Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

4. mars 1994 Nr. 24

Kunngerð um innaneftirlit á føroyskum fiskavirkjum og verksmiðjuskipum, sum broytt við kunngerð nr. 92 frá 8. juni 1994

Við heimild í § 36 í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m. hevur landsstýrið fyrisett:

Øki

§ 1 Henda kunngerð hevur gildi fyri fiskavirki og verksmiðjuskip, sum eru løggild sambært § 30 í…

Henda kunngerð hevur gildi fyri fiskavirki og verksmiðjuskip, sum eru løggild sambært § 30 í matvørulógini, tó eru gólvuppboðssølur undantiknar. Innaneftirlitið

§ 2 Teir persónar, ið hava ábyrgd av virkjum og verksmiðjuskipum, skulu seta øll neyðug tiltøk í verk…

Teir persónar, ið hava ábyrgd av virkjum og verksmiðjuskipum, skulu seta øll neyðug tiltøk í verk fyri at tryggja, at krøvini í matvørulógini og kunngerðum við heimild í henni, verða hildin í øllum liðum í virkingini og søluni av fiskavørum, og herundir: 1. Fastseta viðbreknar stýringarliðir við atliti at virkingarháttunum. 2. Skipa fyri yvirvøku og stýring av hesum viðbreknu liðunum. 3. Skipa fyri skráseting av øllum týðandi viðurskiftum sum prógv fyri, at innaneftirlitsskipanin er hóskandi, og at gjørt verður eftir skipanini. Skrásetingar skulu goymast í minsta lagi tvey ár. Øll skjøl og skrásetingar í innaneftirlitinum skulu eftir umbøn leggjast fyri eftirlitsfólk hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Skipan av innaneftirlitinum

§ 3 Innaneftirlitsskipanin skal vera skjalfest og skal í minsta lagi fevna um

Innaneftirlitsskipanin skal vera skjalfest og skal í minsta lagi fevna um: 1. Lýsing av fyritøkubygnaði og starvslýsingar. 2. Vørulýsingar (íroknað viðbótarevni). 3. Fyri hvønn liðugvørubólk: a) Ritmynd av tilgongd (procesdiagram). b) Staðfesting av viðbreknum stýringarliðum. c) Starvsskipan fyri hvønn viðbreknan stýringarlið: 1) Stað í framleiðsluni. 2) Vandamál. 3) Fyribyrgjandi atgerðir. 4) Vandamørk. 5) Mannagongd fyri yvirvøku. 6) Rættandi atgerðir. 7) Skráseting. d) Avrit av øllum skjølum við tilknýti til hvønn einstakan viðbreknan stýringarlið. 4. Starvsskipanir fyri heilsufrøðiligt virksemi og eftirlit: a) Týning av skordýrum og øðrum illkyktum. b) Umsiting av bygningi, maskinum, tólum, amboðum og uttanumøki. c) Reinhald. d) Sjálvrøkt. e) Heilsustøðan hjá starvsfólki. f) Vatnveiting og ísgerð. g) Handfaring og goymsla av kemikalium/evnavørum. h) Burturkast. 5. Starvsskipan fyri goymslu av skráum og skjølum. 6. Starvsskipan fyri ásannan (verificatión). 7. Starvsskipan fyri stilling (kalibrering) av mátitólum. 8. Starvsskipanir fyri viðgerð av kundaklagum og øðrum viðkomandi upplýsingum. 9. Starvsskipan fyri afturkalling av vørum. 10. Starvsskipan fyri upplæring av starvsfólki. Fráboðanarskylda

§ 4 Fiskavirkið ella verksmiðjuskipið hevur fráboðanarskyldu til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, um…

Fiskavirkið ella verksmiðjuskipið hevur fráboðanarskyldu til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, um feilir eru í framleiðsluni, sum hava við sær, at vøran er heilsuskaðilig ella er undir illgruna fyri at vera heilsuskaðilig at eta. Góðkenning av innaneftirlitinum

§ 5 Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal góðkenna innaneftirlitið. Hetta verður gjørt við

Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal góðkenna innaneftirlitið. Hetta verður gjørt við a) at góðkenna tað skrivliga tilfarið, virkið sendir inn við umsóknini, b) at skoða framleiðslu, mannagongdir, skjøl og innlæring á virkinum til tess at tryggja, at samsvar er millum praksis og tað skrivliga tilfarið (audit), áðrenn endalig góðkenning verður givin. Undantaksreglur

§ 6 1 Starvsstovan kann geva serstøkum virkjum loyvi til hóskandi frávik frá §§ 2 og 3 í hesi kunngerð

1 Starvsstovan kann geva serstøkum virkjum loyvi til hóskandi frávik frá §§ 2 og 3 í hesi kunngerð. Umsókn

§ 7 1 Umsóknarblað um góðkenning av innaneftirlitinum fæst á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Umsóknin…

1 Umsóknarblað um góðkenning av innaneftirlitinum fæst á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Umsóknin skal vera Starvsstovuni í hendi í seinasta lagi 15. oktober 1994. Revsireglur

§ 8 1 Fiskavirki, sum ikki hava góðkent innaneftirlit tann 1. november 1994, missa løggildingina. Um…

1 Fiskavirki, sum ikki hava góðkent innaneftirlit tann 1. november 1994, missa løggildingina. Um brot móti kunngerðini annars verður víst til 9. kapittul í matvørulógini. Gildiskoma

§ 9 Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 1) Broytt við kunngerð nr. 92 frá 8. juni 1994.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
innaneftirlit, sum broytt við kunngerð nr. 8 frá 5. februar 2003 · innanhýsis
Áður galdandi · 15. august 2001

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙