Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

7. september 2009 Nr. 112

Kunngerð um gjøld fyri útgávu og endurnýggjan av sjóvinnubrøvum og viðurkenningarprógvum, sum broytt við kunngerð nr. 99 frá 28. oktober 2014

Við heimild í § 12, stk. 1 í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum við seinni broytingum verður ásett:

§ 1 Í hesi kunngerð merkir

Í hesi kunngerð merkir: 1) “Sjóvinnubræv”: Dugnaskaparbræv, sjóvinnubrøv til navigatørar og maskinmenn, tangaskipsprógv, radiovinnubræv, sjóvinnubræv til kokkar og vaktarhaldsprógv. 2) “Viðurkenningarprógv”: Øll útlendsk sjóvinnubrøv, ið skulu hava føroyska átekning. 3) “Uppstiging”: Sjóvinnubræv, sum skal broytast til at geva hægri rættindi. 4) “Endurnýggjan”: Endurnýggjan av sjóvinnubrævi í upp til 6 mánaðir áðrenn sjóvinnubrævið gongur út.

§ 2 1) Sjóvinnustýrið krevur inn hesi avgreiðslugjøld

1) Sjóvinnustýrið krevur inn hesi avgreiðslugjøld: 1) Sjóvinnubrøv: kr. 500. 2) Endurnýggjan av sjóvinnubrævi: kr. 500. 3) Uppstigan av sjóvinnubrævi: kr. 500. 4) Viðurkenningarprógv: kr. 750.

§ 3 1) Gjaldið, smb. § 2, skal verða latið Sjóvinnustýrinum, áðrenn sjóvinnubræv ella…

1) Gjaldið, smb. § 2, skal verða latið Sjóvinnustýrinum, áðrenn sjóvinnubræv ella viðurkenningarprógv verður útflýggjað. Stk. 2. Verður umsókn um sjóvinnubræv ikki gingin á møti, verður gjaldið afturrindað umsøkjaranum.

§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri umsóknir, sum…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri umsóknir, sum eru móttiknar aftaná, at kunngerðin fekk gildi. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 104 frá 5. desember 2008 um gjøld fyri útgávu og endurnýggjan av sjóvinnubrøvum og viðurkenningarprógvum. Vinnumálaráðið, 7. september 2009 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 99 frá 28. oktober 2014, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2015.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙