulator 40 tímar Eldsløkking skeið við Áir 3 dagar Tænastukunnleika. 40 tímar Tilsamans uml. 552 tímar Stk. 2. Einstøku lærugreinirnar eru nærri lýstar í lærugreinaætlan skúlans.
§ 4 Landsstýrismaðurin ásetur eftir ummæli frá útbúgvingarráðnum, sbr. § 5 í lógini, býtið millum…
Landsstýrismaðurin ásetur eftir ummæli frá útbúgvingarráðnum, sbr. § 5 í lógini, býtið millum ástøðis- og yrkiskunnleika.
§ 5 Til próvtøkuna verða givin 7 próvtøl
Til próvtøkuna verða givin 7 próvtøl. Lærugrein Skrivligt Munnligt Verkligt Ravmagnslæru 1 próvtal Maskinlæru 1 próvtøl 1 próvtal Kølitøkni 1 próvtal Verkstaðarlæru og viðlíkahald 1 próvtal Sveising 1 próvtal Tænastukunnleika, føroyskt og teld 1 próvtal Íalt 2 3 2
§ 6 Handverkarar, sum lúka upptøkukrøvini til maskinmeistaraútbúgving, kunnu fáa loyvi til at sleppa…
Handverkarar, sum lúka upptøkukrøvini til maskinmeistaraútbúgving, kunnu fáa loyvi til at sleppa undan at fara til verkligu royndirnar í verkstaðarlæru/viðlíkahald og sveising.
§ 7 Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr.…
Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 131 frá 14. september 1992 um motorpassaraútbúgving. Vinnumálastýrið, 11/2-2002 Óli Holm (sign.) landsstýrismaður / Petur Petersen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.