Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
14. september 1992 Nr. 131
Kunngerð um motorpassaraútbúgving
Við heimild í § 6 í løgtingslóg nr. 50 frá 28. apríl 1992 um maskinmeistaraútbúgving og aðrar maskin- og eltøkniútbúgvingar hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1 Motorpassaraútbúgving fer fram á maskinskúla ella øðrum skeiðum eftir góðkenning frá…
Motorpassaraútbúgving fer fram á maskinskúla ella øðrum skeiðum eftir góðkenning frá Landsskúlafyrisitingini. 2. Ein og hvør,ið hevur fylt 18 ár, og sum annaðhvørt 1) hevur staðið yrkisskeið á góðkendum sjóvinnuskúla ella 2) hevur havt maskintænastu við fiski- ella farmaskipi á 20 tons ella meira í 12 mánaðir, og sum lýkur treytirnar um heilsukrøv hjá sjófólki ásettar av landsstýrinum, kann verða upptikin sum næmingur á motorpassaraútbúgving. Stk. 2. Landsskúlafyrisitingin kann gera frávik í upptøkutreytini eftir stk. 1, nr. 2, um umsøkjarin hevur aðrar royndir, sum kunnu javnmetast við tær har nevndu.
§ 3 Umsókn um upptøku verður send maskinskúlanum ávikavist landsskúlafyrisitingini, tá talan er um…
Umsókn um upptøku verður send maskinskúlanum ávikavist landsskúlafyrisitingini, tá talan er um skeið, sum hon hevur góðkent, saman við navna- ella dópsbrævi og siglingarbók ella leysabløðum, ið er váttað av skipara ella mynstringarstjóra.
§ 4 Motorpassaraskeið varir 5 mánaðir og fatar um
Motorpassaraskeið varir 5 mánaðir og fatar um: Føroyskt Rokning/Støddfrøði Ravmagnslæru Maskinlæru Heilsulæru Kølitøkni Sveising Verkstaðarlæru og viðlíkahald Trygd á sjónum Maskinsimulator Eldsløkking Tænastukunnleika. Stk. 2. Landsskúlafyrisitingin ásetur eftir ummæli frá Útbúgvingarráðnum býtið millum ástøðis- og yrkiskunnleika.
§ 5 Til próvtøkuna verða givin 8 próvtøl
Til próvtøkuna verða givin 8 próvtøl. Føroyskum 1 próvtal Ravmagnslæru 1 próvtal Maskinlæru 2 próvtøl, harav eitt í skrivligum Kølitøkni 1 próvtal Verkstaðarlæru og viðlíkahald 1 próvtal Sveising 1 próvtal Tænastukunnleika 1 próvtal.
§ 6 Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 9…
Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 9 frá 30. januar 1987 um motorpassaraútbúgving.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.