Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

30. apríl 2019 Nr. 48

Kunngerð um siglingarbøkur, sum broytt við kunngerð nr. 137 frá 11. august 2025

Við heimild í § 68 og í § 71, stk. 2 í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki, sum broytt við løgtingslóg nr. 32 frá 28. apríl 2009 og løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, verður ásett:

§ 1 Ein føroysk siglingarbók er skjalprógv fyri, at eigarin er føroyskt sjófólk sbrt. ásetingunum í…

Ein føroysk siglingarbók er skjalprógv fyri, at eigarin er føroyskt sjófólk sbrt. ásetingunum í ILO sáttmála nr. 108 um tjóðskaparlig samleikaskjøl sjófólksins, 1958. Stk. 2. Sjóvinnustýrið útgevur siglingarbøkur.

§ 2 Fyri at fáa føroyska siglingarbók krevst, at umsøkjarin

Fyri at fáa føroyska siglingarbók krevst, at umsøkjarin: 1) hevur heimarætt, og 2) er fyltur 16 ár, sbr. tó stk. 2. Stk. 2. Persónar undir 18 ár skulu hava skrivligt loyvi frá tí, sum hevur foreldramyndugleikan, um, at viðkomandi kann fara í starv á sjónum. Stk. 3. Siglingarbók kann í serligum føri útflýggjast persóni, sum siglir við føroyskt skrásettum skipum, hóast viðkomandi ikki lýkur kravið í stk. 1, nr. 1.

§ 3 Umsókn um siglingarbók skal latast Sjóvinnustýrinum. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá ið søkt…

Umsókn um siglingarbók skal latast Sjóvinnustýrinum. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá ið søkt verður um siglingarbók.

§ 4 Skipari skal eftir áheitan frá sjófólkinum útfylla og undirskriva siglingarbók sjófólksins við…

Skipari skal eftir áheitan frá sjófólkinum útfylla og undirskriva siglingarbók sjófólksins við teimum neyðugu átekningunum. Stk. 2. Siglingarbókin skal útfyllast týðiliga. Nøvn á skipum og býum mugu ikki styttast. Stk. 3. Fyri starvsheiti, ið eru fevnd av manningarskjali, skulu einans nýtast tey í manningarskjalinum nýttu starvsheiti. Stk. 4. Siglingartíðin skal verða førd sum virkin tænasta umborð. Stk. 5. Í førum, har sjófólk ikki er umborð, tá ið siglt verður, skal dagfestingin fyri fráveruna skrivast í avmynstringarteigin, sum við eini vanligari avmynstring, sama hvør orsøkin er til, at sjófólkið ikki er umborð. Stk. 6. Sambært § 71, stk. 3 í løgtingslógini má í siglingarbókini eingin viðmerking um háttalag sjófólksins í starvinum ella um revsing, viðkomandi hevur fingið, verða sett. Stk. 7. Einans tann skipari, ið hevur útfylt siglingarbókina, ella Sjóvinnustýrið, hava loyvi at gera rættingar í siglingarbókina.

§ 5 1) Siglingarbókin kostar 645 kr. Um siglingarbókin skal sendast, verður harumframt kravt postgjald

1) Siglingarbókin kostar 645 kr. Um siglingarbókin skal sendast, verður harumframt kravt postgjald.

§ 6 Brot á § 4 verður revsað við sekt

Brot á § 4 verður revsað við sekt. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

§ 7 Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, samstundis verður kunngerð nr.…

Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, samstundis verður kunngerð nr. 114 frá 7. september 2009 um siglingarbøkur sett úr gildi. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 30. apríl 2019 Poul Michelsen (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 137 frá 11. august 2025.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
siglingarbøkur · innanhýsis
Áður galdandi · 7. september 2009
Broytingar
broyting í kunngerð um siglingarbøkur · innanhýsis
Galdandi · 11. august 2025
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙