Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

7. september 2009 Nr. 114

Kunngerð um siglingarbøkur

Við heimild í § 71, stk. 2 í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um sjómenn við seinni broytingum verður ásett:

§ 1 Sjómaður, sum mynstrar við skipi, skal hava siglingarbók

Sjómaður, sum mynstrar við skipi, skal hava siglingarbók. Stk. 2. Hevur sjómaður ikki eina siglingarbók, tá mynstrað verður, skal viðkomandi skjótast gjørligt fáa sær eina siglingarbók, og reiðarin ella skiparin skulu síðani føra inn tær neyðugu átekningarnar um tænastuna í siglingarbókina.

§ 2 Skiparin skal við mynstring og avmynstring útfylla og undirskriva tær í § 1 nevndu siglingarbøkur

Skiparin skal við mynstring og avmynstring útfylla og undirskriva tær í § 1 nevndu siglingarbøkur. Stk. 2. Siglingarbøkurnar skulu útfyllast tíðiliga. Nøvn á skipum og býum mugu ikki styttast. Stk. 3. Bert tey heiti, sum eru nevnd á manningarskjalinum, mugu nýtast sum starvsheiti. Stk. 4. Skipastødd og maskinorka skulu altíð skrivast í siglingarbókina. Stk. 5. Siglingartíðin skal verða førd sum virkin tænasta umborð og verða uppgjørd í mánaðir og dagar, tá sjófólk mynstrar av. Stk. 6. Um skip hava fleiri styttri mynstringar, kann siglingartíðarskeiðið førast undir einum í siglingarbókini, men tað er bert virkin tænasta umborð, sum skal førast inn í teigin “siglingartíð tilsamans”. Í slíkum førum skal siglingarbókin tó førast minst 2 ferðir árliga. Stk. 7. Er sjómaður ikki umborð, tá siglt verður, skal dagfestingin fyri fráveruna skrivast í avmynstringarteigin, sum við eini vanligari avmynstring, sama hvør orsøkin er til, at sjómaðurin ikki er umborð. Onnur átekning má ikki nýtast. Stk. 8. Í siglingarbókina ella mynstringarváttanina má eingin viðmerking um háttalag sjómansins í starvinum ella um revsing, hann hevur fingið, verða sett. Stk. 9. Einans tann skipari, ið hevur ført siglingarbókina, ella Skipaeftirlitið, hava loyvi at gera rættingar í siglingarbókina.

§ 3 Skipaeftirlitið útgevur siglingarbøkur

Skipaeftirlitið útgevur siglingarbøkur.

§ 4 Siglingarbók kann bert útflýggjast persóni, sum

Siglingarbók kann bert útflýggjast persóni, sum 1) hevur føroyskan heimarætt og 2) er fyltur 15 ár. Stk. 2. Siglingarbók kann bert útflýggjast persóni undir 18 ár, um viðkomandi vísir fram eitt skrivligt loyvi frá tí, sum hevur foreldramyndugleikan, um at viðkomandi kann fara í starv á sjónum. Stk. 3. Hóast kravið í stk. 1, nr. 1, kann siglingarbók í serligum føri útflýggjast persóni, sum siglir við føroyskt skrásettum skipum, og sum ikki hevur føroyskan heimarætt, t.d. um so er, at heimlandið ikki útgevur siglingarbøkur.

§ 5 Umsókn um siglingarbók skal verða skrivað á serskilt umsóknarblað, sum fæst á Skipaeftirlitinum

Umsókn um siglingarbók skal verða skrivað á serskilt umsóknarblað, sum fæst á Skipaeftirlitinum. Stk. 2. Við umsóknini skal fylgja ein vællíknandi passmynd av umsøkjaranum. Stk. 3. Umsøkjarin skal vátta sín samleika við at vísa ella innsenda avrit av annaðhvørt passi, koyrikorti ella øðrum líknandi samleikaprógvi við mynd.

§ 6 Siglingarbókin kostar 200 kr. Um siglingarbókin skal sendast, krevur Skipaeftirlitið harumframt…

Siglingarbókin kostar 200 kr. Um siglingarbókin skal sendast, krevur Skipaeftirlitið harumframt 60 kr.

§ 7 Kunngerðin kemur í gildi 1. oktober 2009. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 89 frá 21.…

Kunngerðin kemur í gildi 1. oktober 2009. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 89 frá 21. september 1989 um útgávu og gjøld fyri siglingarbøkur, hýruavtaluformálar og manningarlistar. Vinnumálaráðið, 7. september 2009 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
siglingarbøkur, sum broytt við kunngerð nr. 137 frá 11. august 2025 · innanhýsis
Galdandi · 30. apríl 2019
Avtøkur
útgávu og gjøld fyri siglingarbøkur, hýruavtaluformálar og manningarlistar · innanhýsis
Áður galdandi · 21. september 1989

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙