Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
5. februar 2003 Nr. 8
Kunngerð um broyting í kunngerð um innaneftirlit
§ 1 Í kunngerð nr. 114 frá 15. august 2001 um innaneftirlit verða hesar broytingar gjørdar
Í kunngerð nr. 114 frá 15. august 2001 um innaneftirlit verða hesar broytingar gjørdar: 1) § 1 verður orðað soleiðis: “Fyritøkur og skip, løggildað sambært § 30 matvørulógini ella § 5, stk. 2 ella § 12 í kunngerð um viðgerð, keyp og sølu v.m. av fiski og fiskavørum á landi - feskfiskaskip tó undantikin - skulu hava eitt innaneftirlit.” 2) Í § 3, stk. 1, litra 2 fellur orðingin “Heilsufrøðiliga Starvsstovan ger reglugerð, sum tekur samanum aðalreglurnar í HACCP” burtur. 3) Í § 3, stk. 2 verður orðingin “góðskuskoða” broytt til: “eftirmeta”. 4) Í § 6, litra 3 verður sett inn sum 2. pkt.: “Starvstovurnar skulu vera góðkendar av føroyskum myndugleika, ES-myndugleika ella myndugleika í einum landi, sum fylgir ES-reglum á hesum øki.” 5) Í § 9 verður orðingin “(VLS)” broytt til “(VSL)”. 6) Í § 9, litra 5 verður orðingin “umsjón/eygleiðing” broytt til “yvirvøka”. 7) § 9, litra 6 verður orðað soleiðis: “Rættandi atgerð.” 8) § 9, litra 8 verður orðað soleiðis: “Ásannan.”
§ 2 Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 5. februar 2003 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.