Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
26. mars 1993 Nr. 55
Kunngerð um heiti ungfiskur av ávísum fiskasløgum og hámark fyri blanding av ungfiski
Við heimild í § 4, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á ytru landleiðini við seinni broytingum serstakliga løgtingslóg nr. 74 frá 13. mai 1992 um fiskiveiðu á ytru landleiðini hevur Føroya Landsstýri saman við løgtingsins fiskivinnunevnd fyrisett fylgjandi reglur um heiti av ungfiski og hámark fyri íblanding:
§ 1 Við heitið ungfiskur skilst
Við heitið ungfiskur skilst: UPSI (Pollachius virens), ið er minni enn 55 cm, máldur fremst úr høvdinum til aftast á stertinum. TOSKUR (Gadus morhua), ið er minni enn 50 cm, máldur fremst úr høvdinum til aftast á stertinum. HÝSA (Melanogrammus aeglefinus), ið er minni enn 45 cm, máld fremst úr høvdinum til aftast á stertinum. LAKSUR (Salmo salar), ið er minni enn 60 cm, máldur fremst úr høvdinum til aftast á stertinum. STÓRUR KONGAFISKUR (Sebastes marinus) og TRANTKONGAFISKUR (Sebastes mentella), ið er minni enn 37 cm, máldur fremst úr høvdinum til aftast á stertinum. BLÁLONGA (Molva byrkelange), ið er minni enn 75 cm, máld fremst úr høvdinum til aftast á stertinum. LONGA (Molva molva), ið er minni enn 75 cm, máld fremst úr høvdinum til aftast á stertinum. BROSMA (Brosme brosme), ið er minni enn 50 cm, máld fremst úr høvdinum til aftast á stertinum. HVíTINGUR (Merlangius merlangus, ið er minni enn 35 cm, máldur fremst úr høvdinum til aftast á stertinum.
§ 2 Hámark fyri íblanding av ungfiski: Í upsaveiðu mugu ikki meira enn 30% í tali í hvørjum háli/fyri…
Hámark fyri íblanding av ungfiski: Í upsaveiðu mugu ikki meira enn 30% í tali í hvørjum háli/fyri snellu hvønn dag vera ungfiskur, smb. § 1. Stk. 2. Hámarkið smb. stk. 1 er galdandi fyri øll fiskifør. Stk. 3. Í TOSKAVEIÐU mugu ikki meira enn 30% í tali í hvørjum háli/hvørjari setu vera ungfiskur. Stk. 4. Hámarkið smb. stk. 3 er galdandi fyri allar trolarar og línubátar. Stk. 5. Hámarkið smb. stk. 3 er tó 30% í hvørjari setu/hvønn dag fyri fiskifør undir 100 BRT, ið royna við línu, snøri ella snellu. Stk. 6. Í HÝSUVEIÐU mugu ikki meira enn 30% í tali í hvørjum háli/hvørjari setu vera ungfiskur. Stk. 7. Hámarkið smb. stk. 6 er galdandi fyri allar trolarar og línubátar. Stk. 8. Hámarkið smb. stk. 6 er tó 50% í tali í hvørjari setu/hvønn dag fyri fiskifør undir 100 BRT, ið royna við línu, snøri ella snellu. Stk. 9. Í LAKSAVEIÐU má eingin ungfiskur vera í veiðuni. Hetta er galdandi fyri línubátar. Stk. 10. Í KONGAFISKAVEIÐU, smb. § 1, mugu ikki meira enn 25% í tali í hvørjum háli/hvørjari setu vera ungfiskur. Hámarkið er galdandi fyri allar trolarar og línubátar. Stk. 11. Í BLÁLONGUVEIÐU mugu ikki meir enn 25% í tali í hvørjum háli/hvørjari setu vera ungfiskur. Stk. 12. Í LONGUVEIÐU mugu ikki meir enn 25% í tali í hvørjum háli/hvørjari setu vera ungfiskur. Stk. 13. Í BROSMUVEIÐU mugu ikki meir enn 25% í tali í hvørjum háli/hvørjari setu vera ungfiskur. Stk. 14. Í ÍDNAÐARVEIÐU við hvítingi sum hjáveiðu mugu ikki meira enn 25% av hvítingi í tali í hvørjum háli vera ungfiskur.
§ 3 Hesar reglur eru galdandi fyri øll fiskifør, sum reka vinnuligan fiskiskap
Hesar reglur eru galdandi fyri øll fiskifør, sum reka vinnuligan fiskiskap.
§ 4 Henda kunngerð saman við reglunum í løgtingslóg nr. 74 frá 13. mai 1992 um broyting í løgtingslóg…
Henda kunngerð saman við reglunum í løgtingslóg nr. 74 frá 13. mai 1992 um broyting í løgtingslóg um fiskiveiðu á ytru landleiðini fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.