Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. juli 2021 Nr. 118

Kunngerð um vernd av ungfiski og hámark fyri íblanding av ungfiski, sum broytt við kunngerð nr. 25 frá 16. apríl 2024

1) Við heimild í § 25, stk. 4, § 34, stk. 1, nr. 2 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021 og løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2023, verður ásett:

Virkisøki

§ 1 Kunngerðin er galdandi fyri fiskiskap í føroyskum sjógvi og ásetir reglur fyri at verja ungfisk

Kunngerðin er galdandi fyri fiskiskap í føroyskum sjógvi og ásetir reglur fyri at verja ungfisk. Heitið ungfiskur og loyvt hámark fyri íblanding av ungfiski

§ 2 Í hesi kunngerð er fiskur, ið er minni enn niðanfyri nevndu mát, mátaður fremst úr høvdinum til…

Í hesi kunngerð er fiskur, ið er minni enn niðanfyri nevndu mát, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, ungfiskur: 1) Upsi, Pollachius virens, 55 cm. 2) Toskur, Gadus morhua, 50 cm. 3) Hýsa, Melanogrammus aeglefinus, 45 cm. 4) Stórur kongafiskur, Sebastes norvegicus, 37 cm. 5) Trantkongafiskur, Sebastes mentella, 37 cm. 6) Blálonga, Molva dypterygia, 75 cm. 7) Longa, Molva molva, 75 cm. 8) Brosma, Brosme brosme, 50 cm. 9) Havtaska, Lophius piscatorius, 55 cm. 10) Gulllaksur, Argentina silus, 28 cm. 11) Svartkjaftur, Micromesistius poutassou, 23 cm. 12) Sild, Clupea harengus, 25 cm. 13) Makrelur, Scomber scombrus, 30 cm. Stk. 2. Hámark fyri íblanding av ungfiski: 1) Av upsa, í hvørjum háli ella fyri snellu hvønn dag, skal ikki meira enn 30% í tali vera ungfiskur. 2) Av toski, í hvørjum háli ella hvørjari setu, skal ikki meira enn 30% í tali vera ungfiskur. Fyri fiskifør, ið royna við snøri ella snellu og fiskifør undir 110 tons, ið royna við línu, er hámarkið 30% í tali hvønn dag. 3) Av hýsu, í hvørjum háli ella hvørjari setu, skal ikki meira enn 30% í tali vera ungfiskur. Fyri fiskifør, ið royna við snøri ella snellu og fiskifør undir 110 tons, ið royna við línu, snøri ella snellu, er hámarkið 30% í tali hvønn dag. 4) Av kongafiski, í hvørjum háli ella hvørjari setu, skal ikki meira enn 25% í tali vera ungfiskur. Hámarkið er galdandi fyri øll fiskifør, ið royna við troli ella línu. 5) Av blálongu, í hvørjum háli ella hvørjari setu, skal ikki meira enn 25% í tali vera ungfiskur. 6) Av longu, í hvørjum háli ella hvørjari setu, skal ikki meira enn 25% í tali vera ungfiskur. 7) Av brosmu, í hvørjum háli ella hvørjari setu, skal ikki meira enn 25% í tali vera ungfiskur. 8) Av havtasku, í hvørjum háli ella hvørjari setu, skal ikki meira enn 25% í tali vera ungfiskur. 9) Av gulllaksi, í hvørjum háli, skal ikki meira enn 10% í tali vera ungfiskur. 10) Av svartkjafti, í hvørjum háli, skal ikki meira enn 50% í tali vera ungfiskur. 11) Av sild, í hvørjum háli, kasti ella setu, skal ikki meira enn 10% í tali vera ungfiskur. 12) Av makreli, í hvørjum háli ella kasti, skal ikki meira enn 10% í tali vera ungfiskur. Fráboðanarskylda og skylda at flyta øki

§ 3 1) Er íblandingin av ungfiski, sambært § 2, stk. 1, størri enn tað hámark, ið ásett er sambært §…

1) Er íblandingin av ungfiski, sambært § 2, stk. 1, størri enn tað hámark, ið ásett er sambært § 2, stk. 2, skal skiparin beinanvegin boða Vørn frá umvegis fráboðanarskipanina á heimasíðuni www.vorn.fo ella umvegis elektronisku veiðidagbókina, sum er góðkend av Vørn. Stk. 2. 1) Er íblandingin av ungfiski av ávikavist upsa, toski ella hýsu størri enn tað hámark, ið ásett er sambært § 2, stk. 2, skal fiskifarið alt fyri eitt gevast at fiska í økinum. Fiskifar, sum roynir við troli, línu ella snellu, skal flyta í minsta lagi 5 fjórðingar frá eini og hvørjari knattstøðu á ávikavist tóvinum, setuni ella fiskiøkinum næstu 72 tímarnar. Stk. 3. 1) Er íblandingin av ungfiski av ávikavist svartkjafti, sild ella makreli størri enn tað hámark, ið ásett er sambært § 2, stk. 2, skal fiskifarið alt fyri eitt gevast at fiska í økinum, og skal fiskifarið flyta í minsta lagi 10 fjórðingar frá eini og hvørjari knattstøðu á tóvinum næstu 72 tímarnar. Stk. 4. 1) Skiparin hevur skyldu at upplýsa íblandingina av ungfiski. (Strikað) 1)

1) (Strikað). Stk. 2. 1) (Strikað). Revsing

§ 5 Brot á § 3 verða revsað við sekt

Brot á § 3 verða revsað við sekt. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini. Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð. Gildiskoma og úrgildisseting

§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi 1. september 2021, og samstundis fara úr gildi kunngerð nr. 55 frá…

Henda kunngerð kemur í gildi 1. september 2021, og samstundis fara úr gildi kunngerð nr. 55 frá 26. mars 1993 um heiti ungfiskur av ávísum fiskasløgum og hámark fyri blanding av ungfiski og kunngerð nr. 56 frá 26. mars 1993 um serlig tiltøk til vernd av ungfiski. Fiskimálaráðið, 20. juli 2021 Jacob Vestergaard (sign.) landsstýrismaður / Rógvi Reinert (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 25 frá 16. apríl 2024.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
serlig tiltøk til vernd av ungfiski · innanhýsis
Áður galdandi · 26. mars 1993
Avtøkur
heiti ungfiskur av ávísum fiskasløgum og hámark fyri blanding av ungfiski · innanhýsis
Áður galdandi · 26. mars 1993
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙