Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
21. september 1989 Nr. 89
Kunngerð um útgávu og gjøld fyri siglingarbøkur, hýruavtaluformálar og manningarlistar
Við heimild í § 11 í løgtingslóg nr. 57 frá 3. november 1967 um sjómenn og § 3, stk. 2 í løgtingslóg nr. 67 frá 9. juni 1988 um mynstring hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1 Útgávu av siglingarbókum, hýruavtaluformálum og manningarlistum fyrisitir Landsskrivstovan. Skjøl…
Útgávu av siglingarbókum, hýruavtaluformálum og manningarlistum fyrisitir Landsskrivstovan. Skjøl og bøkur fáast hjá mynstringarmyndugleikanum.
§ 2 Fyri slíkar bøkur og listar verður gjald kravt soleiðis
Fyri slíkar bøkur og listar verður gjald kravt soleiðis: Fyri siglingarbók 200 kr. fyri hýruavtaluformála 4 kr. og fyri manningarlista 150 kr. Stk. 2. Gjøld verða landskassans vegna kravd av tí, sum stendur fyri útgávuni í samráð við Føroya Gjaldstovu.
§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.