Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
5. desember 2008 Nr. 104
Kunngerð um gjøld fyri útgávu og endurnýggjan av sjóvinnubrøvum og viðurkenningarprógvum
Við heimild í § 12, stk. 1 í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum við seinni broytingum verður ásett:
§ 1 Við “sjóvinnubræv” skilst í hesi kunngerð: Dugnaskaparbræv, vinnubrøv til navigatørar og…
Við “sjóvinnubræv” skilst í hesi kunngerð: Dugnaskaparbræv, vinnubrøv til navigatørar og maskinmenn, tangaskipsprógv, radiovinnubræv, vinnubræv til kokkar og vaktarhaldsprógv. Stk. 2. Við “viðurkenningarprógv” skilst í hesi kunngerð: Øll útlendsk vinnubrøv, ið skulu hava føroyska átekning. Stk. 3. Við “uppstiging” skilst í hesi kunngerð: Vinnubræv, sum skal broytast til at geva hægri rættindi.
§ 2 Skipaeftirlitið krevur inn hesi avgreiðslugjøld
Skipaeftirlitið krevur inn hesi avgreiðslugjøld: Sjóvinnubrøv Kr. 250 Endurnýggjan av sjóvinnubrævi Kr. 250 Viðurkenningarprógv Kr. 500 Stk. 2. Gjald verður tó ikki tikið fyri 1) radiovinnubræv 2) tangaskipsprógv 3) uppstiging, uttan so, at tað er í sambandi við endurnýggjan av sjóvinnubrævi.
§ 3 Gjaldið, smb. § 2, skal verða latið Skipaeftirlitinum, áðrenn sjóvinnubræv ella…
Gjaldið, smb. § 2, skal verða latið Skipaeftirlitinum, áðrenn sjóvinnubræv ella viðurkenningarprógv verður útflýggjað. Stk. 2. Verður umsókn um sjóvinnubræv ikki gingin á møti, verður gjaldið afturrindað umsøkjaranum.
§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2009, og er galdandi fyri umsóknir, sum eru móttiknar…
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2009, og er galdandi fyri umsóknir, sum eru móttiknar aftaná, at kunngerðin fekk gildi. Vinnumálaráðið, 5. desember 2008 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.