Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
26. mars 1993 Nr. 56
Kunngerð um serlig tiltøk til vernd av ungfiski
Við heimild í § 4, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á ytru landleiðini við seinni broytingum, serstakliga løgtingslóg nr. 74 frá 13. mai 1992 um fiskiveiðu á ytru landleiðini hevur Føroya Landsstýri saman við løgtingsins fiskivinnunevnd fyrisett:
§ 1 Skiparar á fiskiførum, ið reka fiskiskap á landleiðini, hava skyldu til alt fyri eitt at boða…
Skiparar á fiskiførum, ið reka fiskiskap á landleiðini, hava skyldu til alt fyri eitt at boða Vaktar- og Bjargingartænastuni frá, um so er, at íblandingin av ungfiski í veiðu teirra av ávísum fiskasløgum er størri enn tað hámark, ið ásett verður sambært reglunum um heiti ungfiskur og hámark fyri íblanding av ungfiski. Hesir skiparar hava somuleiðis skyldu til at upplýsa um íblandingina av ungfiski, tá ið Vaktar- og Bjargingartænastan biður um tað. Vaktar- og Bjargingartænastan hevur skyldu til at kanna íblandingina av ungfiski í fiskiførum og tá landað verður til virkir. Stk. 2. Tað er ikki loyvt at kasta nakað slag av ungfiski fyri borð aftur.
§ 2 Tá ið Vaktar- og Bjargingartænastan fær fráboðan sum nevnd í § 1 ella á annan hátt verður var…
Tá ið Vaktar- og Bjargingartænastan fær fráboðan sum nevnd í § 1 ella á annan hátt verður var við, at ov stórur partur av veiðuni er ungfiskur, skal hon, so skjótt til ber, senda eftirlitsfólk til tey fiskifør, ið fiska á teirri fiskileið, sum fráboðan er komin um, at kanna málið nærri. Stk. 2. Tá ið Vaktar- og Bjargingartænastan hevur fingið fráboðan um ov stóra íblanding á eini ávísari fiskileið, skal hon alt fyri eitt boða teimum fiskiførum, ið royna á viðkomandi fiskileið, frá hesum. Stk. 3. Vaktar- og Bjargingartænastan hevur loyvi til at seta eygleiðarar um borð á fiskifør fyri skipsins rokning.
§ 3 So skjótt Vaktar- og Bjargingartænastan heldur málið vera nóg væl lýst, skal hon taka avgerð um,…
So skjótt Vaktar- og Bjargingartænastan heldur málið vera nóg væl lýst, skal hon taka avgerð um, hvørt viðkomandi fiskiveiða á viðkomandi øki skal verða steðgað. Økið, ið stongt verður, skal ikki vera størri enn mett verður neyðugt til tess at sleppa undan eini íblanding av ungfiski, ið er størri enn ásett. Stk. 2. Kunngerðin um veiðusteðg skal verða lýst í Útvarpi Føroya so skjótt til ber. Veiðusteðgurin fær tó ikki gildi fyri tað einstaka skipið, fyrrenn tað hevur havt høvi til at fáa reiðskapin inn, tá hann er settur áðrenn lýsingina. Stk. 3. Kunngerðin um veiðusteðg skal skilliga útgreina knøttstøðu, hvar stongda fiskileiðin er, og hvørjir veiðuhættir verða steðgaðir. Hon skal somuleiðis útgreina, nær veiðusteðgurin byrjar og heldur uppat. Er veiðusteðgurin ikki ásettur fyri styttri tíð, fer hann úr gildi 7. samdøgur eftir, at hann er komin í gildi. Er ikki annað fyrisett, tekur veiðusteðgurin við 2 tímar eftir, at hann er lýstur í Útvarpi Føroya, ávikavist vanliga lýstur ella fráboðaður skipunum á fiskileiðini gjøgnum Vaktar- og Bjargingartænastuna.
§ 4 Brot á reglurnar í hesi kunngerð verða revsað eftir lógini
Brot á reglurnar í hesi kunngerð verða revsað eftir lógini.
§ 5 Henda kunngerð saman við broytingunum eftir løgtingslóg nr. 74 frá 13. mai 1992 um broyting í…
Henda kunngerð saman við broytingunum eftir løgtingslóg nr. 74 frá 13. mai 1992 um broyting í løgtingslóg um fiskiveiðu á ytru landleiðini fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 18 frá 3. apríl 1989.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.