Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
15. august 2001 Nr. 114
Kunngerð um innaneftirlit, sum broytt við kunngerð nr. 8 frá 5. februar 2003
Við heimild í §§ 31, stk. 2, §§ 36 , 41, stk. 1 og 4 og § 51, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur (matvørulógini) og §§ 38, 38 a, 47 og 48, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum (djórasjúkulógini), sum broytt við kunngerð nr. 8 frá 5. februar 2003 verður ásett:
§ 1 1) Fyritøkur og skip, løggildað sambært § 30 matvørulógini ella § 5, stk. 2 ella § 12 í kunngerð…
1) Fyritøkur og skip, løggildað sambært § 30 matvørulógini ella § 5, stk. 2 ella § 12 í kunngerð um viðgerð, keyp og sølu v.m. av fiski og fiskavørum á landi - feskfiskaskip tó undantikin - skulu hava eitt innaneftirlit.
§ 2 Allýsingar: Í hesi kunngerð merkir
Allýsingar: Í hesi kunngerð merkir: 1. Vandamál: Ein eginleiki, sum kann hava við sær, at ein vøra ikki trygt kann verða etin. Vandamál kunnu vera biologisk, kemisk ella fysisk. 2. HACCP: Hazard Analysis and Critical Control Points (= vandamálsgreining og viðbreknir stýringarliðir). Góðskustýringarskipan í sambandi við matvørutrygd. 3. Vandamálsgreining: Innsavning og viðgerð av upplýsingum um vandamál og tær umstøður, sum eru orsøkin til tey - hetta fyri at gera av, hvørji vandamál eru viðkomandi fyri matvørutrygdina og harvið skulu við í HACCP-ætlanina. 4. Viðbrekin stýringarliður (VSL): Eitt stað, ein mannagongd, liðir í eini tilgongd (process) ella ein liður í framleiðsluketuni, sum kann stýrast, soleiðis at eitt vandamál verður burturbeint ella avmarkað til eitt støði, ið kann góðtakast. 5. Skjalprógvað góðskustýringarskipan. Ein skipan sum leiðslan á fyritøkuni hevur sett í verk til tess at stýra matvørutrygd og øðrum viðurskiftum framleiðsluni viðkomandi, so at vøra og framleiðsla lúka treytirnar í matvørulógini og kunngerðum heimilaðar í henni.
§ 3 1) Stjórin, skiparin ella annar persónur við dagligu leiðsluni av fyritøkuni skal syrgja fyri
1) Stjórin, skiparin ella annar persónur við dagligu leiðsluni av fyritøkuni skal syrgja fyri: 1. At seta øll neyðug tiltøk í verk til tess at tryggja, at ásetingarnar í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur (matvørulógini) og kunngerðum við heimild í henni verða hildnar í øllum liðum í framleiðsluni. 2. At seta í verk eitt innaneftirlit, sum byggir á HACCP-aðalreglurnar og leggja neyðugar resursur av til uppbygging og viðlíkahald av innaneftirlitinum. 3. At taka stig til neyðuga skoðan av innaneftirlitinum. Stk. 2. 1) Leiðslan skal sjálv eftirmeta innaneftirlitið og síggja til, at innaneftirlitskervið tryggjar nøktandi stýring av teimum viðurskiftum, innaneftirlitið fevnir um, og til eina og hvørja tíð tryggja, at hann, sum hevur ábyrgd av, at innaneftirlitskervið virkar eftir ætlan, er førur fyri at røkja starvið til lýtar.
§ 4 Innaneftirlitið skal regluliga skoðast og góðkennast av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
Innaneftirlitið skal regluliga skoðast og góðkennast av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
§ 5 Innaneftirlitskervið skal skjalfestast í eini góðskuhandbók
Innaneftirlitskervið skal skjalfestast í eini góðskuhandbók. Stk. 2. Innaneftirlitskervið skal í minsta lagi fevna um og nágreiniliga lýsa tey øki, sum ásett eru í §§ 6-12.
§ 6 1) Fyriskipanarlig viðurskifti við atliti til innaneftirlitið skulu lýsa
1) Fyriskipanarlig viðurskifti við atliti til innaneftirlitið skulu lýsa: 1. Lýsing av fyritøkubygnaði, til dømis organisatiónsdiagramm. 2. Ábyrgdir og heimildir hjá persónum, ið hava týdning fyri, at innaneftirlitið virkar eftir ætlan. 3. Navn og bústað á starvstovum, sum gera greiningar fyri fyritøkuna. Starvstovurnar skulu vera góðkendar av føroyskum myndugleika, ES-myndugleika ella myndugleika í einum landi, sum fylgir ES-reglum á hesum øki. 4. Eina regluliga meting av útbúgvingar- og venjingartørvi og eina mannagongd fyri, hvussu hesin verður nøktaður.
§ 7 Fyritøkan skal hava eitt yvirlit yvir allar almennar reglur, sum innaneftirlitið vísir til
Fyritøkan skal hava eitt yvirlit yvir allar almennar reglur, sum innaneftirlitið vísir til.
§ 8 Fyritøkan skal greina vandamálini fyri hvønn einstakan liðugtvørubólk. Vandamálsgreiningin fevnir um
Fyritøkan skal greina vandamálini fyri hvønn einstakan liðugtvørubólk. Vandamálsgreiningin fevnir um: 1. Eina vørulýsing fyri hvønn liðugtvørubólk umfatandi viðkomandi upplýsingar um rávøru, virking, pakking, merking og goymslu. 2. Eitt flóðkort yvir virkingina av hvørjum liðugtvørubólki, sum á ein nágreiniligan hátt lýsir liðirnar í virkingini. Har flóðkortið ikki er nøktandi, skulu tey serligu viðurskiftini lýsast. 3. Vandamálini skulu greinast fyri hvønn virkingarlið sær, og finnast skal fram til, hvør liður er viðbrekin stýringarliður. Stk. 2. Vandamálsgreiningin skal endurskoðast, tá viðurskiftini í virkingini tala fyri tí - tó í minsta lagi eina ferð árliga.
§ 9 1) Fyri hvønn viðbreknan stýringarlið (VSL) skal stýringin fevna um
1) Fyri hvønn viðbreknan stýringarlið (VSL) skal stýringin fevna um: 1. Eyðmerking av virkingarliði, har vandamálið verður stýrt. 2. Lýsing av vandamálum. 3. Tilskilan av vandamørkum, vandamálini verða stýrd innanfyri. 4. Fyribyrgjandi atgerðir fyri hvørt vandamál. 5. Yvirvøka av vandamálunum. 6. Rættandi atgerð. 7. Hvørjar skrásetingar verða gjørdar og hvar. 8. Ásannan.
§ 10 Fyritøkan skal stýra øðrum heilsufrøðiligum viðurskiftum. Stýringin skal fevna um
Fyritøkan skal stýra øðrum heilsufrøðiligum viðurskiftum. Stýringin skal fevna um: 1. Reinhald av uttanumøki, virki og útbúnaði. 2. Sjálvrøkt hjá starvsfólki. 3. Vatngóðsku á fyritøkuni. 4. Heilsustøðuna hjá starvsfólki. 5. Fyribyrging og týning av skaðadýrum. Eisini skal syrgt verða fyri, at dýr ikki koma inn á virkisins øki. 6. Burturkast.
§ 11 Fyritøkan skal stýra øðrum viðurskiftum í virkingini. Stýringin skal fevna um
Fyritøkan skal stýra øðrum viðurskiftum í virkingini. Stýringin skal fevna um: 1. Rávørur, sum gerast partur av lidnu vøruni. Hetta fevnir m.a. um: a. Yvirlit yvir serstakar forskriftir fyri innkeyp av rávøru. b. Eftirlit við og góðkenning av móttiknum rávørum (t.d. fiski, salti og øðrum tilsetingarevnum og pakningi). c. Fráboðan til útvegara av skrásettum frávikum. 2. Handfaring av fiski og fiskavørunum, merking av vøruni, goymslu og flutning. 3. Viðlíkahald av uttanumøki, sum fyritøkan disponerar yvir, bygningi, maskinum, tólum, amboðum og saniterum innleggingum. 4. Viðlíkahald og stilling av mátitólum. 5. Slógvframleiðslu og framleiðslu av øðrum lívrunnum evnum, har tryggjað verður, at maturin ikki verður dálkaður av framleiðsluni.
§ 12 Fyritøkan skal skráseta og viðgera frávik. Viðgerðin av frávikum skal skjalprógvast (verða…
Fyritøkan skal skráseta og viðgera frávik. Viðgerðin av frávikum skal skjalprógvast (verða niðurskrivað). Frávik kunnu staðfestast av fyritøkuni, viðskiftara, eftirlitsmyndugleika ella øðrum. Viðgerðin fevnir um: 1. Støðutakan til vøru, sum er framleidd við frávikum. 2. Kanning av viðurskiftum, sum førdu frávikið við sær, við tí fyri eygað at betra um mannagongdir og tílíkt (evt. føra til leiðbeinandi atgerðir). Stk. 2. Um frávikið kann hava við sær heilsuvanda, og vøran er farin av virkinum, skal fyritøkan kalla vøruna aftur. Afturkalling av vøru skal fara fram í samráð við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Stk. 3. Fyritøkan skal hava eina skipaða mannagongd fyri afturkalling av vøru.
§ 13 Fyritøkan skal skráseta viðurskifti, sum innaneftirlitið fevnir um, sum prógva, at hon verður…
Fyritøkan skal skráseta viðurskifti, sum innaneftirlitið fevnir um, sum prógva, at hon verður rikin til fulnar, og at innaneftirlitið virkar eftir ætlan. Stk. 2. Fyritøkan skal stýra útgávu, góðkenning, broyting og goymslu av skjølum og skráum í innaneftirlitinum umframt skjølunum, sum eru tilknýtt § 3. Stk. 3. Allar skrásetingar skulu eyðmerkjast og goymast í minsta lagi í 2 ár.
§ 14 Brot á reglurnar í hesi kunngerð verður revsað við bót
Brot á reglurnar í hesi kunngerð verður revsað við bót.
§ 15 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Reglurnar í § 4 koma í gildi 1. oktober 2001. Fyritøkur kunnu tó sjálvbodnar velja at verða skoðaðar eftir hesi kunngerð í tíðarskeiðinum fram til 1. oktober 2001. Stk. 3. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 24 frá 4. mars 1994 um innaneftirlit á føroyskum fiskavirkjum og verksmiðjuskipum, sum broytt við kunngerð nr. 92 frá 8. juni 1994. Vinnumálastýrið, 15. august 2001 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Arni Poulsen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 8 frá 5. februar 2003.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(3)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
3 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.